Tá arbeitt verður á vegunum er tað krav at hava “Vegurin sum arbeiðspláss” prógv. Skeið verða fyriskipað í jøvnum millumbilum fyri at tryggja at krøvini verða uppfylt hjá teimum mongu, sum starvast við at útbyggja og viðlíkahalda vegakervið.
Næsta skeiðið verður 20 og 21 apríl. Tilmelding fer fram við at senda telduppost til industry@industry.fo og upplýsa:
- Navn
- Føðingardag
- Telefonnummar
- Teldupost
- Fyritøku
Um tað ikki liggur fyri at luttaka hesaferð, ber sisini ber til at skriva seg upp til eftirfylgjandi skeið við at skriva til industry@industry.fo.
Tað er Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan, sum skipar fyri skeiðunum. Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna eiga grunnin í felag.