Sáttmáli fyri pelagisku virkini

Sáttmáli millum undirritaðu

Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag (í sáttmálanum nevnd “fakfeløgini”) øðrumegin
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag (í sáttmálanum nevnd “FAG”) hinumegin

er í dag gjørdur hesin sersáttmáli.

§ 1
Øki sáttmálans

Sáttmálin fevnir um øll arbeiðsfólk, sum starvast á uppisjóvarvirkjum, herundir eisini innan landing og avskiping (í løtuni P. P. Faroe Pelagic, Varðin Pelagic og Pelagos).

§ 2
Lønarásetingar

Stk. 1. Partarnir eru samdir um, at tímalønin fyri allar tímar í samdøgrinum, mánadag til og við fríggjadag (mánamorgun kl. 00.00 til fríggjadag kl. 24.00) verður kr. 178,75 [1] um tíman, og er hetta galdandi uttan mun til, hvussu vaktirnar eru skipaðar, ella um arbeitt verður vanliga normaltíð.

Stk.2. Um arbeiðsfólk arbeiðir longri enn 12 tímar á vaktini, verður fyrstu tríggjar tímarnar aftaná goldin leygardagsløn sambært stk. 3. Fylgjandi tímar verður goldin sunnu- og halgidagsløn sambært stk. 3

Stk. 3. Fyri arbeiði leygar- sunnudag og aðrar halgidagar umframt frídagar sambært sáttmálanum millum fakfeløgini og FAG, verður lønin, sum ásett í sáttmálanum millum fakfeløgini og FAG, herundir galdandi yvirtíðartakstir. Tímalønin er pr. 1. mai 2023 kr. 239,50[2] fyri leygardagar og kr. 290,0[3] fyri sunnu- og halgidagar.

Stk. 4. Harumframt skal gjaldast starvstíðarviðbót sambært teimum til eina og hvørja tíð galdandi takstum í sáttmálanum millum fakfeløgini og FAG.

Stk. 5. Arbeiðsfólk, ið eru til arbeiðis, hóast ongin framleiðsla er á virkinum, verða lønt sambært høvuðssáttmálanum. Henda áseting er galdandi frá einum samdøgri aftaná at framleiðsla endar ella til liðugt er at rigga av og vaska aftaná framleiðsluna,  til eitt samdøgur áðrenn nýggj framleiðsla byrjar.

Hendan áseting er ikki galdandi tá talan er um landing ella avskiping.

Stk. 6. Partarnir eru samdir um, at lønin framyvir hækkar við sama prosentstigi, sum lønin hækkar í samráðingunum millum fakfeløgini og  FAG um sáttmálaviðurskiftini á privata arbeiðsmarknaðinum.

Stk. 7. Um arbeiðsfólkið ynskir tað, og fakfeløgini skrivliga góðtaka hetta, so kann lønin ásetast til kr. 165,56[4] pr. tíma á dagvaktini (frá kl. 08.00 – 20.00) og kr. 191,84[5] pr. tíma á náttarvaktini (frá kl. 20.00 – 08.00) frá mánadegi kl. 00:00 til fríggjadag kl. 24:00.

§ 3
Summarfrí

Viðvíkjandi summarfrí verður víst til galdandi frítíðarlóggávu.

§ 4
Aðrar ásetingar

Stk. 1. Har aðrar ásetingar ikki eru gjørdar í hesum sersáttmála, so eru ásetingarnar í sáttmálanum millum fakfeløgini og FAG galdandi, herundir ásetingarnar um eftirlønargjøld, limagjøld og aðrar ásetingar. Viðbót fyri sildaarbeiði verður tó ikki galdandi fyri hendan sáttmála.

Stk. 2. Viðvíkjandi ásetingini um upplýsingar til arbeiðsfólk um nær arbeiði byrjar (§ 9 í høvuðssáttmálanum), so skal freistin sambært hesum sáttmála vera 8 tímar. Um serlig viðurskifti eru, t.d. fólk ikki møtir til arbeiðis vegna sjúku, so er nevnda 8 tíma freist ikki galdandi, tá onnur fólk skulu boðsendast til arbeiðis.

§ 5
Gildisskeið og ætlanarlýsing

Gildiskoma og uppsøgn fylgir høvuðssáttmálanum.

§6
Sáttmálaeintøk

Hesin sersáttmáli verður undirskrivaður í fimm einsljóðandi eintøkum og fær hvør partur sítt eintak.

Tórshavn, tann 25. mai 2022

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðarafelag                                                   

Havnar Arbeiðarafelag           

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag


[1]  1. mai 2022: kr. 172,92 og 1. mai 2023: kr. 178,70

[2] 1. mai 2022: kr. 231,76 og 1. mai 2023: kr. 239,23

[3] 1. mai 2022: kr. 280,63 og 1. mai 2023: kr. 289,98

[4] 1. mai 2022: kr. 160,21 og 1. mai 2023: kr. 165,56

[5] 1. mai 2022: kr. 185,64 og 1. mai 2023: kr. 191,84