Maskinmeistarafelagið

Sáttmáli
millum
Maskinmeistarafelagið
og
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

§ 1.
Sáttmálafevnd

Hesin sáttmáli er bert galdandi fyri limir í Maskinmeistarafelagnum og Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

§ 2.
Starvsetan og uppsøgn

Stk. 1. Starvsavtala verður givin sambært løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at gera skrivliga avtalu við sjófólk um setanartreytir.

Stk. 2. Uppsagnarfreistin frá reiðara er 1 mánaður til tann seinasta í einum mánaða í fyrstu 6 mánaða starvstíð, og 3 mánaða uppsøgn til seinast í einum mánaði eftir 6 mánaða starvstíð. Uppsagnartíðin verður longd við 1 mánaði fyri hvørt 3. starvsárið, tó longst í 6 mánaðir.

Uppsøgn frá maskinmeistara/motorpassara skal gevast við 1. mánaða freist til seinast í einum mánaða.

Tíðarskeiðið, sum samsýningin í §41 í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki svarar til, kann mótroknast hesi uppsagnartíð.

Stk. 3. Heldur uppsagdi ikki uppsagnartíðina, skal viðkomandi rinda reiðarínum gjald svarandi til løn helvtina av uppsagnartíðini.

Stk 4. Verður maskinmeistari uppsagdur av reiðarínum uttanlanda, rindar reiðaríið heimferðina.

Um uppsagnarfreistin er úti, áðrenn hann kemur heim, eigur hann hýru til tann dagin, hann er heima. Hetta er ikki galdandi, um hann er uppsagdur, tí hann hevur mishildið tænastuavtaluna.

Stk. 5. Tá uppsøgn er grundað á uppløgu, steðg orsakað av dokking, umvæling ella tílíkt, byrjar uppsagnarfreistin fyri maskinmeistara, ið hevur verið meira enn 1 ár í reiðarínum, ikki fyrr enn skipið ella maskinmeistarin er heimkomin.

Stk. 6. Um maskinmeistari, eftir boðum frá reiðarínum, skiftir til annað skip, sum er í lægri lønarklassa, áðrenn hann hevur verið heima í frítíð, skal hann hava ta hýru, hann hevði, áðrenn hann skifti. Skiftir hann uttanlanda, er §7 í sjólógini galdandi, ið sigur, at maskin-meistari skal ikki vera yvir 6 mánaðir heimanifrá. Skiftir maskinmeistari, eftir at hann hevur sagt upp, má tað ikki økja uppsagnartíðina.

Stk. 7. Fyri ein maskinmeistara, ið er heima og sigur upp, áðrenn hann skal mynstra á aftur, steðgar starvstíðin og við tí rætturin til hýru, tá frítíðin, hann hevur til góðar, er greidd, um so er, at tað ikki ber reiðarínum til at fáa hann umborð á eitt av hinum skipunum í reiðarínum innanfyri restina av tí í stk. 2 ásettu uppsagnarfreist.

Stk. 8. Um so er, at tað sum er nevnt í stk. 5 og 6 hevur við sær ferðaútreiðslur til og av skipi, rindar reiðaríið hesar útreiðslur.

Stk. 9. Støðug uppsøgn, tað er uppsøgn, ið verður endurtikin 3. hvønn mánað, ella hvønn mánað, er ógyldug.

Stk. 10. Hevur maskinmeistari verið í reiðarínum í meira enn ½ ár, kann viðkomandi eftir avtalu við reiðaran hava makan við umborð í í mesta lagi 3 mánaðir um árið.

Stk. 11. Verður makin umborð í meira enn 3 mánaðir, verður kostpeningur goldin til skipið. Flutningsútreiðslur, ábyrgd og trygging eru reiðarínum óviðkomandi.

Stk. 12. Omanfyri nevnda er tó treytað av, at umstøðurnar umborð gera hetta gjørligt, og at skipið ikki er í vinnu, sum treytar serligar førleikar til tey, sum eru við skipinum.

Stk. 13. Sum frystiskip verða roknað øll skip, sum hava frystilast størri enn 1000 m³.

Stk. 14. Bert avspáking, vunnin seinastu útmynstring, kann mótroknast uppsagnartíðina. Avspáking vunnin í uppsagnartíðini er partur av uppsagnartíðini frá reiðara. Avspáking vunnin áðrenn uppsøgnina telur ikki við í uppsagnartíðina frá manning.

§ 3.
Hýra

Stk. 1. Í førstu mánaðarhýruni er íroknað viðbót fyri eina arbeiðstíð, ið er 11 tímar um samdøgrið. Vanlig mattíð er íroknað arbeiðstíðina, tá tað ikki verður gingið vakt.

Stk. 2. Fyri arbeiði, sum maskinmeistari arbeiðir yvir 11 tímar í einum samdøgri, verður úrtíðarlønin roknað sum mánaðarlønin/173 + 25%.

Stk. 3. Forvunnin yvirtíð kann í samráð við reiðaríið umroknast til frítíð soleiðis:
              - 2/3x8 yvirtímar = 8 vanligar tímar = 1 frídag.

Stk. 4. Sáttmálahýran hækkar við 3,80% tann 1. mars 2023 og við 4.04% tann 1. mars 2024

Lønartalvan er at síggja í fylgiskjalinum til henda sáttmála, og er at meta sum partur av hesum sáttmála.

Stk. 5. Yvirtíðarskipanin er tó ikki galdandi fyri maskinstjórar.

Stk. 6. Avloysing: Tá maskinmeistari virkar í hægri starvi, skal hann verða løntur við tí hýru og frítíð, ið svarar til starvið.

Stk. 7. Tá skift verður frá einum skipi til annað, fáa maskinmeistarar hýru í bíðitíðini.

Stk. 8. Maskinfólkið hevur rætt til at fáa hýruna útgoldnað í seinasta lagi tann 1. í mánaðinum aftaná, at hon er vunnin.

Verður hon goldin aftaná tann 10., skulu 1,5% leggjast afturat, annars 1,5% fyri hvønn mánað, resthýran ikki er goldin.

Stk 9. Maskinmanningin verður lønt eftir hjáløgdu lønartalvu.

Stk. 10. Fyri sigling í bólki 1 og 2 verða latnar til einameistarar hesar mánaðarligu viðbøtur ístaðin fyri yvirtíð:

1. mars 2023

Bólkur 1

1.754,00 kr

Bólkur 2

1.983,00 kr


1. mars 2024

Bólkur 1

1.825,00 kr

Bólkur 2

1.983,00 kr


Viðbøturnar hækka framyvir við sama % stigi sum lønartalvan.

Stk. 11. Starvsaldur verður roknaður frá setanardegi til uppsagnardag í reiðarínum. Tó verður starvsaldur, sum ein hevur vunnið í reiðarínum, roknaður uppí, um so er, at viðkomandi er farin úr reiðarínum orsaka av honum ikki skyldugari orsøk, ella skúlagongd og líknandi.

Stk. 12. Maskinmanningin hevur rætt til frítíðarískoyti, sambært § 11, stk. 1 í galdandi løgtingslóg um frítíð við løn, nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum.


§ 4.
Eftirlønartrygging

Stk 1. Reiðaríið rindar sum eftirløn 12,50% til eina av báðum pørtum góðkenda eftirlønarskipan. Eftir 1. juni 2021 verður eftirlønin 13%.

Eftirlønargevandi er grundhýran sambært lønartalvuni umframt tær viðbøtur, sum eru nevndar í §2, stk. 3 í sersáttmálanum fyri frálandavinnu (Multi purpose standby, supply- og ankarhandler vessels).

Eftirlønin verður flutt samstundis sum lønin verður goldin.

Stk. 2. Útlendingar, sum samb. § 1, stk 5 í eftirlønarlogini eru frítiknir fyri at rinda til eina føroyska eftirlønarskipan, og føroyingar, sum hava nátt pensiónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum eftirløn, útgoldna sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt.

§ 5.
Frítíð

Stk. 1. Fyri hvørjar 30 dagar umborð fær maskinmanningin 30 dagar frí við fullari hýru. Íroknað hesum frídøgum er frítíð sambært galdandi løgtingslóg um frítíð nr. 30 frá 7 apríl við seinni broytingum.

Stk. 2. í samband við avvikling av frítíð hava maskinmeistarar rætt til, at halda minst 25 samanhangandi frídagar pr. 30 dagar umborð, áðrenn útmynstring. Restin kann avroknast til útgjaldingar sambært galdandi sáttmála.

Stk. 3. Frídagar verða avgreiddir, sunnu- og halgidagar íroknaðir.

Stk. 4. Maður, sum hevur verið samanhangandi í tænastu 3 mánaðir í sama reiðaríi og ikki hevur verið heima í Føroyum í hesum tíðarskeiði og ynskir at halda frí í Føroyum, eigur heimferðina goldnað av reiðarínum.

Stk. 5. Reiðaríið verður at leggja frítíðina tilrættis soleiðis, at eftir 10 vikur útmynstring eigur viðkomandi fría ferð og frí eftir stk. 1 við somu føstu mánaðarløn, sum undir útmynstring.

Verður skift týttari, verður tað uttan kostnað fyri reiðaríið.

Ikki avgreiddir frídagar kunnu goymast til seinni avspasering eftir galdandi sáttmála. Uppspard frítíð kann útgjaldast, um maskinmanningin og reiðarí eru samd um hetta.

Avtala kann gerast millum reiðarí og maskinmanning um, at upp til 10 dagar kunnu mótroknast komandi frídøgum, um menn ikki eru slopnir avstað aftur til tíðina.

Stk. 6. Ferðadagar útyvir 1 ferðadag telja sum 0-dagar. Tað vil siga, at løn verður goldin fyri dagin, men frídagur ikki upptjentur.

Stk. 7. Frítíðin kann eisini verða hildin undir uppløgu (arbeiðsloysi), um so er, at reiðaríið frammanundan hevur boðað frá hesum.

Stk. 8. Fyrsti frídagur er dagurin aftaná heimkomu til heimland sjómansins, og seinasti frídagur er dagurin fyri, viðkomandi fer úr heimlandi sjómansins.

Stk. 9. Ferðaútreiðslur hjá avloysara rindar reiðaríið.

Stk. 10. Um frítíðin, sum er skipað sambært stk. 5 í hesi grein, verður broytt, skal reiðaríið boða maskinmeistara frá hesum uttan óbeyðugt drál.

Stk. 11. Maskinstjórar ganga ikki vakt, meðan skipið er í havn, um maskinmanningin er tveir manns ella fleiri umframt maskinstjóran.

Stk. 12. Fyri útmynstring longri enn 10 vikur verður latið 1/2 frídagur pr. dag fyrstu 14 dagarnar og 1 frídagur pr. dag fyri eftirfylgjandi dagar.

§ 6.
Sjúka og vanlukkutilburðir

Stk. 1. Í mun til avmynstring vegna sjúku ella vanlukku verður víst til lóg um starvsviðurskifti hjá sjófólki.

Stk. 2. Tá sjófólk er sjúkrameldað, ávíkavist samlar og avspákar sjófólk frídagar á sama hátt, sum um viðkomandi var í arbeiði.

Stk. 3. Eftirsituløn: Um maður doyr, meðan hann er í starvi, eiga kona ella børn undir 18 ár, sum hann hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsituløn í upp til 3 mánaðir. Hevur hann verið í reiðarínum í fimm ár sum yvirmaður, hava tey rætt til upp til 4 mánaðir. Uppspard frítíð verður at rokna sum verandi umframt omanfyri nevnda.

Stk 4. Viðvíkjandi rættindum í sambandi við barsil verður víst til lóg um barsilsskipan.


§ 7.
Vanligar viðtøkur

Stk. 1. Við skipum, ið hava meir enn 1 maskinmeistara, verða teir nevndir við hesum heiti:

  • Maskinstjóri
  • 1. maskinmeistari
  • 2. maskinmeistari
  • 3. maskinmeistari o.s.fr.
  • Junior- maskinmeistari
  • Skipselektrikari

Stk. 2. Rokkið maskinmeistaraprógv gevur viðkomandi rætt til at mynstra sum juniormaskinmeistari.

Stk. 3. Um so er, at tað eru færri maskinmeistarar enn tað, ið lógin ásetur, ella um maskinmeistari fellur frá á túrinum, verður hýran hjá tí írestaða lutað sambært sjómanslógini § 23.

Stk. 4. Hýran hjá tí írestandi maskinmeistara verður lutað millum hinar, meðan sjóvaktin gongur .

Stk. 5. Reiðaríið heldur koyggjuklæðir og handklæðir. Á koyggjum verður skift 14. hvønn dag og handklæðir hvørja viku.

Stk. 6. Tá ið arbeitt verður til midnátt ella út á náttina, eiga teir, ið arbeiða, rætt til eyka máltíð á midnátt, smyrjubreyð og kaffi. Hetta skal verða umbiðið so vítt gjørligt áðrenn kl. 18.00.

Stk. 7. Reiðaríið skal syrgja fyri, at messa, kømur o.t. verður hildið reint, um manning er til tess.


§ 8.
Kostpeningur

Stk. 1. Meðan skipið er heima og kostur ikki fæst, í tænastu umborð verður goldið 110 kr. fyri hvønn dag.
Í tænastu heimanifrá verða, tá kostur ikki fæst, almennu dagpengasatsirnir fyri tænastuferðir til Danmarkar brúktir, í løtuni 360 kr

Stk. 2. Um kravt verður, at maskinmeistari skal arbeiða ella hava eftirlit umborð og ikki er ámynstraður, meðan skipið er heimanífrá, skal reiðaríið gjalda allar útreiðslur í samband við vist og uppihald í samráð við viðkomandi maskinmeistara.

Um eingin onnur avtala fyriliggur, eru somu reglur viðv. arbeiðstíð, løn og frítíð galdandi sum fyri útmynstring.


§ 9.
Limagjald

Stk. 1. Reiðaríið rindar vegna maskinmanningina til Maskinmeistarafelagið í limagjaldi tann til eina og hvørja tíð galdandi % sats, í løtuni 1% av allari útgoldnari løn.

Stk. 2. Partarnir eru samdir um, at teir hava felags áhuga í, at sjómenn og reiðarar eru skipaðir í ávíkavist fakfelag og reiðarafelag.

Partarnir skulu eftir tørvi kunna um fyrimunirnar við at vera við í felagsskapi. Eisini skulu partarnir virka fyri at tryggja, at sáttmálin verður hildin.


§ 10.
Trygging

Stk. 1. Tá reiðaríið rindar fyri ferðing hjá maskinmanning, skal tað eisini rinda trygging av ferðagósi.

Stk. 2. Við skipbrot ella annan skaða, t.d. eldsbruna, rindar trygging reiðarans fyri mistar ognir samb. sjómanslógini § 42 stk. 1.


§ 11.
Fyllskapur

Stk. 1. Nýtsla av rúsevnum í arbeiði og undir ferðing til skipið kann hava við sær burturvísing.

§ 12.
Eftirútbúgvingar og skeiðvirksemi

Stk. 1. Maskinmeistarar hava skyldu til, eftir boðum frá reiðarínum í álmanakkaárinum at nýta upp til 5 dagar av frídøgunum til skeið-virksemi. Allir frídagar, sum vera nýttir umframt hesar geva rætt til ein frídag. Hevur reiðaríið ikki boðað frá áðrenn 1. desember, ber ikki til at taka av frídøgunum til skeið í viðkomandi álmanakkaári.

Stk. 2. Eftirlit í sambandi við nýbygging, fundir við reiðaríið og tílíkt virksemi, sum ikki beinleiðis kann kallast skeið/útbúgving, kemur ikki undir hesa reglu.

Stk. 3. Hevur maskinmeistari við árslok ikki biðið reiðaríið um at sleppa at nýta møguligar avlopsdagar (av teimum 5) til viðkomandi útbúgvingarendamál næsta álmanakkaár, detta hesir avlopsdagar burtur sum skeiðdagar, men varðveitast sum frídagar.

Stk. 4. Maskinmeistari avtalar við reiðaríið um teir í stk. 3 nevndu avlopsdagar, og skulu teir nýtast áðrenn árslok næsta álmanakkaár.

Stk. 5. Reiðaríið rindar skeiðgjald. Reiðaríið rindar eisini ferða- og vistarhaldsútreiðslur, annaðhvørt eftir avtalu, ella eftir rokning.

Stk. 6. Vil reiðaríið hava maskinmeistarar á skeið longur enn 5 dagar, galda hesar reglur:

  • Varar skeiðið longur enn eina viku skulu leygardagar og sunnudagar ikki nýtast av frídøgunum.
  • Varar skeiðið longur enn 4 samanhangandi vikur, og tað eftir hetta verða skeið 4 teir fyrstu dagarnar í vikuni, so verður 5. dagurin í vikuni ikki tikin av frídøgunum.

§ 13.
Skipan fyri skipsyvirmenn uttan neyðuga siglingstíð

Skipsyvirmenn uttan neyðuga siglingstíð eru sum meginregla fevndir av høvuðsáttmálanum, tó við teimum ásetingum, sum her eru tilskilaðar.

Stk. 1. Útmynstringarskipanin er 2-1, soleiðis at skilja, at fyri hvørjar 30 dagar umborð fáa skipsyvirmenn eftir hesi skipan 15 frídagar. Onnur skipan kann verða nýtt, um partarnir eru samdir um hetta.

Stk. 2. Reiðaríið verður at leggja frítíðina til rættis soleiðis, at eftir 3 mánaða útmynstring eigur viðkomandi fría ferð og frí eftir stk. 1 við somu føstu mánaðarløn, sum undir útmynstring.

Verður skift týttari, verður tað uttan kostnað fyri reiðaríið.

Stk. 3. Lønin er ásett í lønartalvuni við 2-1 skipan. Um onnur skipan verður avtalað, eigur lønin at vera tillagað samsvarandi hesari. Upphæddin hækkar framyvir við sama %-stigi sum lønartalvan.

Stk. 4. Uppsagnartíðin fyri tey, sum eru sett sambært hesi grein, er 1 mánaði frá reiðaríi og ½ mánaði frá yvirmanninum.

Stk. 5. Skipsyvirmaðurin hevur rætt til at fáa frálæru í øllum viðkomandi skipanum umborð, og áleggur tað reiðarínum at bera so í bandi, at hetta kann lata seg gera.

Stk. 6. Setanin og ásetingarnar í hesi grein eru sum útgangsstøði bert galdandi í tíðarskeiðnum til yvirmaðurin hevur siglt sær fyrsta vinnubrævið til, ávíkavist STCW III/1 fyri maskinmeistarar og STCW II/1 fyri stýrimenn.

Tó ber til eftir avtalu at leingja hesa setanina við somu ásetingum at galda, til viðkomandi maskinmeistari hevur siglt sær vinnubrævið STCW III/3 til. Lønin verður tá tillagað sambært lønartalvuni.

Um viðkomandi heldur fram í starvi uttan tílíka avtalu, er hetta at meta sum nýggj setan, har sáttmálaviðurskiftini og lønin verða sambært vanligu ásetingunum í høvuðssáttmálanum. Sama er galdandi, tá møgulig avtala um longda setan gongur út.

§ 14.
SIT-næmingar

Reiðarafelagið er við í eini skipan, har SIT-næmingar kunnu fáa starvsvenjing umborð á handilsskipum. Hetta verður sett í verk, tá myndugleikarnir hava gjørt neyðugar skipanir fyri slíkari starvsvenju.

§ 15

Feløgini viðurkenna tað samfelagsgagnliga í, at praktikantar kunnu vera partur av manningini, treytað av, at hetta ikki ávirkar fasta manningartalið.

§ 16.
Arbeiðsklæðir

Reiðaríið keypir arbeiðsklæðir til maskinmeistarar.

§ 17.
Farloyvi

Maskinmeistari kann fáa farloyvi, tá tað ikki stríðir ímóti áhugamálum hjá reiðarínum.

Um farloyvi verður givið í sambandi við útbúgving, íð tænir áhugamálum hjá reiðarí-num, kann avtala gerast um frí við niðursettari løn. Farloyvi kann verða givið 1 ár í senn.


 § 18.
Maskinstjórar

Maskinstjórar kunnu verða undantiknir frá hesum sáttmála, um partarnir eru samdir um hetta og treytað av, at teir sjálvir vátta hetta fyri Maskinmeistarafelagnum.


§ 19.
Sersáttmálar

Stk. 1. Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip eru samd um, at maskinmeistarar kunnu gera sersáttmála beinleiðis við reiðaríið.

Stk. 2. Treytin fyri einum slíkum sersáttmála er:
            a) At grundreglurnar eru tær somu sum í høvuðssáttmálanum

             b) At avtalan, ið verður gjørd, samanlagt ikki er verri enn høvuðssáttmálin

             c) At hóast limirnir hava sersáttmála, at teir tó hava skyldu til at rinda tað til
                eina og hvørja tíð galdandi limagjald til Maskinmeistarafelagið.

             d) At uppsøgn av avtaluni fylgir høvuðssáttmálanum

             e) Har eginavtalur eru gjørdar eru gjørdar ímillum sjófólk og reiðarí, verður
                henda tikin upp tey ár, kollektivur sáttmálasamráðingar annars eru. Miðað
                verður ímóti, at hon verður tikin upp innan 6 mánaðir eftir, at kollektivu
                sáttmálasamráðingar er loknar.
                Umframt dagføring av sjálvari eginavtaluni, skal samrøðan innihalda eina
                meting av førleikunum hjá sjófólkinum og framtíðar menningarmøguleikar.
                Tá talan er um sjófólk eldri enn 60 ár verða eisini møguligar tillagingar í
                setingarviðueskiftunum viðgjørdar.

             f) Um sjófólk ynskja at ráðføra seg við yrkisfelag sítt, um avtaluna ella
                broytingar í henni, skulu tey hava høvi til tess. Yrkisfelagið hevur
                tagnaðarskyldu um øll viðurskifti í avtaluni

§ 20.
Seming og tulking av sáttmálanum

Stk. 1. Er sáttmálin uppsagdur, og partarnir ikki koma ásamt, ella annar parturin ber seg undan samráðingum, verður víst til semingslógina (lóg nr. 39, frá 13. mai 2013).

Stk. 2. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarrættin.


§ 21.
Gildi sáttmálans

Stk. 1. Hesin sáttmáli broytir ikki verandi lønaravtalur, um tær eru betur enn hesin sáttmáli ásetur.

Stk. 2. Hesin sáttmáli kemur í gildi 1. mars 2023, og kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða skrivligari uppsøgn at fara úr gildi til ein 1. mars, tó í fyrsta lagi 1. mars 2025.

Tórshavn tann 17. mars 2023

Maskinmeistarafelagið                                                                     
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Protokollat:
Partarnir eru samdir um, at um reiðarívirksemi innan havaling ella vindorku tekur seg upp í Føroyskum øki, eiga sáttmálapartarnir at fara undir samráðingar um sáttmála um hetta økið við tí fyri eyga, at sáttmáli er gjørdur áðrenn virksemi byrjar.