Tíðindi: Sjóvinna Ι 06. februar 2023
Framløga fyri limir í Sjóvinnufelagnum um avrigging
Sjóvinnufelagið tók í 2021 stig til at biðja Foib gera eina kanning fyri Sjóvinnufelagið, hvørt tað loysir seg at fara í holt við avrigging av gamlari oljuútgerð sum t.d. rørleiðingum, oljupallum og øðrum oljuútbúnaði, ið hevur tænt fyri seg, í Føroyum.
Kanningin er nú liðug.
Stjórin í Foib, Jan Muller, og umboðsmaðurin hjá Foib í Bretlandi, Louis Wilson, fara í hesum sambandi at leggja niðursøðurnar av kanningini fram fyri limirnar í Sjóvinnufelagnum.
Hetta verður fríggjdagin 17. februar 2023, kl. 15-16:30, í Vinnuhúsinum á Óðinshædd í Havn.
Tey, sum ætla sær at koma til tiltakið, verða vinarligast biðin um at boða Vinnuhúsinum, mortan@industry.fo, frá luttøka í seinasta lagi mikudagin 15. februar á middegi.