Maskinmeistarafelagið (Maskinmeistarar í vinnu á landi)

Sáttmáli
millum
Maskinmeistarafelagið
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag

§ 1.
Vanligar treytir

Stk. 1. Hesin sáttmáli er galdandi fyri maskinmeistarar í vinnu á landi hjá limum Føroya Arbeiðsgevarafelags.

Stk. 2. Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv, løgtingslóg nr. 20. frá 08. mai 2008

Stk. 3. Frítíðarreglur. Maskinmeistarar hava rætt til frítíð samb. løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986.

§ 2.
Serstøk setanarviðurskifti

Stk. 1. Leiðaraviðbót. Verður maskinmeistari settur í starv, sum til arbeiði, fyrisiting, dugleika ella annað hevur slíka serstøðu, at tær vanligu fyritreytir fyri niðanfyri nevndu lønir o.a.m. ikki hava gildi her, eiga partarnir sínámillum at gera seravtalur um viðbøtur at lønini og møguligar aðrar treytir. Er talan um maskinmeistara ber til at seta hann inn á eitt av stigunum í lønartalvuni, sum er ætlað maskinmeistarum í deildarleiðara- ella leiðarastarvi. Maskinmeistari settur inn á lønarstig 23-28 hækkar ikki á lønarstiganum sambært starvsaldri.

Stk. 2. Yvirtíðarviðbót. Eisini kunnu seravtalur gerast um viðbót fyri arbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð og fyri yvirtíð.

Stk. 3. Viðvíkjandi viðbótini verður víst til lønartalvuna.

§ 3.
Løn

Stk. 1. Maskinmeistarar verða løntir sambært setanartreytunum í hesum sáttmála. Inn-plaseringar í tað til eina og hvørja tíð galdandi lønartalvu verða at gera partanna millum út frá starvi, útbúgving og starvsaldri.

Stk. 2. Tá maskinmeistari verður fluttur upp í hægri lønarflokk, ber ikki til at seta hann á eitt lægri lønarstig, enn hann áður var á. Maskinmeistari hækkar í starvsaldri einaferð um árið, eisini hóast hann skiftir lønarflokk.

Næsta anciennitetsgjald verður aftaná 1 ár. Um nýtt anciennitetsgjald vildi verið rokkið í tí fyrra lønarflokki, verður givið í tí nýggja lønarflokki frá sama degi.

Stk. 3.          Hin 1. juni 2022 hækkar lønin við 3,80% .
                     Hin 1. juni 2023 hækkar lønin við 4,04%.

§ 4.
Starvsaldur

Stk. 1. Starvsaldurin er hin sami sum próvtøkualdurin, um so er, at viðkomandi síðan lokið prógv hevur starvast í fakinum. Starvsaldur verður rundaður uppeftir til heilan mánaða.

Stk. 2. Viðkomandi hevur skyldu til, um arbeiðsgevarin krevur tað, at koma við einari skrivligari váttan við greinligum upplýsingum um starvsaldur sín.

Stk. 3. Er talan um arbeiðstíð minni enn 20 tímar/viku, verður starvsaldurin roknaður lutfalsliga í mun til niðursetta tímatalið. Allar aðrar arbeiðstíðir roknast at geva fullan starvsaldur.

§ 5.
Vanlig arbeiðstíð

Stk. 1. Vanliga arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, har eingin onnur avtala er gjørd.

Stk. 2. Fyri maskinmeistarar við niðursettari arbeiðstíð verður lønin roknað lutfalsliga í mun til niðursetta tímatalið.

§ 6.
Tímalønin

Stk. 1. Tímalønin er bruttománaðarlønin býtt við 173. Bruttománaðarlønin er løn samanber §3 og harafturat møgulig persónlig eykagjøld.

§ 7.
Yvirtíðargjald

Stk. 1. Tær í § 3 ásettu lønir eru roknaðar fyri arbeiði innan fyri ta regluligu arbeiðstíðina á arbeiðsstaðnum.

Stk. 2. Tað eigur at komast undan yvirarbeiði um gjørligt.

Stk. 3. Fyri neyðugt yvirarbeiði verður goldið yvirtíðargjald soleiðis:   
            Frá kl. 17.00-21.00 verður goldið tímaløn + 40%
            Frá kl. 21.00-24.00 verður goldið tímaløn + 60%
            Frá kl. 24.00-07.00 og fyri arbeiði leygardagar, sunnudagar og fyri teir í § 8
            nevndu frídagar verður goldið tímaløn + 100%.

Um so er, at starvsfólkið, eftir at vanliga arbeiðstíðin er lokin, verður boðsent aftur til arbeiðis, er yvirtíðargjaldið minst 1 tími. Hetta er tó ikki galdandi, um viðkomandi fær viðbót sambært § 2, stk. 2

Avtala kann gerast um at avspáka yvirtíðararbeiði. Avspáking verður samsvarandi yvirtíðarsatsinum.

Stk. 4. Omanfyri nevndu satsir eru galdandi, tá normalarbeiðstíðin, ið kann leggjast millum kl. 07.00 og 18.00, er millum kl. 08.00 og 17.00. Verður normaltíðin løgd annarleiðis, verða yvirtíðirnar at flyta tilsvarandi.

Stk. 5. Maskinmeistarar, ið fáa viðbøtur eftir §2, stk. 2, hava ikki rætt til yvirtíðargjald. Tó kann hóskandi samsýning verða veitt eftir umsókn annaðhvørt sum yvirtíðargjald ella avspáking, um álagt verður óvanliga drúgt yvirtíðararbeiði í styttri tíðarskeið

Stk. 6 Maskinmeistari, sum hevur tilkallivakt, verður frá mánadegi til og við fríggjadag kl. 24.00 løntur við vaktargjaldi I. Eftir fríggjadag til vanliga arbeiðstíð mánamorgun verður maskinmeistari løntur við vaktargjaldi II. Fyri tilkallivakt halgidagar og fastar frídagar verður vaktargjald II latin.

Vaktargjald I                                           Vaktargjald II
15% av stig 4 í lønartalvuni                     30% av stig 4 í lønartalvuni

§ 8.
Fastir frídagar

Stk. 1. Jólaaftan, nýggjársaftan, ½ flaggdagurin, ½ grundlógardagurin, ½ Ólavsøkuaftan, Ólavsøkudagur og allir halgidagar eru frídagar.

Stk. 2. Hálvir frídagar kunnu verða lagdir saman til heilar frídagar um semja er um hetta millum arbeiðsgevara og løntakara. Hetta merkir, at hesir heilu frídagar liggja á einum av teimum hálvu frídøgunum, meðan tann hálvi arbeiðsdagurin verður vanligur fullur arbeiðsdagur. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum arbeiðsdegi, verður hetta lønt sum vanligur arbeiðsdagur.

§ 9.
Ferða-, tíma‑ og dagpeningur

Stk. 1. Gjald fyri ferðing, tíma- og dagpening og nýtsla av egnum bili í tænastuørindum verður sum fyri tænastumenns landsins.

§ 10.
Tagnarskylda

Stk. 1. Maskinmeistarin skal tiga um tey viðurskifti, sum hann í starvi sínum verður kunnugur við, og sum tað, av tí at málið er soleiðis háttað er neyðugt at dylja, ella verður honum álagt av yvirmonnum hansara. Tagnarskyldan heldur ikki uppat, tá ið hann fer úr tænastu.

§ 11.
Uppsøgn, sjúka, eftirsitiløn v.m.

Stk. 1. Viðvíkjandi uppsøgn, sjúku, eftirsitiløn v.m. verða ásetingarnar í løgtingslóg nr.13. frá 20.mars.1958 um starvsmenn at galda.

§ 12.
Lívstrygging/eftirlønartrygging

Stk. 1. Arbeiðsgevarin rindar 15% av galdandi mánaðarløn, heruppií viðbøtur, í eina av báðum pørtum góðkenda eftirlønarskipan.

Stk. 2. Tey, sum hava nátt fólkapensjónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum eftirløn, útgoldna sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt.

Sama er galdandi fyri persónar, sum smb. §1, stk 5 í eftirlønarlógini eru frítiknir fyri at rinda til eina føroyska eftirlønarskipan.

§ 13.
Skeiðvirksemi

Stk. 1. Tá í arbeiðsgevarin sendir maskinmeistara á skeið, verður hetta gjørt uttan lønarmiss. Skeiðsútreiðslunar verða rindaðar av arbeiðsgevaranum, og ferðaútreiðslur verða latnar sambært reglunum í § 9.

§14.
Arbeiðsklæði

Arbeiðsgevari rindar fyri arbeiðsklæði. Fyritøkan ger skipan fyri hesum.

§ 15.
Farloyvi o.a.

Stk. 1. Maskinmeistari kann fáa farloyvi uttan løn, um tað ikki stríðir ímóti áhugamálum arbeiðsgevarans.

Fær maskinmeistari farloyvi í sambandi við útbúgving, ið tænir áhugamálum arbeiðsgevarans, kunnu partarnir gera avtalu um faloyvi við løn ella niðursettari løn. Farloyvi kann verða givið 1 ár hvørja ferð.

§ 16.
Fyribils tænasta í hægri starvi

Stk. 1. Maskinmeistarar, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fast-løgdum arbeiðslagi fyribils røkja hægri starv í 3 arbeiðsdagar og meira samfelt, eiga í hesum tíðarskeiði at verða løntir við somu løn, sum teir høvdu fingið, um teir vóru settir í starvið.

§ 17.
Limagjald

Stk. 1 Arbeiðsgevarin eftirheldur tað til eina og hvørja tíð galdandi limagjald til Maskinmeistarafelagið, í løtuni 1,0 % av allari útgoldnari løn.

§ 18.
Ser- og eginavtalur

Stk. 1. Í sáttmálatíðini skal vera møguligt at gera seravtalur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið, t.d. um størri tunnilsarbeiði.

Stk. 2. Fyri arbeiði í tunlum verður goldið serstakt gjald, sum er 9,35 % av viðkomandi lønarstigi.

Stk. 3. Til ber at gera eginavtalu millum arbeiðsgevara og einstaka maskinmeistaran. Treytin fyri slíkari eginavtalu er:   
            - At grundreglurnar eru tær somu sum í høvuðssáttmálanum.
            - At avtalan, ið verður gjørd, samanlagt ikki er verri enn høvuðssáttmálin.
            - At limagjaldið til Maskinmeistarafelagið til eina og hvørja tíð fylgir tí, sum er
              ásett í høvuðssáttmálanum.
            - Um maskinmeistari ynskir at ráðføra seg við yrkisfelag sítt um avtaluna ella
               broytingar í henni, skal hann hava høvi
               til tess. Yrkisfelagið hevur tagnaðarskyldu um øll viðurskifti í avtaluni.
            - Avtalan kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða freist.

§ 19.
Álitisfólk og nevndarlimir

Stk. 1. Tá tað á einum arbeiðsplássi starvast í minsta lagi 3 limir í Maskinmeistarafelagnum, hava hesir limir rætt til at velja sær eitt álitisumboð, sum ikki kann verða uppsagt, uttan uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið.

Stk. 2. Til álitisfólk kann bert veljast tann, ið hevur fulltíðarstarv og hevur arbeitt á við­komandi arbeiðsplássi í minsta lagi 1 ár uttan so, at tað av serligum umstøðum gerst neyðugt at víkja frá hesum.

Stk. 3. Bert virknir limir í Maskinmeistarafelagnum kunnu veljast til álitisfólk.

Stk. 4. Valið av álitisfólki hevur ikki gildi, fyrr enn tað er góðkent av Maskinmeistarafelagnum og fráboðað arbeiðsgevaranum.

Stk. 5. Í samráð við arbeiðsgevara fær álitismaðurin møguleika at taka sær av málum, sum viðvíkja starvsfeløgunum ella arbeiðsviðurskiftinum á arbeiðsplássinum í arbeiðstíðini, tó soleiðis, at tað stendst so lítið bági av hesum sum møguligt.

Stk. 6. Maskinmeistarar, sum eru valdir í nevnd Maskinmeistarafelagsins, skulu fáa heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum.

Stk. 7. Tá álitisfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer arbeiðsgevarin at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í felagnum.

Stk. 8. Formaðurin/-kvinnan í Maskinmeistarafelagnum hevur rætt til farloyvi í mesta lagi 6 ár uttan løn, og arbeiðsgevarin skal hava starv tøkt, tá ið farloyvistíðin er av.

§ 20.
Sáttmálatrætur

Stk. 1. Verður ósemja um arbeiði, sum ikki er tilskilað í sáttmálanum, skulu feløgini beinanvegin upptaka samráðingar um arbeiðs- og lønarviðurskifti hesum viðvíkjandi áðrenn farið verður til gerðarrætt.

Stk. 2. Allar trætur um røttu fatan av sáttmálanum verða lagdar fyri Fasta Gerðarrætt.

§ 21.
Barsilsfarloyvi

Maskinmeistari, sum er settur í starv eftir hesum sáttmála, eigur rætt til barsilsfarloyvi sambært galdandi lóggávu.

§ 22.
Gildi sáttmálans

Stk. 1. Sáttmálin hevur gildi frá 1. juni 2022 og kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða freist til ein fyrsta juni, fyrstu ferð 1. juni 2024.

Tórshavn, 17. Juni 2022

MASKINMEISTARAFELAGIР    
FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG