Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 30. januar 2023
KEMILUX: Burðardygd er ein týðandi partur í okkara visjón
Tá talan er um framtíðar vøkstur, er umráðandi at hava umhvørvið í huga, og ganga á odda á hesum øki. Kemilux ynskir sostatt at vera fremsti umhvørvisvinarligi veitarin innan reingerð í Føroyum í 2030

TEMAGREIN: HVUSSU ARBEIÐIR TÍN FYRITØKA VIÐ BURÐARDYGD?

 

 

Virksemið at framleiða sápu byrjaði í einum kjallara í einum sethúsum í Havn. Soleiðis varð Kemilux stovnað av Schønning Eysturoy í 1965. Fyritøkan hevur av fyrstan tíð vunnið sær serkunnleika innan tørvin hjá fiskivinnuni til reingerð, og hevur síðan brúkt sínar royndir at náa øðrum vinnugreinum eisini.

 

Í dag framleiðir Kemilux sápu og reingerðarevni til húsarhald, stovnar og virkir, harumframt hevur fyritøkan egna dunkaframleiðslu. “Vit eru errin av, at vit enn í dag megna at hava føroyska framleiðslu og føroyska arbeiðsmegi til at røkka tørvinum á reingerð bæði í Føroyum og uttanlands” sigur Debes Petersen, stjóri.

 

Umframt at hava sápu- og dunkaframleiðslu, hevur Kemilux eisini eina sølubúð á Hjalla 14 í Hoyvík.

 

Ein føroysk fyritøka, sum framleiðir við atliti at føroyska umhvørvinum

Einki kálk er í føroyska vatninum. Okkara vatn kemur nevniliga úr erva sum regn – ikki úr jørðini. Tessvegna nýtir Kemilux ikki evni til at binda kálk, og tað er náttúran fegin um. Jú færri kemisk evni, vit lata út í umhvørvið, tess betri. Kálkbindandi evni finnast vanliga í reingerðarevnum, sum eru framleidd í londunum kring okkum, har kálk er í vatninum. “Vit leggja alstóran dent á at fara væl um okkara umhvørvið. Hetta gerst m.a. við at nýta lætt niðurbrótilig- og natúrlig evni úr plantuoljum í okkara húsarhaldsvørum”, sigur Jóhanna Zachariassen, góðskuleiðari.

 

Kemilux hevur egna starvsstovu

Vantandi føroysk lóggáva á økinum hevur við sær, at eingi kemisk krøv verða sett innihaldinum í lokalt framleiddum ella innfluttum reingerðarevnum. Tí hevur Kemilux av sínum eintingum avgjørt at fylgja donskum og ES-lógum og reglugerðum á økinum.

 

Kemilux hevur egna starvsstovu, sum, í samstarvi við serkunnleikan, hevur dagliga eftirlitið við, at allar reglur vera fylgdar. Kemilux framleiðir eftir ISO 9001:2000 skipanini. Databløð eru til allar framleiðslu­vørurnar hjá Kemilux, sum liggja alment úti á netinum, og eru lætt atkomulig á Kemilux heimasíðuni. Strongu krøvini, sum Kemilux setir sær, hava m.a. havt við sær, at Kemilux er góðkendur veitari til sera kravmiklu oljuvinnuna.

 

Kemilux hevur Svanamerkið og Astma-Allergi merkið

Endamálið við svanamerkinum er at minka um umhvørvisligu árinini líka frá framleiðslu til nýtslu. Tá tú keypir eina vøru, hevur hon verið ígjøgnum fleiri lið frá rávøru og út til kundan. Svanamerkið tryggjar, at øll lið á ferðini eru undir eftirliti, soleiðis at atlit verða tikin til umhvørvið allan vegin.

 

Ein vøra merkt við Astma-Allergi merkinum, inniheldur ikki anga ella allergisk evni.

 

Kemilux fekk spildurnýtt og framkomið tappiannlegg í 2022

Nýggja tappianleggið ger tað møguligt at framleiða 500 litrar meira hvønn tíma, og avlopshitin frá køliannlegginum fer til at hita framleiðsluhølið.

 

Umframt at framleiða sápu, framleiður Kemilux eisini dunkar. Hetta er ein sera stórur fyrimunur í mun til CO2 útlát, tí Kemilux innflytir munandi minni av tómari luft til Føroya við at gera dunkarnar sjálvi.

 

Meginparturin av yvirskotsplastinum verður knúst og endurnýtt til nýggjar dunkar. 

 

“Vit ynskja at endurnýta dunkarnar í framtíðini, men sum nú er loyva umstøðurnar tí ikki. Ætlanin er tó at arbeiða fram ímóti tí” sigur Dávur Restorff Hansen, framleiðsluleiðari.

 

Kemilux tekur ábyrgd og veitir stuðul til góð endamál

Kemilux hevur ein tangagarð undir framleiðslutangunum, og har kunnu vit hýsa 10.000 litrum. Soleiðis forða vit fyri, at nakað spill kemur í kommunala frárensli, skuldi eitt óhapp hent.

 

“Øll starvsfólkini á Kemilux vilja gera mun og taka tí ábyrgd av umhvørvistiltøkum í sínum dagliga arbeiði. Vit halda fram at fylgja ESG (umhvørvið, sosial og leiðsla), og at verða ISO 14000 góðkend” sigur Debes Petersen, stjóri.

 

Eitt er at taka innanhýsis ábyrgd, men eins stóran týdning hevur tað at vísa samfelagsábyrgd. Kemilux stuðlar vælgerandi endamálum og felagsskapum. Kemilux er t.d. høvuðsstuðul hjá tjóðarítrótti okkara, kappróðrinum.

 

“Til síðst, men ikki minst, so eru vit stak errin av at kunna liva upp til ársins orð í 2022 og kalla okkara sápu “stuttflutta” – við tað, at hon er framleidd í Føroyum, sleppa vit undan óneyðugum CO2 útláti” sigur Debes Petersen, stjóri.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi