Tíðindi: Havbúnaður Ι 27. februar 2023
Seinasta freist at melda til Aliráðstevnuna
Freistin at melda til Aliráðstevnuna er nú mikudagin 1. mars. Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum komandi fríggjadag 3. mars
Aliráðstevnan er tiltakið, har fólk í og kring alivinnuni hittast til at fáa nýggja vitan, íblástur og at netverka. Á skránni í ár eru framløgur har vit gera status fyri farna árið og hyggja fram í tíðina. Eisini verða framløgur um aling á landi, um fiskavælferð og fiskaheilsu og um møguleikar og avbjóðingar í alivinnuni. Tað verða bæði føroyskir og útlendskir framløguhaldarar.
Føroysku framløgurnar verða simultantulkaðar til enskt.
Á Aliráðstevnuni eru eisini góðir møguleikar at hitta fólk og at netverka, bæði til fakliga partin um dagin og til sosiala partin um kvøldið.
Endaliga skráin sæst her.
Tilmelding til Aliráðstevnuna her.