Tíðindi: Havbúnaður Ι 20. februar 2023
Skráin til Aliráðstevnuna klár
Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 3. mars. Skráin til ráðstevnuna er nú klár.

Á skránni til Aliráðstevnuna í ár verða framløgur um gongdina í føroyskari alivinnu og framløgur um nýggja vitan og til íblástur. Sum vanligt verða tað bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar.

 

Sum nakað nýtt verða eisini framløgur frá teimum trimum alifeløgunum um nýtt úr føroyskari alivinnu.

 

Á Aliráðstevnuni eru eisini góðir møguleikar at netverka við fólk í og kring alilvinnuna.

 

Um kvøldið verður sosialt tiltak við borðhaldi og undirhaldi.

 

Skráin til Aliráðstevnuna sæst her

 

Tað ber til at melda til Aliráðstevnuna her

 

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 1. mars, ella tá tað er útselt.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi