Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 20. februar 2023
Samgonguskjalið undir sjóneykuna í Løkshøll
Á væl vitjaðum tiltaki í Løkshøll mikukvøldið 15. februar, varð sjóneykan sett á samgonguskjalið hjá sitandi samgongu.

Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, var ein av teimum, sum legði fram. Hann helt, at tað vóru nógv góð mál í samgonguskjalinum, men at politiska skipanin skal ansa eftir ikki at stýra vinnuni niður í smálutir. Heldur skal politiska skipanin seta góðar karmar fyri vinnuna, og geva møguleikar fyri fleksibiliteti innan hesar karmar, so vit framhaldandi kunnu menna Føroyar sum eitt gott samfelag at liva í.

Jón hevði í sínari framløgu valt at seta fokus á fimm høvuðsøki:

  1. Langtíðar haldførið

Jón fegnaðist um, at samgongan hevði sett sær fyri at fáa ein haldføran búskap, og hann vísti samstundis á, at tað almenna søgulig sæð hevði verið við til at økja um sveiggini í búskapinum. Hetta var drepandi fyri effektivitet og virkisføri hjá føroyskum vinnufyritøkum.

  1. Kappingarføran arbeiðsmarknað

Hann vísti tó á, at føroyska skattaskipanin rekur fólk av landinum at arbeiða. Ein føroyingur, sum býr í Føroyum, rindar munandi hægri lønarskatt, um hann arbeiðir á landi í Føroyum í mun til um hann arbeiðir á landi í Noregi. Hetta er við til at skeikla kappingina um arbeiðsmegina. Hetta í einari støðu, har bæði tað privata og tað almenna vantar starvsfólk.

  1. Stytting av arbeiðsvikuni

Jón viðgjørdi eisini ætlanirnar hjá samgonguni at stytta arbeiðsvikuna. Hann vísti m.a. á, at hóast vit í 60’unum og 70’unum 3 ferðir høvdu regulerað arbeiðstíð fyri ávísar starvsbólkar við lóg, høvdu vit í dag ein meira framkomnan arbeiðsmarknað. Síðani 70’ini hevur arbeiðsmarknaðurin tillagað arbeiðstíðina 100-tals ferðir við kollektivum sáttmálum, og við lokalum avtalum og avgerðum, so tað í dag eru hópin av fyritøkum, sum arbeiða væl minni enn 40 tímar um vikuna í effektivari arbeiðstíð.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði gjørt eina kanning millum limirnar, sum vísti, at tað er sera ymiskt hvussu nógvar tímar arbeiðsvikan er í ymiskum vinnugreinum og fyritøkum, men at stórur partur longu hevur 37 tíma arbeiðsviku ella minni. Tað eru tó framvegis nakrar vinnugreinar og fyritøkur, sum í dag hava eina effektiva arbeiðstíð omanfyri 37 tímar, serliga innan handil og ferðavinnu. Tí kann ein lóg um 37 tíma arbeiðsviku ávirka kostnaðarstøðið og hækka prísirnar.

Eisini vísti Jón á, at í londum arbeiðstíðin er regulerað við lóg, er yvirhøvur talan um 40 tímar effektiva tíð ella meira. Í ES er eitt direktiv galdandi, sum ásetur eina mestu effektiva arbeiðstíð á 48 tímar um vikuna í miðal. Í summum norðurlondum, eitt nú Íslandi og Noregi, er lóggáva sum ásetur eina vanliga arbeiðsviku at verða 40 tímar, effektiv arbeiðstíð. Kollektivir sáttmálar og lokalar avtalur áseta tó ofta eina lægri effektiva arbeiðstíð um vikuna, eins og í Føroyum. Danmark hevur onga aðra lóg um arbeiðstíð enn ES-direktivið um í mesta lagi 48 tíma arbeiðstíð um vikuna í miðal.

  1. Marknaðaratgongd

Jón fegnaðist um ætlanirnar í samgonguskjalinum at fáa Føroyum betri marknaðaratgongd. Hann eftirlýsti tó eina ætlan fyri, hvussu hetta kann gerast, og hann vísti á, at tað má setast neyðug orka av til at fáa Føroyum handilsavtalur við fleiri lond og at betra verandi avtalur. Eisini er neyðugt at raðfesta arbeiðið at fáa tvískattaavtalur við fleiri lond, so føroyskar fyritøkur og persónar ikki skulu gjalda dupultan skatt, bæði í landinum har arbeiðið verður útint, og í Føroyum. Á summum marknaðum er harumframt neyðugt við veterinerum avtalum fyri at kunna útflyta matvørur til tað landið.

  1. Burðardygd og grøna orkuskiftið

Jón vísti á, at burðardygg framleiðsla hevur høga raðfesting hjá føroyskum fyritøkum, og hann fegnaðist um, at samgongan hevði sett sær mál á hesum øki. Hann helt, at tað kundi gingið skjótari við at fremja eitt grønt, effektivt og trygt orkuskiftið til framleiðslu úr varandi orkukeldum, og eftirlýsti nýhugsan á hesum øki.

Aðrar áhugaverdar framløgur vóru eisini frá Sonju Jógvansdóttir, Hans Kára Vang og Magna Laksafoss, og kvøldið endaði við einum pallborðskjaki.

Samanumtikið eitt gott tiltak, sum eigur at verða endurtikið.

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi