Tíðindi: Hoyringssvar Ι 13. februar 2023
Hoyringssvar - ríkislógartilmæli um Schengen reglur

Hoyringssvar frá Ferðavinnufelagnum til uppskotið til løgtingslóg um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af udlændingeloven og af forskellige love om ændring af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengenkonventionen.

 

Ferðavinnufelagið takkar fyri høvið at viðmerkja ríkislógartilmæli, sum varð sent til ummælis hjá felagnum.

 

Ferðavinnufelagið tekur undir við uppskotinum, at neyguðu broytingarnar verða gjørdar í útlendingalógini, og í lov om Danmarks tiltrædelse af Schengenkonventionen, som sat i kraft ved kongelig anordning nr. 183 af 22. marts 2001.

 

Fyri at Føroyar framhaldandi skulu knýtast til donsku skipanina í Schengen-samstarvinum, og harvið frameftir kunnu varðveita støðuna í norðurlendsku pass-uniónini, er tað av stórum týdningi, at neyðugu broytingarnar verða gjørdar í útlendingalógini, tá tað í útgangsstøði er ein fortreyt, at galdandi lóggáva á hesum økinum í Føroyum og Danmark er á leið tann sama.

 

Vinarliga

 

Ferðavinnufelagið

 

Les uppskotið her

 

Fylgiskjal 1

 

Fylgiskjal 2

 

Fylgiskjal 3

 

Fylgiskjal 4

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi