Ískoytisavtala um byggivinnuna

Ískoytisavtala til høvuðssáttmálarnar
millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðarafelag

 

Grein 1

Omanfyri nevndu partar eru samdir um, at
     - tá talan er um verkætlanir innan byggivinnuna
     - har í minsta lagi 8 arbeiðsfólk eru tengd at verkætlanini og
     - arbeiðið eftir ætlan skal vara í minsta lagi 3 mánaðir

kunnu lønarviðurskiftini verða sum ásett í hesari ískoytisavtalu.

Grein 2

Stk. 1 Arbeitt kann verða sambært hesi grein í antin 8-tíma degi, 16-tíma degi í tíðarskeiðnum 07 – 24 ella 24-tíma degi mánadag til fríggjadag. Leygardag, sunnudag, halgidagar og frídagar sambært høvuðssáttmálanum verður lønt sambært høvuðssáttmálanum eins og arbeiði uttanfyri nevndu arbeiðsskipanir.

Sama arbeiðstíð er galdandi fyri øll arbeiðsfólk á arbeiðsplássinum, treytað av at talan er um somu arbeiðsuppgávur. Um skift verður frá einari skipan til aðra, skal hetta fráboðast í minsta lagi 24 tímar frammanundan.

Stk. 2. Um arbeitt verður 8-tíma dag, verða lønarásetingarnar í høvuðssáttmálanum galdandi óbroyttar, umframt møguliga yvirtíð.

Stk. 3. Um arbeitt verður 16-tíma dag (8 tímar hvørja  vakt), verður tímalønin 160,32[1] kr, umframt viðkomandi viðbøtur í § 4 og § 5 í høvuðssáttmálanum og møguligar starvstíðarviðbøtur.  Verður arbeitt fleiri enn 8 tímar á vaktini, verða teir tímar, sum eru umframt teir 8 tímarnar, løntir sambært lønarásetingunum í høvuðssáttmálanum.

Stk. 4. Um arbeitt verður 24-tíma dag (2-skifti ella 3-skifti vakt), verður tímalønin 171,41[2] kr, umframt viðkomandi viðbøtur í § 4 og § 5 í høvuðssáttmálanum og møguligar starvstíðarviðbøtur.

Stk. 5. Døgurðasteðgurin á 20 min. verður ikki frádrigin, ella verður hildin sambært sáttmálanum. Um arbeitt verður í skiftum, so verður mattíðin ikki frádrigin fyri 2. og 3. holdið. Kaffisteðgir verða praktiseraðir soleiðis sum tað higartil hevur verið gjørt.

Stk. 7. Um arbeitt verður í skiftum, skal miðjast ímóti at hava nøkulunda eins stór hold, sum skiftast um vaktirnar hvørja viku.

Grein 3

Stk. 1. Henda ískoytisavtala er ikki galdandi fyri verkætlanir, har byggiavtala er gjørd, og arbeiðið er byrjað, áðrenn ískoytisavtalan kom í gildi.

Stk. 2. Hóast ískoytisavtalan fer úr gildi, verður hon framhaldandi at galda fyri verkætlanir, har byggiavtala er gjørd, meðan hon var í gildi.

Grein 4

Stk. 1. Har annað ikki er tilskilað í hesari avtalu, eru ásetingarnar í høvuðssáttmálanum galdandi, m.a. reglurnar um eftirløn.

Stk. 2. Fyritøka, sum brúkar henda sáttmála, hevur skyldu at senda fráboðan til viðkomandi fakfelag um hetta. Feløgini hava rætt til at fáa útflýggjað yvirlit yvir starvsfólk, sum eru sett sambært hesum sáttmála.

Grein 5

Gildiskoma og uppsøgn fylgir høvuðssáttmálanum.

25. mai 2022

Føroya Arbeiðsgevarafelag                                                                                          

Føroya Arbeiðarafelag                                                                                                           

Havnar Arbeiðarafelag


[1] 1. mai 2023: kr. 165,93

[2] 1. mai 2023: kr. 177,41