Fyriskipanir

 

A. Umfatan

 

 

Stutt grundgeving: Fyri skjótt at kunna ávirka gongdina í málum, sum viðvíkja handverki, verða fyriskipanir gjørdar at nýta, so endamál felagsins í mesta mun verður rokkið.

 

 


§ 1    Sambært grein 9 í lógum Føroya Handverksmeistarafelags (FHMF) áliggur tað øllum limafeløgum og limum tess at halda galdandi lógir, fyriskipanir og sáttmálar felagsins og megu hesi limafeløg og tess limir ikki á nakran hátt ella í nøkrum føri mótarbeiða felagnum.

 

 


§ 2   Brot móti hesum kann verða sektað við bót upp í eina handverkaramánaðarløn. Í heilt grovum føri kann limafelag ella tess limur verða koyrt úr felagnum.

 

 

 

 


B. Útlendsk arbeiðsmegi

 

 

Stutt grundgeving: Fyri at tryggja føroyskum (tvs. fastbúgvandi) handverkarum og meistarum arbeiði, sum annars í stóran mun higartil er latið útlendingum at gera og fyri at fáa í lag samstarv millum føroyskar meistarar og handverkarar, verður henda fyriskipan at galda í samstarvsspurningum.

 

 


§1   Tað áliggur øllum limafeløgum og limum tess at verja starvsbrøður sínar sum best og herundir eisini samstarvi sínum at taka føroyskar starvsbrøður framm um útlendskar. Sama er galdandi fyri arbeiðsmegi, eisini her skal føroysk arbeiðsmegi takast framm um útlendska.

 

 


§ 2   Verður neyðugt at taka upp samstarv við ein ella fleiri útlendskar starvsbrøður ella at taka sær útlendska arbeiðsmegi til hjálpar, skal hetta boðast heimafelagnum frá við grundgeving, hví ið hetta er neyðugt.

 

 


§ 3    Heimafelagið kann í slíkum føri góðtaka ella nokta hesum samstarvi ella nýtslu av arbeiðsmegi. Um heimafelagið velur at nokta limi sínum hetta, skal tað vísa á aðrar samstarvsmøguleikar ella aðra tøka arbeiðsmegi.

 

 


§ 4   Um samstarvað tó verður við útlendskum starvsbróður ella útlendsk arbeiðsmegi verður nýtt, má hetta undir ongum umstøðum fara fram fyrr enn uppihaldsloyvi og/ella arbeiðsloyvi, har hesi eru kravd, eru fingin til vega og somuleiðis skal limaskapur í meistarafelag ella handverkarafelag vera í lagi. Eisini skal øll lønarútgjalding til útlendingar fara fram yvir føroysku afturhaldsskipanina.

 

 

 

 


C. Hólgar

 

 

Stutt grundgeving: Samstarv millum meistara og virkir er í nógvum førum gagnlig og mennandi fyri føroyskt handverk, men um hetta samstarv verður misnýtt til at sleppa eitt nú útlendsum meistarum framat, har ætlanin var at føroysk arbeiðsmegi skuldi nýtast, stríðir slíkt samstarv til gagns fyri limirnar verður henda fyriskipan at galda har talan er um hólgar (strámenn).

 

 


§ 1   Hólgi (strámaður) er hann, ið vegna annan leggur navn til tað arbeiði, ið ein annar ger.

 

 


§ 2   Um limur í einum heimafelagi ætlar at gerast hólgi fyri annan, skal hann boða heimafelagi sínum frá hesum, áður enn hann ger slíka avtalu, við grundgeving, hví hann ger slíka.

 

 


§ 3   Heimafelagið skal í slíkum føri gera limi sínum greitt, hvat hetta inniber og kann nokta limi sínum at gera slíka avtalu.

 

 


§ 4   Um heimafelag noktar limi at gera slíka avtalu, kann avgerðin kærast til FHMF, hvørs avgerð er endalig.

 

 


§ 5   Avgerð samb. Grein 3 ávikavist grein 4 skal takast innan eina viku.

 

 

 

 


D. Sunnu- og halgidagsarbeiði

 

 

Stutt grundgeving: tað er góð gomul føroysk siðvenja , at ikki verður arbeitt sunnu- og halgidagar, uttan í serstøkum førum, har tað av eini ella aðrari grund er neyðugt. Tá ið nógv útlendsk arbeiðsmegi í 80’ unum kom til Føroya, gjørdist tað vanligt millum serliga útlendsku arbeiðstakararnar at arbeiða sunnu-og halgidagar og avlagaði hetta fyri ein part kappingarførið serliga hvat tíðarfreistum viðvíkti millum útlendsku og føroysku arbeiðstakararnar. Fyri at fyribyrgja slíkari ósunnari kapping verður henda fyriskipan at galda viðvíkjandi arbeiði sunnu- og halgidagar:

 

 


§ 1   Arbeiðstíðin eigur at verða sum ásett í lønarsáttmálanum millum FHF og FHMF.

 

 


§ 2   Er neyðugt við arbeiði uttan fyri vanligu arbeiðstíðina eigur hetta at gerast uttanfyri vanligu arbeiðstíðina gerandisdagar.

 

 


§ 3   Loyvt er ikki limum uttan grund at arbeiða sunnu- og halgidagar. Verður hetta gjørt, hevur heimafelagið rætt til, um tað biðir um tað, at fáa skrivliga grundgeving fyri, hví ið arbeitt verður.

 

 


§ 4   Er neyðugt við áhaldandi sunnu- og halgidagsarbeiði, skal limurin biðja um skrivligt loyvi til tað frá heimafelagi sínum.

 

 

 

 


E. Limaskapur

 

 

Stutt grundgeving: Tað átti ikki at verið nakar ivi um, í hvørjum handsverksmeistarafelagi ein handverksmeistari ella eitt handverksvirki eigur at vera limur. Men trupulleiki hevur tikið seg upp hesum viðvíkjandi við tað, at tað eru meistarar, ið ikki vilja í tað felagið, teir eiga heima í, men heldur vilja fara í eitt annað meistarafelag. Fyri at forða slíkari ósemju, verður henda fyriskipan sett í gildi:

 

 


§ 1   Ávíst felagsøki hoyrir til hvørt limafelag í FHMF.

 

 


§ 2  Limafelag tekur bara upp sum lim handverksmeistara, sum býr í felagsøkinum, ella skrásett handverksvirki, sum hevur heimstað í felagsøkinum.

 

 


§ 3   Felagsøkini eru:

Norðoyggjar:                   Meistarafelagið í Klaksvík

Eysturoy:                        Eysturoyar Handverksmeistarafelag

Vágoy:                            Vága Handverksmeistarafelag

Streymoy & Sandoy:        Havnar Handverksmeistarafelag

Suðuroy, norðara helvt:    Tvøroyar Meistarafelag

Suðuroy, sunnara helvt:    Vágs Handverksmeistarafelag.

 

 


§ 4   Heimstaðurin hjá skrásetta virkinum er har, sum virkið hevur sítt høvuðsvirksemi.