Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 20. februar 2023
Samráðingarnar við Finansforbundet og YTF eru byrjaðar
Í farnu viku vóru krøvini til komandi sáttmálasamráðingarnar við Finansborbundet og YTF handað.
Sáttmálarnir við Finansforbundet og YTF (Yrkisfelafelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum) ganga báðir út 1. mai 2023
Næsti samráðingarfundur við YTF verður hálvan mars og við Finansforbundet hálvan apríl.
Til ber at lesa meira um mannagongdir o.l. í sambandi við sáttmálasamráðingar her.