Føroya Arbeiðarafelag - Høvuðssáttmáli

Lønarsáttmáli
millum
Føroya Arbeiðarafelag
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag

§ 1

Hesin sáttmáli fevnir um arbeiðara-/serarbeiðarayrki, sum fakliga eins væl og landafrøðiliga liggur innan økið hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Grundløn og viðbót
§ 2

Stk. 1. frá 1. maj 2022 er lønin 140,30 kr. Tann 1. maj 2023 er lønin 144,99 kr.
Stk. 2. Lønin er at skilja sum minstaløn.

Viðbøtur
§ 3

Fyri útgrevstur, uppruddan á byggiplássum, kolarbeiði, skitið og ónossligt arbeiði, sement-, beton-, stoypi-, jarnbindingar-, vatnbyggi-, asfalt-, tjøru-, grótarbeiði og arbeiði á sleipistøð at skrubba botn á skipi uttan og smyrjing av skipi uttan upp til lúnning og málingaarbeiði við sproytu á skipasmiðju, verður goldið grundløn+ viðbót á 0,29 % um tíman.

§ 4

da. Fyri arbeiði við grótjótrara, fyri passan av motorum, kompressarum, spølum og líknandi í samband við byggiarbeiði. Fyri passan av kranum. Fyri koyring av traktorum, dumparum og líknandi amboðum, so sum vegtrumlum, hydrauliskum gravkúm, borivognum og betongbilum verður goldið grundløn + viðbót á 3,35 % um tíman.

b. Fyri at løða og spreingja og grótboran verður goldið grundløn + viðbót á 5,19 % um tíman.

c. Fyri tunnilsarbeiði verður goldið grundløn + viðbót á 4,73 % um tíman.

d. Fyri at reinsa ketlar, vatntangar á skipi, oljutangar, lýsitangar og smeltitól og reinskan av kloakk og kjøli innan í skipi verður goldið grundløn + viðbót á 5,47 % um tíman.

e. Fyri arbeiði við vandamiklum burturkasti á brennistøðum, vandamiklum evnum, sum krevja serliga verndarútgerð, t.d. asbest, umframt fyri upptak eftir vanlukkum og fyri reingerð, har servitan er kravd verður latin grundløn + viðbót á 5,47 % um tíman. Hetta stykki er galdandi frá 1. maj 2013.

§ 5

Grundlønin hjá bilstjórum og gaffiltruckførarum fyri tey í § 2 nevndu arbeiðum og teim, ið passa spølini undir lossing, verður goldin grundløn + viðbót á 1,17 % um tíman.

Grundlønin hjá bilstjórum og gaffiltruckførarum fyri tey í § 3 nevndu arbeiðum verður goldin grundløn + viðbót á 1,62 % um tíman.

Fyri at koyra kranvogn og tankvogn verður grundlønin fyri tey í § 2 nevndu arbeiðum goldin grundløn + viðbót á 3,59 % um tíman, og fyri tey í § 3 nevndu arbeiðum verður goldin grundlønin + viðbót á 4,02 % um tíman.

Protokollat:
Partarnir binda seg til í sáttmálaskeiðnum at taka upp samráðingar um at endurskoða skipanina við viðbótum í sáttmálanum. Partarnir eru samdir um, at skipanin skal nútímansgerast, og miðast skal ímóti, at skipanin gerst so einføld og liðilig, sum til ber.

Setanarskriv
§ 6

Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.

Ungdómur
§ 7

Ungdómar 14 ár fáa 50 %, 15 og 16 ár fáa 75 % av vaksnamannalønini bæði fyri normal- og yvirtíð. 17 ára gomul fáa fulla løn.

Yvirtíðarløn og frídagar
§ 8

Yvirtíðarlønin verður fyri øll arbeiði roknað av fullari normalløn soleiðis:

Tá normalarbeiðstíðin er kl. 07-16:
Frá kl. 16-20:                                         35 %
Frá kl. 20-07:                                         60 %

Tá normalarbeiðstíðin er kl. 08-17:
Frá kl. 17-21:                                         35 %
Frá kl. 21-08:                                         60 %

Tá normalarbeiðstíðin er kl. 09-18:
Frá kl. 18-22:                                         35 %
Frá kl. 22-09:                                         60 %

Leygardagar kl. 00-24:                         65 %
Sunnu- og halgidagar kl. 00-24:          100 %   

Sama er galdandi fyri arbeiði, sum byrjar nevndu dagar, og heldur áfram um midnátt og til normalarbeiðstíðin tekur við aftur.

Har døgurðatímin sambært §10, stk. 3 og 4 verður styttur, tekur yvirtíðin við ein tíma fyrr.

Frídagar
1. mai, jólaaftan og nýggjársaftan eru heilir frídagur. Flaggdagur, páskaaftan, hvítusunnuaftan og 1. november eru hálvir frídagar.

Átrokandi arbeiði, sum verður gjørt 1. mai, jólaaftan, nýggjársaftan og eftir kl 12 hesar dagar, verður lønt við dupultari løn, so leingi halgan varar. Tó verður arbeiði eftir kl 13.00 jólaaftan lønt við dupultari sunnu- og halgidagsløn.

Sambært lóg nr. 353, 7. august 1922 er grundlógardagur hálvur frídagur.

Umframt hesar hevur løntakari rætt til 5 frídagar uttan løn. Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við løntakaran, nær hesir frídagar skulu takast.

Arbeiði áðrenn kl 4.00/5.00
Um arbeiði byrjar í summarhálvárinum (summarhálvárið verður at rokna frá 1/5 til 31/10) fyri kl. 4 og í vetrarhálvárinum fyri kl. 5 verður ikki niðurfarið í løn fyrr enn høvi hevur verið at fáa svøvn. (við svøvn skilst at hava verið burtur frá arbeiðsplássinum í 6 tímar).


Arbeiðstíð, døgndrift og skiftisvakt
§ 9

1. Normalarbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skal vera 8 tímar um dagin frá mánadegi til og við fríggjadegi, og skal tann dagliga arbeiðstíðin liggja millum kl. 7 á morgni og til kl. 18 á kvøldi, hetta soleiðis sum partarnir á teimum einstøku arbeiðsplássunum semjast um.

Vanligur meiriluti á arbeiðsplássinum skal vera fyri hesum og atkvøðast skal við seðlum.

Er á arbeiðsplássinum gjørd semja um, at normalarbeiðstíðin skal liggja millum kl. 7 á morgni og kl. 16 á kvøldi, skal hetta vera galdandi fyri alt arbeiðsplássið.

Er á arbeiðsplássinum gjørd semja um, at normalarbeiðstíðin skal liggja millum kl. 8 á morgni og kl. 17 á kvøldi, skal hetta vera galdandi fyri alt arbeiðsplássið.

Er á arbeiðsplássinum gjørd semja um, at normalarbeiðstíðin skal liggja millum kl. 9 á morgni og kl. 18 á kvøldi, skal hetta vera galdandi fyri alt arbeiðsplássið.

Har eitt arbeiðspláss natúrliga kann býtast upp í fleiri deildir, kunnu ymsar arbeiðstíðir avtalast millum arbeiðsfólkið saman við álitisfólkið og virkið, sum frávíkja normalarbeiðstíðini. Atkvøðast skal við seðlum. Hesar arbeiðstíðir skulu liggja millum kl. 07.00 og 18.00 og skulu stjórnirnar hjá meginfeløgunum hava hesar avtalur, sum skulu vera skrivligar, til góðkenningar. Um meginfeløgini ikki áðrenn 14. dagar hava fráboðað annað verða avtalurnar at meta sum góðkendar.

Um avtalað verður gjørd við arbeiðsfólkið í einari serstakari deild um frávik frá normalarbeiðstíðini smb. omanfyristandandi, so skal nýggja arbeiðstíðin hjá hesum starvsbólki metast sum normalarbeiðstíð, soleiðis at arbeiðið uttan fyri hesa tíð verður roknað sum yvirtíð sambært grein 8.

Døgndrift

2. Døgndrift skal ganga í skiftum. Øll ídnaðarvirki, ið vanliga kunnu hava 3-skifti vakt, koma undir heitið døgndrift.

Um døgndriftsarbeiði á fiskavirki røkkur styttri enn 3 samdøgur/2 samdøgur samanhangandi og á øðrum ídnaðarvirkjum styttri enn 5 samdøgur saman-hangandi, verður hetta arbeiði avroknað sum vanligt arbeiði og goldið samsvarandi hesum, eisini hvat yvir- og nátttíð viðvíkur.

Í døgndrift verður lønin henda:
Frá kl. 08-16 vanlig normalløn.
Frá kl. 16-24 vanlig normalløn + 4,58 % um tíman.
Frá kl. 24-08 vanlig normalløn + 6,41 % um tíman.

Røkkur arbeiði á fiskavirkjum styttri enn 3 samdøgur, men í minsta lagi 2 samdøgur, verður lønin hendan:
Frá kl. 08-16 vanlig normalløn.
Frá kl. 16-24 vanlig normalløn + 7,32 % um tíman.
Frá kl. 24-08 vanlig normalløn + 9,15 % um tíman.

Hesar viðbøtur verða ikki prístalsviðgjørdar. Mattíð við døgndrift verður ikki frádrigin.

Gongur døgndriftsarbeiðið um leygar-, sunnu- og halgidagar, skal hetta avroknast sum leygar-, sunnu- og halgidagar, men kann hetta tó ikki bróta 3/2- og 5-samdøgursregluna.

Upplýsast skal 24 tímar frammanundan vaktarskifti byrjar. Um ikki fráboðað verður innan ásettu freistina, so skal gjaldast 1. yvirtíð tann dagin fyri hvørt arbeiðsfólk á vaktunum.

Skiftisvakt

3. Á ídnaðarvirkjum kann arbeiði fara fram í 2 skiftum, 8 tímar hvørt, við nøkulunda eins stórum holdum, sum skiftast um vaktirnar hvørja viku.

Um skiftisvaktararbeiði á fiskavirkjum røkkur styttri enn 3 samdøgur samanhangandi og á øðrum ídnaðarvirkjum styttri enn 5 samdøgur samanhangandi, verður hetta at avrokna sum vanligt arbeiði og goldið samsvarandi hesum, eisini hvat yvir- og nátttíð viðvíkur.

Við samráðing arbeiðaranna og arbeiðsgevaranna millum kann arbeiðstíðin leggjast millum kl. 07-24, og lønin verður henda:

1. holdið: Vanlig normalløn.
2. holdið:  Vanlig normalløn + 11%

Henda viðbót verður ikki prístalsviðgjørd. Mattíðin verður ikki frádrigin fyri 2. holdið.

Yvirtíð - um arbeitt verður meira enn 8 tímar á vaktini - við skiftisvaktararbeiði eins og sunnu- og halgidagsarbeiði verður goldið eftir § 8.

Sunnu- og halgidagar skulu ikki bróta 3- og 5- samdøgursregluna.

Har eitt arbeiðspláss náttúrliga kann býtast upp í fleiri deildir, kann avtala gerast um, at skiftivakt verður brúkt á einstøku deildini.

Avtalan verður gjørd millum arbeiðsfólkið saman við álitisfólki og virki. Atkvøðast skal við seðlum millum alt arbeiðsfólkið á virkinum og umboð fyri feløgini nevnd í sáttmálanum, skal vera hjástødd meðan atkvøtt verður. Stjórnin í felagnum skal hava hesar avtalur, sum skulu vera skrivligar, til góðkenningar.

Um felagið ikki hevur fráboðað nakað innan 14 dagar frá tí at avtalan er móttikin, verða avtalurnar at meta sum góðkendar.

Upplýsast skal 24 tímar frammanundan vaktarskifti byrjar. Um ikki fráboðað verður innan ásettu freistina, so skal gjaldast 1. yvirtíð tann dagin fyri hvørt arbeiðsfólk á vaktunum.

Protokollat úr semingsprotokollini:
Viðvíkjandi døgndriftsarbeiði, har trot er uppá fólk, er stjórn Føroya Arbeiðarafelags samd um, at er ynski frá avvarandi arbeiðara- ella arbeiðskvinnufeløgum um at víkja frá tíðarbýtinum í døgndrift, vil stjórnin viðgera hetta ynski við vælvild.

Um arbeiðarar, sum arbeiða døgndrift í 3 skiftum ynskja at broyta arbeiðstíðina, skal henda broyting í hvørjum føri góðkennast av stjórn Føroya Arbeiðarafelags.

Mat og drekkatíð í døgndrift verður at praktisera, sum hon higartil hevur verið á teim ymsu arbeiðsplássunum og í teim ymsu arbeiðunum.

Somuleiðis verður í øðrum arbeiði drekkatíð at praktisera, soleiðis sum hon higartil hevur verið á teim ymsu arbeiðsplássunum og í teim ymsu arbeiðunum.

Matarsteðgir
§ 10

Stk. 1. Døgurðatímin skal verða 1 tíma og skal liggja millum kl. 12 og 13, og verður tá einki goldið fyri hesa mattíð. Verður arbeitt í døgurðatímanum, skal dupult normalløn verða goldin, leygardag dupult leygardagsløn og sunnu- og halgidagar dupult sunnudagsløn.

Tað skal ongantíð verða meira enn 4 tímar millum hvønn verð.

Stk. 2. Um arbeitt verður yvirtíð meira enn 60 minuttir ein dag, so eiga arbeiðsfólkini rætt til nátturðasteðg. Nátturðasteðgurin skal verða 1 tíma og skal liggja millum kl. 18.00 og 19.00, og verður tá einki goldið fyri hesa mattíð. Verður arbeitt í nátturðasteðginum, skal dupult yvirtíðarløn verða goldin. Varskógvast skal dagin fyri, um arbeiðast skal yvir. Um hetta ikki ber til, skal varskógvast áðrenn døgurða sama dag, sum arbeiðast skal yvir. Um ikki verður varskógvað áðrenn døgurða, og farið verður til nátturða, fær arbeiðsfólkið ein tíma eyka løn svarandi til yvirtíð 1, um byrjað verður aftur kl. 19.00.

Stk. 3. Uttan mun til stk. 1 og 2 kann á arbeiðsplássinum gerast avtala um, at fyri hvørjar 4 tímar skal arbeiðsfólk hava í minsta lagi 20 minuttir mattíð.

Løn verður ikki frádrigin fyri matarsteðgir eftir hesum stykki.

Stk. 4. Á arbeiðsplássinum, har talið av arbeiðsfólkum er í minsta lagi 10, kann avtala gerast um, at matarsteðgur sambært stk. 3 kann latast sum rullandi skipan við á leið eins stórum bólkum.

Løn verður ikki frádrigin fyri matarsteðgir eftir hesum stykki.

Stk. 5. Avtalan á arbeiðsplássinum, sambært stk. 3 ella 4 verður gjørd samsvarandi omanfyri standandi reglum um arbeiðstíð.

Arbeiðarafelagið skal hava skrivliga fráboðan um broytingar í mattíðunum.

Viðvíkjandi drekkatíð verður víst til ásetingarnar omanfyri.

Álitisfólk og Nevndarlimir
§ 11

Á hvørjum arbeiðsplássi hava arbeiðararnir rætt til at velja sær álitismann. Nærri reglur fyri álitismenn eru skrásettar í serligari skipan í millum feløgini.

b. Nevndarlimir í fakfelag hava rætt til frí frá arbeiði sínum í sambandi við nevndararbeiði, samráðingar og skeiðluttøku. Fráboðan skal gevast arbeiðsgevaranum beinanvegin tá nevndarlimur fær fundarboð.

c. Viðvíkjandi uppsøgn av nevndarlimum í Føroya Arbeiðarafelag eru somu reglur galdandi sum fyri álitisfólk.

Minsta arbeiðstíð og løn
§ 12

Fyri eitt og hvørt arbeiði fær hvør tann, sum luttekur í arbeiðinum, løn fyri í minsta lagi 2 tímar, sjálvt um arbeiðið varir styttri.

Somuleiðis fáa arbeiðsfólk, sum eftir tilsøgn møta til arbeiðis, og arbeiðið ikki verður útint, løn fyri 2 tímar, ella um arbeiðið byrjar aftaná eina ásetta tíð, løn fyri ta tíð, tey hava bíðað.

Lønarútgjalding
§ 13

Arbeiðslønir verða at gjalda eina ferð um vikuna. Um avtala verður gjørd við avvarandi fakfelag (Føroya Arbeiðarafelag), kann lønarútgjalding tó fara fram 14. hvønn dag/mánaðarliga. Við útgjalding skal vikuseðil fylgja við.

Arbeiðslønir verða at gjalda gjøgnum løngjaldsstovur, ið eru og verða settar á stovn, har arbeiðarafeløgini ynskja tað, annars sambært galdandi lóg.

Arbeiðsskaðar
§ 14

Stk 1. Kemur arbeiðsfólk til skaða undir arbeiði, og tey sambært læknaváttan eru óarbeiðsfør, verður goldið 20 % av mistu arbeiðstíð upp til 10 dagar við 10 % frá arbeiðsgevara og 10 % frá arbeiðarafelag.

Stk. 2. Verður løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara í meira enn 9 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum er arbeiðsskaði sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, hevur arbeiðsgevari, aftaná at tíðarskeiði í stk. 1 er endað, skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina og vanligu lønina, sum løntakari hevði fingið útgoldna, um viðkomandi ikki fekk skaðan.

Gjaldsskyldan hjá arbeiðsgevaranum stendur við inntil løntakari aftur er arbeiðsførur tó í mesta lagi 5 mánaðir aftaná, at arbeiðsskaðin er hendur.

Akkord og serarbeiðarar
§ 15

a. Har arbeiði og líkindi eru til, at akkord kann fara fram, er hetta loyvt, tó kunnu stjórnirnar hjá meginfeløgunum krevja sær hesar til góðkenningar.

Verður álagt at arbeiða yvirtíð við akkord, verður lønin at hækka sambært yvir-tíðarlønina í § 8.


Protokollat:
Partarnir eru samdir um, at tørvur er á serarbeiðarasáttmála og vátta, at arbeitt verður fram ímóti at fáa undirskrivað slíkan sáttmála skjótast tilber.

Formaður
§ 16

Hvør arbeiðsgevari hevur rætt til at hava ein formann, ið ikki nýtist at vera limur í nøkrum felag.

Lán av arbeiðsfólkið
§ 17

Arbeiðsfólk, sum verður lánt frá einum arbeiðsgevara til annan arbeiðsgevara, varðveitir starvsrættindi síni.

Vaktarmenn á skipum
§ 18

Vaktarmenn á skipum við bryggju á nátt fáa eina viðbót fyri náttina, sum svarar til 7,5 vanligar tímalønir. Leygar- og sunnunátt er viðbótin tað, sum svarar til 10 vanligar tímalønir. Náttin er frá kl. 21-08.

Har arbeitt verður á vaktini umborð við øðrum enn sjálvum vaktararbeiðinum skal løn gjaldast vaktarmanninum samsvarandi ásetingunum í hesum sáttmála.

Tilkallivakt
§ 18a

Arbeiðari, sum hevur tilkallivakt, verður frá mánadegi til og við fríggjadag kl. 24.00, løntur við 13,73% um tíman. Eftir fríggjadag til vanliga arbeiðstíð mánamorgun, verður arbeiðari løntur við 27,45% um tíman.

Verður arbeitt í tilkallitíðini verður løn goldin sambært § 8.

Tó skal henda áseting ikki føra við sær, at vaktargjøld eftir skipanum, sum nú er í gildi verða lækkað.

§ 19

Partarnir eru samdir um, at tað er av týdningi, at arbeiðsfólk verða ment við upplæring, eftirútbúgving og skeiðsluttøku.

Tá arbeiðsfólki verður álagt at fara á skeið, verður hetta avroknað sambært grein 2 í hesum sáttmála umframt møguligar viðbøtur, tó í mesta lagi 8 vanligar tímar um dagin. Hetta er eisini galdandi, um hesi skeið fella á leygardag, sunnudag ella fastan frídag.

Barsilsfarloyvi
§ 20

Løntakari sum er settur í starv eftir hesum sáttmála eigur rætt til barsilsfarloyvi sambært galdandi lóggávu.

§ 21

Arbeiðsfólk, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslagi fyribils røkja hægri starv í 1 viku samfelt ella meira, eiga í hesum tíðarskeiði at verða lønt við somu løn, sum tann, sum tey avloysa fær, treytað av at tey yvirtaka tær arbeiðsuppgávur, ið standast av hægra starvinum.

§ 22

Arbeiðsfólk, sum hevur starvast í 5 samanhangandi ár hjá sama arbeiðsgevara, kann fáa farloyvi uttan løn, har tað ikki stríðir móti áhugamálum hjá arbeiðsgevara. Arbeiðsgevarin skal hava starv tøkt, tá farloyvistíðin er farin.

Uppsagnir
§ 23

Stk. 1. Í einum og hvørjum arbeiði, sum varar longur enn 3 mánaðir, verður fyri tímalønt arbeiði uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevara hendan:

Minni enn 6 mánaðar starvstíð:           5                    arbeiðsdagar.
Meira enn 6 mánaðar starvstíð:           7                    arbeiðsdagar.
Meira enn 1 ára starvstíð:                   10                   arbeiðsdagar.
Meira enn 2 ára starvstíð:                   15                   arbeiðsdagar.
Meira enn 3 ára starvstíð:                   20                   arbeiðsdagar.
Meira enn 5 ára starvstíð:                   25                   arbeiðsdagar.

Uppsagnarfreistin frá arbeiðara síðu verður hendan:


Meira enn 3 mánaðar starvstíð 5 arbeiðsdagar
Meira enn 6 mánaðar starvstíð 7 arbeiðsdagar

Hetta er tó ikki galdandi, tá steðgur kemur í arbeiði vegna rávørutrot ella veður.

Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar.

Stk. 2. Arbeiðsgevari hevur, tá  setanin hjá arbeiðsfólkinum endar, skyldu at geva arbeiðsfólkinum prógv um starvstíðina hjá arbeiðsfólkinum.

Uppsagnir skulu byggja á rímiligar grundir. Arbeiðsgevarin skal skrivliga grundgeva fyri uppsøgnini, um tann uppsagdi biður um tað. Grundgevingin kann bert vera kravd, um tann uppsagdi hevur verið starvssettur í minst 9 mánaðar.

Stk. 3. Verður løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara í meira enn 9 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum er arbeiðsskaði sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, kann viðkomandi ikki sigast úr starvi fyrr enn 7 mánaðir, aftaná arbeiðsskaðin er hendur. Hetta er tó bert galdandi, inntil løntakarin aftur er arbeiðsførur.

Limagjald, lívstrygging, eftirløn og eftirsitiløn
§ 24

Stk. 1. Fyri at stuðla týðandi endamáli hjá Føroya Arbeiðarafelag verður eitt gjald uppá 1,5% av lønini frádrigið, áðrenn hon verður útgoldin.

Gjaldið verður útgoldið av arbeiðsgevaranum til Føroya Arbeiðarafelag sambært manningarlista og kontoavriti, samstundis sum lønin verður flutt.

Tað prosentið, sum lokalfelagið skal hava, verður frádrigið, áðrenn lønin verður útgoldin.

Stk. 2. Til lívstrygging og onnur sosial endamál verður eitt gjald uppá 1,5% av lønini frádrigið, áðrenn hon verður útgoldin.

Gjaldið verður inngoldið av arbeiðsgevarum til Føroya Arbeiðarafelag sambært manningarlista og kontoavriti, samstundis sum lønin verður flutt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fær útflýggjað reglugerðir, sum verða gjørdar í sambandi við nýtsluna av framman fyri nevnda prosentgjaldið.

Stk. 3. Arbeiðsgevarar rinda umframt lønina 11,2 % av arbeiðslønini í eftirlønargrunn/skipan fakfelagsins. Hetta prosentið verður útgoldið í grunnin samstundis, sum lønin verður goldin.

Stk. 4.  Tá arbeiðsfólk, sum hevur verið í minsta lagi 1 ár í starvi hjá verandi arbeiðsgevara, doyr, meðan hann/hon er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/sambúgvi ella børn undir 18 ár, sum arbeiðsfólk hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsitiløn fyri tann mánaðin, tá viðkomandi doyr, og 3 mánaðar fram.

Fyri tímalønt verður lønin roknað sum miðaltalið av tí løn, sum er útgoldin av verandi arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar, sum viðkomandi hevur verið til arbeiðis.

Ósemja og gerðarrættur
§ 25

a. Verður ósemja um arbeiði, sum ikki er tilskilað í sáttmálanum, skulu feløgini beinan vegin upptaka samráðingar um arbeiðs- og lønarviðurskifti hesum viðvíkjandi áðrenn farið verður til gerðarrætt.

b. Allar trætur um rættu fatan av sáttmálanum verða avgjørdar av einum gerðarrætti. Føroya Arbeiðarafelag velur 2 limir, Føroya Arbeiðsgevarafelag velur 2 limir og hesir 4 velja ástøðumann. Semjast teir ikki um hann, setur rætturin hann.

c.
Um gjørligt skal avgerðin fyriliggja seinast 3 mánaðir aftaná, at gerðarrætturin er settur.

Eftirlønargrunnur og Grundlønarhækking
§ 26

Arbeiðsgevarnir rinda 11,2 % av arbeiðslønini í eftirlønargrunnin hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Hesi prosent verða útgoldin saman við lønini.

1. mai 2022 hækkar grundlønin við  3,50%
1. mai 2023 hækkar grundlønin við  3,34%

Hesar hækkingar eru eisini galdandi fyri sersáttmálar.

Tey, sum hava nátt fólkapensiónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum eftirløn, útgoldna sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt.

Sama er galdandi fyri persónar, sum smb. § 1, skt 5 í eftirlønarlógini eru frítiknir fyri at rinda til eina føroyska eftirlønarskipan.

Viðmerking: Hin 1. mai 2023  svara hesi gjøld til 16,96 % av tímalønini og 6,46 % av mánaðarlønini. Gjøldini eru frítíðarløn/frítíðarískoyti, ALS-gjald, Barsilsgjald, gjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønar-grunnin og gjald til Vinnusjúkugrunnin. Tað vil siga, at pr. 1. mai 2023 verða 9,58% løgd omaná lønina hjá tímaløntum og og 10,52% løgd omaná lønina hjá teimum, sum halda feriu við løn.

Starvstíð
§ 27

Eftir 2 ára starvstíð verður viðbótin 2,5 % av grundlønini
Eftir 4 ára starvstíð verður viðbótin 3,5 % av grundlønini
Eftir 6 ára starvstíð verður viðbótin 4,0 % av grundlønini
Eftir 8 ára starvstíð verður viðbótin 5,0 % av grundlønini
Eftir 10 ára starvstíð verður viðbótin 6,5 % av grundlønini
Eftir 11 ára starvstíð verður viðbótin 8,0% av grundlønini.

Viðbótin fyri 11 ára starvstíð fær gildið 1. mai 2023.

Arbeiðsfólk hava rætt til at flyta starvstíð frá einum arbeiðsplássi til annað, um tað ikki hevur verið burtur frá arbeiðsøki sínum longur enn 7 ár.

Viðbótin fyri 3 ára starvstíð verður latin frá 1. mai 2003
Viðbótin fyri 5 ára starvstíð verður latin frá 1. mai 2005
Viðbótin fyri 7 ára starvstíð verður latin frá 1. mai 2007
Viðbótin fyri 9 ára starvstíð verður latin frá 1. mai 2013
Viðbótin fyri 11 ára starvstíð verður latin frá 1. mai 2017
Viðbótin broytt til 2, 4, 6, 8 og 10 ára starvstíð frá 1. mai 2022
Viðbótin broytt til 2, 4, 6, 8, 10 og 11 ára starvstíð frá 1. mai 2023

Til tess at fáa starvstíð frá nýggjum arbeiðsgevara skal arbeiðsfólkið kunna um møguliga starvstíð frá øðrum arbeiðsgevara við setan og í seinasta lagi, tá setanarprógvið verður undirskrivað.

Sunnu- og halgidagsarbeiði
§ 28

Sunnu- og halgidagsarbeiði arbeiðaranna er einans loyvt, har vandi er fyri, at virði í samband við framleiðslu landsins fara fyri skeyti.

Limaskapur
§ 29

Stk. 1 Partarnir eru samdir um, at teir hava felags áhuga í, at allir arbeiðsgevarar eru skipaðir sum limir í arbeiðsgevarafeløgunum, og at øll arbeiðsfólk eru skipaði sum limir í arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufeløgunum.

Sáttmálapartarnir og limirnir skulu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis forða fyri, at arbeiðsgevarar og arbeiðsfólk skipa seg í ávikavist arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafelag.

Stk. 2 Arbeiðsgevarafelagið arbeiðir fyri at kunna arbeiðsgevarar um teir fyrimunir, sum eru við limaskapi í arbeiðsgevarafelag. Somuleiðis arbeiða arbeiðarafeløgini fyri at kunna arbeiðsfólk um teir fyrimunir, sum eru við limaskapi í arbeiðsmanna- og kvinnufeløgunum. Partarnir arbeiða fyri at tryggja at verandi sáttmálar verða hildnir. Arbeiðsfólk og arbeiðsgevarar hava skyldu at siga feløgum sínum frá, tá ið óskipaði arbeiðsfólk ella arbeiðsgevarar eru á arbeiðsplássinum.

Stk. 3 Um arbeiðsgevari fær áheitan frá arbeiðarafelag um kunnandi tiltak á arbeiðsplássinum, skal ein slík áheitan viðgerast við vælvild, eins og arbeiðarafelagið skal virða, at dagliga arbeiðið ikki eigur at verða órógvað. Harafturat skal arbeiðsgevari loyva arbeiðarafelag umvegis álitisfólk síni at lata arbeiðsfólkum, bæði verandi og nýggjum, kunnandi tilfar um teir fyrimunir, sum limaskapur í fakfelag gevur.

 Farloyvi til formann/-kvinnu
§30

Formaðurin/-kvinnan í Føroya Arbeiðarafelag hevur rætt til farloyvi í í mesta lagi 6 ár uttan løn, og arbeiðsgevarin skal hava starv tøkt, tá ið farloyvistíðin er av.

Reingerð
§ 31

Stk. 1 Um avvarandi fakfelag ikki metir, at ávíst reingerðararbeiði við vanligum arbeiðsskjótleika kann fremjast innan teir tíðarkarmar, sum arbeiðsgevarin hevur sett av til hetta arbeiði, kann fakfelagið krevja, at ein ráðgevi, við viðkomandi førleikum, vegna fakfelagið fær høvi at kanna hølir og arbeiðsgongdir fyri at eftirkanna arbeiðið sæð í mun til nevndu tíðarkarmar. Sama er galdandi um fakfelagið metir, at tær umstøður, sum avtalaðar eru fyri reingerðina ikki eru loknar, t.d. at hølini ikki eru klár at gera rein.

Umboð fyri arbeiðsgevaran hevur rætt til at vera hjástatt, meðan kanningin fer fram.

Tá nevnda eftirkanning er farin fram, hevur ráðgevin rætt at krevja fund við arbeiðsgevaran fyri at viðgera eina møguliga ósemju um nevndu tíðarkarmar.

Um ósemjan ikki verður loyst, kann fakfelagið krevja málið viðgjørt saman við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Allir upplýsingar, sum koma fram undir slíkari eftirkanning, skulu viðgerast í trúnaði.

Stk. 2 Fyri høvuðsreingering verður veitt eykaviðbót uppá 9,15 % um tíman.



§32

Stk. 1. Tær eftirlitsskipanir, sum arbeiðsgevarin setir í verk, skulu vera grundaðar á trygd ella á rakstrarlig atlit, og hava eitt skynsamt endamál.

Stk. 2. Eftirlitsskipanir skulu ikki føra við sær óneyðugan ampa fyri arbeiðsfólkini, og rímiligur samanhangur skal vera millum endamálið við eftirlitinum og tann hátt, sum eftirlitið verður framt.

Stk. 3. Arbeiðsgevarin skal skrivliga kunna arbeiðsfólkini, áðrenn eftirlitsskipan verður sett í verk.

Stk. 4. Er alneyðugt at seta í verk eftirlit uttan at til ber

at boða frá, skal arbeiðsgevarin tó skjótast til ber boða arbeiðsfólkunum frá, at eftirlitsskipanin er sett í verk, og hvør orsøkin er til hetta.

Flutningsendurgjald
§ 33

a. Fyri almenn arbeiði, ið liggja so langt uttan fyri bygdina/býin, at neyðugt er at flyta arbeiðararnar, verða teir at fáa frían flutning til og frá við løn fyri koyritíðina fyri úttúrin.

b. Tá ið menn verða sendir í burturarbeiði, eiga teir fult vistarhald og ferðaútreiðslur goldnar og løn fyri ferðingartíðina og annars eftir sáttmálanum.

c. Verður arbeiðsfólk boðsent av arbeiðsgevara í aðrari bygd/bý til arbeiði, ið er bráfeingis, og er so langt ímillum, at neyðugt er at flyta arbeiðararnar, eiga teir frían flutning.

Hetta er tó ikki galdandi fyri arbeiðarar, sum frammanundan eru í føstum arbeiði hjá viðkomandi arbeiðsgevara.

Etingarrúm og arbeiðsklæðir
§ 34

Á øllum støðugum arbeiðsplássum, har fleiri fólk eru í arbeiði, eigur so vítt gjørligt at vera rúm til etingar og klæðir. Hesi rúm eiga at vera upphitaði.

Á arbeiðsplássum, har serligur búni verður kravdur, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at lata slíkan búna. Sama er galdandi fyri búna (fótbúna og klædnabúna), sum arbeiðsgevarin krevur bert verður brúktur á arbeiðsplássinum. Í seinna førinum er henda skylda tó ikki galdandi, fyrrenn arbeiðari hevur verið í arbeiði í 3 mánaðir.

Lærlinga- og yrkislønir
§ 35

Stk. 1 Fyri lærlingar, sum eru undir Ll. nr. 94 frá 29.12.1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum ella samsvarandi lóggávu, og sum starvast innan sáttmálaøkið, er lærlingalønin henda:

1. læruárið                        32 % av yrkisløn
2. læruárið                        40 % av yrkisløn
3. læruárið                        45 % av yrkisløn
4. læruárið                        55 % av yrkisløn

Fyri yvirarbeiði verða øll læruárini goldið grundløn + yvirtíðarløn sambært § 8 í høvuðssáttmálanum.

Stk. 2 Yrkislønin fyri tey, sum hava lokið útbúgvingina sambært stk. 1 er kr. 152,65 fyri tíman, og mánaðarlønin er kr. 26.458,82.Yrkislønin verður javnað eins og hjá yrkislærdum.

Yvirtíðarlønin er sum ásett í høvuðssáttmálanum, tó soleiðis at prosentini verða roknaði av yrkislønini.

Protokollat:
Føroya Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðskvinnufelag/Havnar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag vátta við hesum, at um lóg ella kunngerð um upplæring/skeiðvirksemi, sum ikki kemur undir verandi lærlingaskipan í Ll. nr. 94 frá 29.12.1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum, verður sett í gildi, so skulu partarnir taka upp samráðingar um sáttmálaásetingar, sum skulu áseta lønina hjá teimum persónum, sum fara undir slíka upplæring ella á slík skeið.

Hendan avtalan kemur í gildi tann dag hon er skrivað undir, og fylgir høvuðssáttmálanum.

Tórshavn, 30. apríl 2003.

§ 36

Sáttmálapartarnir kunnu gera sínamillum avtalur, sum avmarkaðar eru til ávís øki og ávís arbeiðspláss. Hesar avtalur skulu vera skrivligar.

Sáttmálauppsøgn
§ 37

Hesin sáttmálin er galdandi frá 1. mai 2022 og kann sigast upp av øðrum partinum við 4 mánaða ávaring til ein 1. mai, fyrstu ferð 1. mai 2024.

Tórshavn tann 25. mai 2022

FØROYA ARBEIÐARAFELAG                           FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG

Georg F. Hansen, formaður                                   Bogi Jacobsen, formaður
Elin K. Sørensen, næstforkvinna                          Høgni Hansen, næstformaður                Sunrid Vang                                                             Kristoffur Laksá
Jógvan Páll Johansen                                           Jón Sigurdsson
Suni Mortensen                                                      Jóhanna á Bergi
Amy Jacobsen                                                        Fróði Magnussen
Maud Túgvustein                                                    Jens Meinhard Rasmussen
                                                                                   Odd Eliasen
                                                                                   Árni Ellefsen

Protokollat um rúmliga arbeiðsmarknaðin
Sum útgangsstøði eru partarnir samdir um, at yvirskipaða sosiala ábyrgdin liggur hjá landstýri og løgtingi. Samstundis er tilknýti hjá einstaka borgarinum til arbeiðsmarknaðin av stórum týdningi sosialt og sálarfrøðiliga.

Partarnir meta, at í einum vælskipaðum samfelag eiga allir arbeiðsførir borgarar at hava møguleika at átaka sær arbeiðsuppgávur, sum liggja innan fyri teirra førleikakarm. Tí hevur tað týdning, at so nógvir borgarar sum gjørligt koma á og vera verandi á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsmarknaðurin má vera liðiligur, soleiðis at so nógv sum gjørligt fáa arbeiði í boði gjøgnum alt arbeiðslívið.

Við grundarlag í hesum eru partarnir samdir um, at ein virkin eldrapolitikkur er til frama fyri bæði fyritøku og arbeiðsfólk. Arbeiðsgevarar skulu tí vísa atlit til eldri arbeiðsfólk við at orða ein eldrapolitik, har møguleikar og tilboð til arbeiðsfólkini verða viðgjørd. Hesi skulu taka støði í førleikum, arbeiðsuppgávum og arbeiðstíð, soleiðis at tey eru í tráð við lívs- og yrkisstøðu arbeiðsfólksins og støðuna hjá fyritøkuni.

Harafturat eru partarnir samdir um at arbeiða fyri, at fólk við skerdum førleika fáa møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta kann m.a. gerast, so at hesir starvsbólkar fáa serliga tillagaðar setanartreytir. Við støði í vanligu ásetingunum í sáttmálanum eigur sostatt at bera til at lata arbeiði vera gjørt undir serligum treytum.

ÁLITISFÓLKASKIPAN

1. Á arbeiðsplássum har 3 ella fleiri fólk eru í vinnu, kunnu tey velja sær álitisfólk fyri 2 ár ísenn.

Bert fólk við føstum tilknýti til arbeiðsplássið, tímalønt ella fastlønt, kunnu verða vald til álitisfólk.

2. Á arbeiðsplássum har 20 ella fleiri fólk eru í vinnu, kunnu tey harafturat velja sær eitt trivnaðarumboð, tó uttan at hesi eru fevnd av verjuni í pkt. 10 og pkt. 11.

3. Álitisfólk skulu hava neyðuga kunning um tiltøk, sum ætlanin er at fremja, og sum kunnu hava ávirkan á arbeiðsumstøður.

4. Arbeiðsgevarin og nevndin í avvarðandi yrkisfelag skulu hava skrivliga fráboðan um, hvørji eru vald sum álitisfólk og trivnaðarumboð.

5. Álitisfólkið er umboðs- og tingingarfólk lagsbrøðranna við arbeiðsgevaran ella umboðsfólk hansara og skal gera sítt ítarsta til, at arbeiðið fer siðiliga fram á plássinum.

Arbeiðsgevarin og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samarbeiði á arbeiðsplássinum. Miðað verður ímóti, at álitisfólk er á hvørjari vakt.

6. Partarnir eru samdir um, at arbeiða fyri best møguligum trygdar- heilsu- og trivnaðarviðurskiftum á arbeiðsplássunum.

Endamálið er at skapa trygd, trivnað og menning á arbeiðsplássinum, at stimbra sosialt samanhald, og stimbra áhugan hjá starvsfólkinum og leiðslu fyri teimum arbeiðsuppgávum, sum áliggja. Viðvíkjandi trygdar- og heilsuviðurskiftum verður víst til galdandi arbeiðsumhvørvislóg.

Leiðsla og starvsfólk skulu í felag miða eftir, at tey krøv, sum frammanfyri eru sett til heilsuumstøður og trivnaðarviðurskifti, verða rokkin.

Heilsu- og trivnaðarpolitikkur fyri arbeiðspláss

Arbeiðsgevarar skulu bera so í bandi:

- At arbeiðsumstøðurnar eru soleiðis skipaðar, at minst møguligur vandi er fyri strongd millum arbeiðsbólkini,

- At tiltøk verða framd, sum skulu tryggja gott samstarv millum leiðslu og arbeiðsfólk og millum arbeiðsfólkini sínámillum,

- At happing ikki fer fram á arbeiðsplássinum,

- At møgulig kærumál um heilsu- og trivnaðarviðurskifti beinanvegin verða tikin upp, og verða viðgjørd millum leiðslu, álitisfólk og trygdarumboð,

- At neyðug tiltøk verða framd fyri at bøta um viðurskiftini, um tað vísir seg at tey viðurskiftini, sum nevnd eru frammanfyri, ikki eru nøktandi.

- At trivnaðarumboðini í arbeiðstíðini fáa høvi til at leggja til rættis sosial tiltøk, uttan lønarmiss, tó so at tað tarnar arbeiðnum sum minst. Hesi tiltøk kunnu eisini liggja uttanfyri arbeiðsplássið.

7. Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til arbeiðsgevaran ella, um hann ikki er at hitta, so til umboð hansara.

Álitisfólkið hevur eisini átalurætt viðvíkjandi ótrygd á arbeiðsplássinum, sí annars løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974.

Og eisini hevur álitisfólkið átalurætt viðvíkjandi málum, sum nevnd eru í 6 petti.

8. Um álitisfólk, tá samráðing er farin fram, ikki er komið til eina loysn við leiðsluna á arbeiðsplássinum, sum arbeiðarnir kunnu góðtaka, skal málið beinanvegin leggjast fyri viðkomandi fakfelag.

Álitisfólk og arbeiðarar kunnu ikki niðurleggja arbeiðið, fyrrenn nærri boð eru komin frá fakfelagnum

9. Álitisfólkið hevur rætt til at fáa frí at røkja uppgávur sínar sum álitisfólk. Skyldurnar hjá arbeiðsfólkinum skulu fremjast soleiðis, at tað tarnar framleiðsluni sum minst. Leiðslan skal skjótast til ber hava boð um fráveruna.

Í hesum føri, eins og tá leiðslan boðsendir álitisfólki um mál, sum hava við arbeiðarar ella arbeiðsviðurskifti at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina fyri ta tíð, tey eru úr arbeiði.

10. Uppsagnartíðin hjá álitisfólki er sambært sáttmálanum, sum viðkomandi er sett/ur eftir. Harafturat fær álitisfólkið goldið 1 mánaðarløn.

Uppsøgnin skal grundgevast og bert fremjast av ávísari neyðugari ørsøk. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi er sama galdandi fyri álitisfólk, sum fyri vanligar arbeiðarar annars.

11. Verður ósemja um uppsøgn álitisfólksins, verður hon at viðgera eftir § 21 b. Tekur slík ósemja

seg upp, skulu feløgini beinan vegin taka upp samráðingar, áðrenn farið verður til gerðarrætt.

Fastheldur arbeiðsgevarin uppsøgn sína hóast gerðarrættaravgerð, sum gongur honum ímóti, ásetur gerðarrætturin tað endurgjald, sum hann verður at rinda álitisfólkinum.

Støddin av hesum verður at áseta eftir teim fyriliggjandi umstøðunum, men kann tó ikki setast til meira enn 3 mánaðarlønir sambært § 3 í fastlønarsáttmálanum.

12. Álitisfólk skal fáa frí uttan løn til at luttaka á skeiðum og øðrum fundum í sambandi við álitisfólkastarvið. Arbeiðsgevari skal skjótast til ber hava boð um fráveruna.

13. Tiltaksfólk fyri álitisfólk, sum skal vera á staðnum, tá álitisfólk hevur forfall, skulu virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkini.

14. Um so er, at arbeiðarnir semjast um at velja eitt nýtt álitisfólk, kann slíkt val fara fram sambært punkt 1 og 4.

15. Broytingar í hesi álitisfólkaskipan kunnu bert gerast í samband við sáttmála-tingingar.

16. Um so er at ivamál taka seg upp viðvíkjandi hesi skipan, verða tey at leggja fyri gerðarrættin sambært § 21 b í sáttmálanum millum feløgini.

Tórshavn, 6. mai 2016

Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag
Kristoffur Laksá, samráðingarleiðari
Bergur Poulsen, formaður
Høgni Hansen, næstformaður
Jón Sigurdsson
Atli Gregersen
Fróði Magnussen
Bogi Jacobsen

Fyri Føroya Arbeiðarafelag
Georg F. Hansen, formaður
Elin K. Sørensen, næstforkvinna
Karla Einarsson
Jógvan Páll Johansen
Suni Mortensen
Sunrid Vang
Julia Hansen