Føroya Handverksmeistarafelag hevur gjørt avtalu við LÍV um samlagstrygging fyri allar limir í Føroya Handverksmeistarafelag. Avtalan umfatar lívstrygging og trygging ímóti ávísum hættisligum sjúkum.
Neyðugt er at taka støðu til, um tú ynskir at vera knýttur at tryggingini hjá Meistarafelagnum.
Kostnaðurin er 154 kr/mðr fyri hvønn tryggjaða. Ikki er neyðugt við læknaváttan. Tryggingarnar eru fyrst og fremst ætlaðar meistaranum sjálvum, men eisini ber til at tryggja maka og lyklastarvsfólk.
Limir skulu taka støðu til, um teir ynskja tryggingarnar. Tað ber til at siga tryggingarnar frá sær, og tekna tær seinri. Men tá skal læknaváttan vísast.
Niðanfyri ávíkavist tilmeldingarskjal og frámeldingarskjal
Innmeldingarskjal til samlagstrygging
Vinarliga fyll út og send til marius@industry.fo
Sí tryggingartreytir her