Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 06. februar 2023
Kommunali byggiharrin: Politikarar vilja staðfesta ábyrgdina
Rákið beint nú er, at politikarar hava ynski um at fáa staðfest ábyrgdina av verkætlanini. Heildararbeiðstøka er næstan vorðin eitt gandaorð, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu
Sum størsta kommuna í landinum umsitur Tórshavnar kommuna nógvar byggiuppgávur – bæði nýbygging og viðlíkahald av verandi bygningum.
-Tað er sera umráðandi, at vit sum byggiharri skipa fyri kapping um prísin, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri.
Les alla samrøðuna við Boga Jacobsen, tekniskan stjóra hjá Tórshavnar Kommunu, í nýggjasta Ráðgevarablaðnum her