Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 13. mars 2023
Nevndarlimir hittust í Vinnuhúsinum
Fríggjadagin í farnu viku hittust nevndarlimir í feløgunum í Vinnuhúsinum til eitt felags tiltak, til íblástur og til kjak.

Endamálið við tiltakinmum var at nevndirnar kundu hittast at fáa íblástur, tosa um mál av felags áhuga og geva afturmelding um arbeiðið í Vinnuhúsinum. Eisini var endamálið at nevndarlimirnir kundu hitta og práta við nevndarlimir úr øðrum feløgum í Vinnuhúsinum.

 

Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, bjóðaði vælkomin og  presenteraði Håkan Ericson, landsliðsvenjara, sum hevði eina framløgu við heitinum ”Jaget, laget, företaget”. Framløgan snúði seg um sambandið millum einstaklingar, bólkar og alla fyritøkuna, og hvat man eigur at hava í huga fyri at fáa besta úrslitið burturúr.

 

Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, hevði síðani eina framløgu um arbeiðið í Vinnuhúsinum og framtíðarætlanir, og at enda var kjak og input til arbeiðið í Vinnuhúsinum.

 

Semja var um, at tiltakið átti at verið endurtikið við jøvnum millumbilum.

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi