Klaksvíkar Arbeiðsmanna- og kvinnufelag - Fastlønarsáttmáli

Lønarsáttmáli
fyri fastløntar
millum
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag/Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag

§ 1

Arbeiðstíðin er 40 tímar ella 50 tímar um vikuna. Fyri arbeiðstíð omanfyri normaltíðina verður at gjalda yvirtíðarløn. Yvirtíðarløn kann, um arbeiðsfólk ynskir tað, og arbeiðsgevarin samtykkir, avspákast í sama lutfalli, sum yvirtíðartaksturin í mun til vanligu lønina.

Arbeiðsgevarin avger í samráð við arbeiðsfólkið, nær avspákingin skal vera og boðar frá hesum í góðari tíð, tvs. vanliga ikki seinni enn 4 arbeiðsdagar frammanundan.

Avspákingin skal vanliga vera í heilum ella hálvum døgum og skal vera av í seinasta lagi tveir mánaðir aftaná, at viðkomandi yvirtíðararbeiði er útint.

Tímar, sum ikki eru avspákaðir í hesum tíðarskeiði, verða útgoldnir sum yvirtíð. Tílík avspáking skal ikki leggjast á dagar, sum frammanundan eru frídagar.

§ 2      

Tímars vika

Vanligt arbeiði

Skiti og ónossligt arbeiði

Arbeiðarar

40

24.426

24.497

Arbeiðarar

50

30.399

30.488

Bil- og gaffiltruckførarar

40

24.710

24.820

Bil- og gaffiltruckførarar

50

30.754

30.891

Bilstjórar á kranvognum, tankvognum (olja og bensin) og vognum við anhangara

40

25.300

25.404

Bilstjórar á kranvognum, tankvognum (olja og bensin) og vognum við anhangara

50

31.491

31.621

Tann 1. mai 2023 er lønin:

Tímars vika

Vanligt arbeiði

Skiti og ónossligt arbeiði

Arbeiðarar

40

25.541,8

25315,2

Arbeiðarar

50

31.414,3

31.506,2

Bil- og gaffiltruckførarar

40

25.535,3

25.649

Bil- og gaffiltruckførarar

50

31.781,2

31.922

Bilstjórar á kranvognum, tankvognum (olja og bensin) og vognum við anhangara

40

26.145

26.252,5

Bilstjórar á kranvognum, tankvognum (olja og bensin) og vognum við anhangara

50

32.530,2

32.677,1

Mánaðarlønirnar við 40 tíma viku og 50 tíma viku verða reguleraðar við somu broytingum í grundlønini sum í høvuðssáttmálanum faldað við ávíkavist 173,33 og 216,67 tímar um mánaðin. Mánaðarlønin verður roknað í heilum krónum.

Lønin skal verða á konto hjá løntakara í seinasta lagi seinasta yrkadag í mánaðinum.

§ 3

Ungdómar 14 ár fáa 50%, 15 og 16 ár 75% av vaksnamannalønini bæði fyri normal-og yvirtíð. 17 ára gomul fáa fulla løn.

Ásetingar í sambandi við sjúku
§ 4

Verður arbeiðari, sum er settur sambært hesum sáttmála, orsakað av sjúku, sum gevur honum rætt til dagpening sambært lóg um dagpening, ikki førur fyri at gera sítt arbeiði, rindar arbeiðsgevarin munin millum tað, ið arbeiðarin fær útgoldið av dagpeningi, og tað hann vildi havt fingið í løn í starvinum. Veitingin frá arbeiðsgevara stendur bert við í tveir mánaðir.”

§ 5

Arbeiðarar við døgndrift við 3 skifti vakt verða løntir soleiðis:

Fyri 6 dagar verður lønin sum fyri 50 tíma viku.
Fyri 5 dagar verður lønin sum fyri 40 tíma viku.

Fyri fastlønt arbeiðsfólk er uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevara síðu:

Upp til 6 mánaða starvstíð:                   1 mánaði til ein 1. í mánaðinum
Frá 6 mðr. til 2 ára starvstíð:                  2 mánaðir til ein 1. í mánaðinum
Meira enn 2 ára starvstíð:                      3 mánaðir til ein 1. í mánaðinum
Meira enn 5 ára starvstíð:                      4 mánaðir til ein 1. í mánaðinum

Uppsagnarfreistin við uppsøgn frá arbeiðsfólkinum: 1 mánaði til ein 1. í mánaðinum.

Uppsagnarfreistin skal vera skrivlig fyri báðar partar.

§ 6

Har annað ikki er nevnt í hesum sáttmála eru ásetingarnar í høvuðssáttmálanum galdandi fyri fastlønt arbeiðsfólk, tó ikki reglurnar um arbeiðstíð og løn, um ikki víst er til hesar reglur í hesum sáttmála.

Tá tímalønt starvsfólk hava arbeitt út í eitt hjá sama arbeiðsgevara í tvey ár, so skal arbeiðsgevarin taka upp spurningin um møguliga setan av fólkinum sum fastlønt, um løntakarin setur fram ynski um hetta.

Frávera í minni enn 14 dagar ávirkar ikki útrokningina av nevndu starvstíð, og heldur ikki ávirkar sjúkrafrávera ella onnur lóglig frávera nevndu útrokning.

Tórshavn, tann 25. mai 2022

KLAKSVÍKAR                                                         FØROYA
ARBEIÐSKVINNUFELAG                                    ARBEIÐSGEVARAFELAG

Jastrid Niclasen, forkvinna                                  Bogi Jacobsen, formaður
Anna Glerfoss, næstforkvinna                            Høgni Hansen, næstformaður
Anna Højgaard                                                      Kristoffur Laksá
Vónbjørt Guðjónsson                                          Jón Sigurdsson 
Heidi Olsen                                                            Fróði Magnussen
                                                                                Jens Meinhard Rasmussen
                                                                                 Jóhanna á Bergi
                                                                                 Odd Eliasen
                                                                                 Árni Ellefsen

KLAKSVÍKAR
ARBEIÐSMANNAFELAG

Absalon Hansen, formaður
Theodor A. Olsen
Jón Harald Poulsen
Pól Fuglø
Dánjal Klakk

ÁLITISFÓLKASKIPAN

  1. Á arbeiðsplássum har 3 ella fleiri fólk eru í vinnu, kunnu tey velja sær álitisfólk fyri 2 ár ísenn.

    Bert fólk við føstum tilknýti til arbeiðsplássið, tímalønt ella fastlønt, kunnu verða vald til álitisfólk.

  2. Á arbeiðsplássum har 20 ella fleiri fólk eru í vinnu, kunnu tey harafturat velja sær eitt trivnaðarumboð, tó uttan at hesi eru fevnd av verjuni í pkt. 10 og pkt. 11.

  3. Álitisfólk skulu hava neyðuga kunning um tiltøk, sum ætlanin er at fremja, og sum kunnu hava ávirkan á arbeiðsumstøður.

  4. Arbeiðsgevarin og nevndin í avvarðandi yrkisfelag skulu hava skrivliga fráboðan um, hvørji eru vald sum álitisfólk og trivnaðarumboð.

  5. Álitisfólkið er umboðs- og tingingarfólk lagsbrøðranna við arbeiðsgevaran ella umboðsfólk hansara og skal gera sítt ítarsta til, at arbeiðið fer siðiliga fram á plássinum.

    Arbeiðsgevarin og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samarbeiði á arbeiðsplássinum.

    Miðað verður ímóti, at álitisfólk er á hvørjari vakt.

  6. Partarnir eru samdir um, at arbeiða fyri best møguligum trygdar- heilsu- og trivnaðarviðurskiftum á arbeiðsplássunum.

    Endamálið er at skapa trygd, trivnað og menning á arbeiðsplássinum, at stimbra sosialt samanhald, og stimbra áhugan hjá starvsfólkinum og leiðslu fyri teimum arbeiðsuppgávum, sum áliggja. Viðvíkjandi trygdar- og heilsuviðurskiftum verður víst til galdandi arbeiðsumhvørvislóg.

    Leiðsla og starvsfólk skulu í felag miða eftir, at tey krøv, sum frammanfyri eru sett til heilsuumstøður og trivnaðarviðurskifti, verða rokkin.

    Heilsu- og trivnaðarpolitikkur fyri arbeiðspláss

    Arbeiðsgevarar skulu bera so í bandi:
  • At arbeiðsumstøðurnar eru soleiðis skipaðar, at minst møguligur vandi er fyri strongd millum arbeiðsbólkini,

  • At tiltøk verða framd, sum skulu tryggja gott samstarv millum leiðslu og arbeiðsfólk og millum arbeiðsfólkini sínámillum,

  • At happing ikki fer fram á arbeiðsplássinum,

  • At møgulig kærumál um heilsu- og trivnaðarviðurskifti beinanvegin verða tikin upp, og verða viðgjørd millum leiðslu, álitisfólk og trygdarumboð,

  • At neyðug tiltøk verða framd fyri at bøta um viðurskiftini, um tað vísir seg at tey viðurskiftini, sum nevnd eru frammanfyri, ikki eru nøktandi.

  • At trivnaðarumboðini í arbeiðstíðini fáa høvi til at leggja til rættis sosial tiltøk, uttan lønarmiss, tó so at tað tarnar arbeiðnum sum minst. Hesi tiltøk kunnu eisini liggja uttanfyri arbeiðsplássið.

    7. Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til arbeiðsgevaran ella, um hann ikki er at hitta, so til umboð hansara.

    Álitisfólkið hevur eisini átalurætt viðvíkjandi ótrygd á arbeiðsplássinum, sí annars løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974.

    Og eisini hevur álitisfólkið átalurætt viðvíkjandi málum, sum nevnd eru í 6 petti.

    8. Um álitisfólk, tá samráðing er farin fram, ikki er komið til eina loysn við leiðsluna á arbeiðsplássinum, sum arbeiðarnir kunnu góðtaka, skal málið beinanvegin leggjast fyri viðkomandi fakfelag.

    Álitisfólk og arbeiðarar kunnu ikki niðurleggja arbeiðið, fyrrenn nærri boð eru komin frá fakfelagnum

    9. Álitisfólkið hevur rætt til at fáa frí  at røkja uppgávur sínar sum álitisfólk. Skyldurnar hjá arbeiðsfólkinum skulu fremjast soleiðis, at tað tarnar framleiðsluni sum minst. Leiðslan skal skjótast til ber hava boð um fráveruna.

    Í hesum føri, eins og tá leiðslan boðsendir álitisfólki um mál, sum hava við arbeiðarar ella arbeiðsviðurskifti at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina fyri ta tíð, tey eru úr arbeiði.

    10. Uppsagnartíðin hjá álitisfólki er sambært sáttmálanum, sum viðkomandi er sett/ur eftir. Harafturat fær álitisfólkið goldið 1 mánaðarløn.

    Uppsøgnin skal grundgevast og bert fremjast av ávísari neyðugari ørsøk. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi er sama galdandi fyri álitisfólk, sum fyri vanligar arbeiðarar annars.

    11. Verður ósemja um uppsøgn álitisfólksins, verður hon at viðgera eftir § 21 b. Tekur slík ósemja seg upp, skulu feløgini beinan vegin taka upp samráðingar, áðrenn farið verður til gerðarrætt.

    Fastheldur arbeiðsgevarin uppsøgn sína hóast gerðarrættaravgerð, sum gongur honum ímóti, ásetur gerðarrætturin tað endurgjald, sum hann verður at rinda álitisfólkinum.

    Støddin av hesum verður at áseta eftir teim fyriliggjandi umstøðunum, men kann tó ikki setast til meira enn 3 mánaðarlønir sambært § 3 í fastlønarsáttmálanum.

    12. Álitisfólk skal fáa frí uttan løn til at luttaka á skeiðum og øðrum fundum í sambandi við álitisfólkastarvið. Arbeiðsgevari skal skjótast til ber hava boð um fráveruna.

    13. Tiltaksfólk fyri álitisfólk, sum skal vera á staðnum, tá álitisfólk hevur forfall, skulu virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkini.

    14. Um so er, at arbeiðarnir semjast um at velja eitt nýtt álitisfólk, kann slíkt val fara fram sambært punkt 1 og 4.

    15. Broytingar í hesi álitisfólkaskipan kunnu bert gerast í samband við sáttmála-tingingar.

    16. Um so er at ivamál taka seg upp viðvíkjandi hesi skipan, verða tey at leggja fyri gerðarrættin sambært § 21 b í sáttmálanum millum feløgini.

Tórshavn 6. mai 2016

KLAKSVÍKAR                                                          FØROYA
ARBEIÐSKVINNUFELAG                                    ARBEIÐSGEVARAFELAG

Jastrid Niclasen, forkvinna                                 Bergur Poulsen, formaður
Hergerð Joensen, næstforkvinna                      Høgni Hansen, næstformaður
Jóngerð Osberg Hansen                                     Kristoffur Laksá
Ella N. Heinesen                                                   Jón Sigurdsson
Vónbjørt Guðjónsson                                           Fróði Magnussen
                                                                                 Bogi Jacobsen
                                                                                Atli Gregersen

KLAKSVÍKAR
ARBEIÐSMANNAFELAG

Arthur Guðjónsson, formaður
Jóhan Andreas Reyðberg, næstformaður
Theodor A. Olsen
Absalon Hansen
Marner Guðjónsson