Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 13. februar 2023
Arbeiddu mest fyri tað privata
Størsti kundabólkurin hjá ráðgevunum í 2021 var privata vinnan. Umsetningurin var eitt vet lægri enn árið fyri

Uppgávurnar frá privata vinnulívinum fyltu 37% av umsetninginum hjá limunum í Ráðgevarafelag­num í 2021.

 

Tað vísir kanningin, sum Ráðgevarafelagið hvørt ár ger millum limafyritøkurnar fyri at vita, hvussu seinasta árið hilnaðist. Í kanningini verður spurt um kundasamanseting, uppgávuslag, samsýningar­for­mar og umsetning.

 

Kanningin staðfestir, at størsti kundabólkurin var tað privata. Næststørsti bólkurin er kommunurnar, sum fevndu um 29% av umsetninginum, meðan landið og tað almenna annars fylti 26%.

 

Kommunali parturin minkaður

Ongantíð áður hevur kommunali parturin verið so lítil sum í 2021. At kalla øll árini hevur kommunali geirin verið størsti kundin hjá ráðgevunum – undantikið 2019, tá ið privata vinnan var størsti kundaskarin.

 

Flestu árini hava kommunurnar staðið fyri yvir 40% av umsetninginum í ráðgevaravinnuni, og í 2012 og 2017 var kommunali parturin yvir 50 prosent.

 

Bygningar og fastur prísur

Tá vit tosa um uppgávuslag, eru tað bygningarnir, sum fylla mest. 57% av virkseminum í fjør var bygningar, meðan 36% fevndi um anlegg, og 6% var planlegging.

 

Mest nýtti samsýningarformurin í 2021 var fastprísur (tilboð). 46% av umsetninginum varð samsýntur á hendan hátt, og øll árini hevur hetta verið vanligasti samsýningarhátturin. 39% í 2021 vóru tímar uttan loft, og 12% tímar við lofti.

 

Harumframt vóru 3 prosent av umsetninginum goldin sum % av kostnaðinum. Hesin hátturin at gjalda er vanliga lítil – uttan í 2019, tá heili 21% av umsetninginum í ráðgevaravinnuni varð goldin við hesum samsýningarhátti.

 

Samlaði umsetningurin hjá limunum í Ráðgevarafelagnum í 2021 var 200 mió. krónur og er sostatt eitt vet lakari enn 2020, tá ið umsetningurin setti met við 203,5 mió. kr.

 

79% av limunum í Ráðgevarafelagnum svaraðu spurnarkanningini.

 

Les meira um ráðgevaravinnuna í nýggjasta Ráðgevarablaðnum her

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi