Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 30. januar 2023
Kunning til arbeiðsgevarar um útlendsk starvsfólk
Í farnu viku luttók Útlendingastovan á kunningarfundi saman við Vinnuhúsinum á Hotel Brandan. Umboð frá SIRI, Styrelsen for International Rekruttering og Integration, luttók umvegis netið. Her er ein samandráttur av framløgunum.

 

Jórun Gardar, Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Bára B. Thomsen, Útlendingastovan, greiddu í farnu viku frá treytum hjá arbeiðsgevarum í sambandi við setan og at hava útlendingar í starvi.

 

Greitt varð frá lønar- og setanarviðurskiftum á privata arbeiðsmarknaðinum og lóggávu í sambandi við útlendskari arbeiðmegi. Víst varð eisini á týdningin av at lata kunning til útlendsku starvsfólkini, soleiðis at tey eru væl kunnað um treytirnar.

 

 

Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er kunningartilfar á enskum um sáttmálar og setanartreytir, sum arbeiðsgevarar kunnu lata útlendsku starvsfólkum sínum. Eisini er ein faldari, sum greiðir frá yvirskipaðum viðurskiftum um t.d. arbeiðsloyvi, feriu, skatt og kontaktupplýsingar til fakfeløg. Arbeiðið er sett í gongd við at endurmeta og eftirhyggja tilfarið.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi