Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 13. februar 2023
Nýggjur CO2-roknari til føroyskar fyritøkur
CO2-roknarin verður tøkur hjá øllum fyritøkum, og verður ókeypis at nýta

Umhvørvisstovan og Burðardygt Vinnulív hava í felag ment eitt amboð, sum ger tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at rokna sítt útlát av veðurlagsgassum.

Nýggi CO2-roknarin verður lagdur fram á almennum tiltaki týsdagin 14. Februar kl. 14 á Føroya Tele. Á tiltakinum fer Umhvørvisstovan at greiða frá, hvussu amboðið verður nýtt.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi