Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 13. mars 2023
Øssur M. Dalbúð nýggjur ráðgevi í Vinnuhúsinum
Í farnu viku byrjaði Øssur M. Dalbúð í starvi sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Øssur M. Dalbúð er útbúgvin Cand.merc.aud. og hevur seinastu árini starvast sum ráðgevi í BankNordik. Uppgávurnar hjá Øssuri í Vinnuhúsinum verða ymiskar. Hann kemur m.a. at ráðgeva vinnugreinafeløgunum Havbúnaðarfelagið, Føroya Ráfiskakeyparafelagi og Sjóvinnufelagið. Hartil kemur Øssur m.a. at ráðgeva um uttanlandshandil og at umsita ymiskt innan hetta økið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir Øssur vælkomnan í Vinnuhúsið.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi