Føroysk Miðlafólk

Sáttmáli
millum
Føroysk Miðlafólk
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag

§ 1. 
Fevnd sáttmálans

1. stk. Sáttmálin fevnir um øll, sum eru í føstum starvi sum miðlafólk hjá privatum fjølmiðli.

2. stk. Sáttmálin fevnir somuleiðis um øll miðlafólk í journalistiska toyminum, sum ikki eru í føstum starvi, men sum í sínum dagliga yrki virka, sum vóru tey í føstum starvi. Til ber at víkja frá hesi áseting, um semja er millum arbeiðsgevaran og Føroysk Miðlafólk.

§ 2.
Arbeiðstíð

1. stk. Arbeiðstíðin er 37,5 tímar um vikuna. Arbeiðsdagurin er frá mánadegi til fríggjadag millum klokkan 7 og 18. Tó er eingin arbeiðsdagur longri enn 8 tímar. Um arbeitt verður út yvir frammanfyri nevndu arbeiðstíð, verður yvirtíð at gjalda samsvarandi ásetingunum í grein 3.

2. stk. Arbeiðsgevarin kann skipa arbeiðið í vaktum, treytað av, at skipanin umfatar øll redaktionell starvsfólk og ikki hevur lønarmiss við sær ella minkar um persónliga ískoytið hjá einstøkum starvsfólkum.

3. stk. Tað áliggur leiðsluni at tryggja, at miðlafólkini fylla út vikuseðlar, har tað er greitt tilskilað, hvat er vanlig arbeiðstíð, úrtíð og avspáking. Vikuseðlar skulu váttast bæði av viðkomandi miðlafólki og miðlaleiðsluni. Vikuseðlar eiga at verða gjørdir hvørja viku, tá arbeiðsvikan endar, og latnir inn í vikuni eftir. Tað skal í mesta lagi verða loyvt at vera afturút við vikuseðlum í 4 vikur. Uppgerð fyri arbeiði í vaktum verður gjørd 4. hvørja viku.

4. stk. Tað einstaka miðlafólkið kann í samráð við leiðsluna avgera, at arbeitt verður uttan fyri vanligu arbeiðstíðina, sum nevnd er frammanfyri.

5. stk. Frítíð er sambært galdandi lóg um frítíð.

Hartil hava blaðfólk rætt til fimm feriufrídagar fyri hvørt frítíðarárið, sum verða lagdir í samráð við leiðsluna.

6. stk. Hesir dagar eru frídagar: Páskaaftan, hvítusunnuaftan, ólavsøkuaftan, ólavsøkudagur, jólaaftan, nýggjársaftan og allir halgidagar. Flaggdagur, 1. mai, og grundlógardagur eru vanligir arbeiðsdagar.

§ 3.
Lønir

1. stk. miðlafólk fáa fasta mánaðarløn.

2. stk. Lønin skal vera á konto hjá løntakaranum í seinasta lagi seinasta bankadag í mánaðinum.

3. stk. Minsta mánaðarlønin hjá miðlafólkum í sáttmálatíðarskeiðnum framgongur av hjáløgdu lønartalvum. Sum faklærd verða her roknað miðlafólk við journalistiskari útbúgving, ella útbúgving á sama stigi, og ófaklærd, sum hava starvast í 3 ár sum miðlafólk.

4. stk. Yvirarbeiðið sambært grein 2 verður lønt við tímaløn + 50%.

Tímalønin verður útroknað sum mánaðarlønin hjá viðkomandi, dividerað við 162,5 (arbeiðstíðin um mánaðin er í meðal 162,5 tímar).

Miðlafólkið kann saman við leiðsluni avgera, at yvirtíðin verður avspákað, soleiðis at tímatalið verður roknað eftir sama lutfalli sum frammanfyristandandi yvirtíðartakstur.

Miðlafólkið kann krevja, at avspáking fer fram í heilum døgum.

Er avspáking ikki farin fram í seinasta lagi ein mánað eftir, at yvirtíðin er vunnin, skal úrtíðarlønin gjaldast viðkomandi í sambandi við fyrstu lønarútgjalding, um miðlafólkið ynskir tað.

5. stk. Arbeiðsgevarar kunnu veita miðlafólki viðbót. Viðbót kann verða latin, tá blaðfólk fáa serlig ábyrgdarøki, ella tá miðlafólk fáa serligar fyrisitingarligar uppgávur at røkja. Tá miðlafólk fáa ábyrgd av serligum útgávum, serbløðum ella ískoytum til vanliga blaðið, kann eisini viðbót verða latin.

6. stk. Tann 1. november 2023 hækka lønir og viðbøtur við 3,80%. Tann 1. november 2024 hækka lønir og viðbøtur við 4,04 %.

§ 4.
Eftirløn

Arbeiðsgevarin verður frá 1. november 2012 at rinda 12 % í eftirløn. Sí hjáløgdu lønartalvur.

§ 5.
Sjúkraløn, barnsferð, eftirsituløn og trygging

1. stk. Verður miðlafólk rakt av sjúku, er lønin sambært galdandi løgtingslóg um starvsmenn.

2. stk. Miðlafólk hevur rætt til barnsburðarfarloyvi sambært galdandi løgtingslóg um barsilsskipan.

3. stk. Doyr miðlafólk, meðan tað er í starvi, eru reglurnar í løgtingslóg um starvsmenn galdandi.

§ 6.
Arbeiðsviðurskifti

1. stk. Tá miðlafólk ferðast í arbeiðsørindum, rindar arbeiðsgevarin ferða-, tíma- og dagpening eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins.

2. stk. Miðlafólk hevur rætt í samráð við arbeiðsgevaran til frí eina viku við løn á hvørjum ári til eftirútbúgving. Nær á árinum, skeiðið verður tikið, verður avtalað við arbeiðsgevaran. Verður vikan ikki brúkt, kann hon goymast til árið eftir. Í mesta lagi tríggjar vikur kunnu savnast á henda hátt, og vikur útyvir tær tríggjar fella burtur. Arbeiðsgevarin rindar helvtina av ferðaútreiðslum í sambandi við eftirútbúgving. Sí eisini protokollat um eftirútbúgving.

§ 7. 
Setan í starv

1. stk. Tá søkt verður eftir miðlafólki, skal starvið lýsast leyst í minst einum føroyskum dagblaði.

2. stk. Privatur fjølmiðil eigur , tá starv skal setast, so vítt gjørligt at taka útbúgvið miðlafólk framum. Við útbúgving er her at skilja útbúgving á Danmarks Journalisthøjskole ella útbúgving á sama stigi sum hendan.

3. stk. Tá miðlafólk verða sett í starv, kann avtala gerast um royndartíð. Royndartíðin er í mesta lagi tríggjar mánaðir. Við starvssetan skal setanarskriv gerast partanna millum, har rættindi og skyldur hjá sáttmálapørtunum verða staðfest sambært løgtingslóg um setanarprógv.

4. stk. Uppsagnarfreistin er ein vika í fyrru helvt av royndartíðini. Í seinnu helvt er hon tvær vikur. Annars fer uppsøgn av miðlafólki fram eftir galdandi løgtingslóg um starvsmenn. Sama lóg er galdandi, sigur miðlafólk seg úr starvi.

5. stk. Arbeiðsgevarin skipar fyri arbeiðinum og býtir arbeiðið millum miðlafólkið.

§ 8.
Álitisfólk

1. stk. Eru tríggir ella fleiri limir í Føroysk Miðlafólk á einum arbeiðsplássi, skulu teir velja ein til álitisfólk fyri tvey ár í senn. Álitisfólk kunnu afturveljast.

2. stk. Álitisfólkið skal ansa eftir, at viðurskiftini á arbeiðsplássinum ikki stríða móti hesum sáttmála ella øðrum avtalum partanna millum.

3. stk. Álitisfólkið kann ikki sigast úr starvi orsakað av sínum virksemi sum álitisfólk.

4. stk. Valið av álitisfólki skal innan sjey dagar fráboðast Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivliga. Er einki mótmæli móti valinum komið pørtunum í hendi innan 14 dagar eftir valdagin, verður valið at rokna sum góðkent. Um mótmælt verður valinum, skulu nevndirnar báðar viðgera spurningin. Bert um nevndirnar eru samdar um at vraka valið, kann umval fara fram.

5. stk. Álitisfólkið skal í samráð við leiðsluna í arbeiðstíðini hava møguleika fyri at taka sær av málum, ið viðvíkja starvsfeløgunum ella arbeiðsviðurskiftunum á staðnum, tó soleiðis, at tað stendst so lítið tarn av hesum sum møguligt.

6. stk. Um starvsfólk er valt í nevnd felagsins, skal tí verða givin heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum, t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum og arbeiðsósemju. Harumframt fær nevndarformaður frí við løn 1 dag um mánaðin til felagsabeiði.

7. stk. Tá miðlafólk skal setast í starv, skal tað í seinasta lagi tveir dagar undan setanarsamrøðuni hava upplýst, hvør er álitisfólk á staðnum. Áðrenn miðlafólk skal setast í starv ella sigast úr starvi, skal álitisfólkið kunnast.

§ 9.
Gerðarrættur

Allar trætur um røttu fatan av sáttmálanum verða lagdar fyri Fasta Gerðarrætt.

§ 10.
Húsavtalur

Arbeiðsgevari og starvsfólk kunnu gera seravtalur og húsavtalur um arbeiðsviðurskifti. Treytin er, at Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag góðkenna slíkar avtalur. Seravtalur eftir hesi grein hava gildi í eitt ár í senn.

§ 11.
Nýtsla av egnum tólum

1. stk. Brúkar miðlafólk egnan bil í arbeiðinum sambært avtalu við arbeiðsgevaran, skal endurgjald latast eftir somu reglum, sum eru galdandi hjá tí almenna.

2. stk. Arbeiðsgevarin útvegar øll neyðug arbeiðstól. Annars avtala miðlafólk og blaðútgevarin samsýning fyri nýtslu av blaðfólksins arbeiðstólum.

3. stk. Miðlafólk hava ikki rætt at nýta tól, telefon, telex, telefax ella skrivstovur hjá arbeiðsgevaranum til virki, sum eru arbeiðsgevaranum óviðkomandi.

§ 12.
Gildisskeið

1. stk. Hesin sáttmáli er galdandi til 31. oktober 2023 og heldur óbroyttur fram, um ikki annar parturin sigur hann upp við 3 mánaða ávaring til ein 1. november, tó fyrstu ferð 1. november 2023.

Tórshavn tann 26. november 2021

Føroya Arbeiðsgevarafelag                                 Føroysk Miðlafólk
Jórun Gardar, samráðingarleiðari                       Jón Brian Hvidfelt, formaður
Marita Rasmussen, stjóri                                      John Johannesen, nevndarlimur


Protokollat um eftirútbúgving:
Á øllum miðlum verður gjørd ein húsavtala við eini ætlan fyri, hvussu felagið kann eggja til eftirútbúgving. Leiðslan ger hesa ætlan í samráð við álitisfólkið á staðnum.

Ætlanin skal m.a. innihalda eina meting av, hvønn tørv miðlafólk hava á eftirútbúgving, hvussu hetta verður lagt til rættis soleiðis, at øll miðlafólk verða eggjað til eftirútbúgving, hvussu nógvur peningur verður settur av árliga til hetta endamál.

Felagið Føroysk Miðlafólk vísir á hóskandi útbúgvingartilboð.