Samverk

Sáttmáli 2023
millum
Samverk
&
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kapittul 1: Sáttmálaøkið

§ 1. 
Sáttmálaøkið

Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um kramba- og skrivstovufólk, klinikassistentar og annað tekniskt starvsfólk og arbeiði av líknandi slagi í Føroyum (í tí fylgjandi nevnd starvsfólk) umframt lærlingar á hesum øki. Tó hava lærlingar ikki rætt til at fara í verkfall.

Stk. 2. Sáttmálin fevnir tó ikki um fólk í leiðandi starvi ella fólk, hvørs støða hjá arbeiðsgevaranum er av tílíkum slagi, at hon gevur rætt til at disponera í stóran mun bindandi fyri arbeiðsgevaran. Hetta forðar tó ikki fyri, at hesi kunnu vera limir í Samverk.

Kapittul 2: Arbeiðstíð

§ 2
Vanlig arbeiðstíð

Stk. 1. Vanliga arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna í meðal, umframt mattíð, í einum tíðarskeiði uppá 8 vikur sambært arbeiðsætlan. Annars er arbeiðstíðin 40 tímar um vikuna.

Tá arbeiðsfólk møtir til arbeiðis, og arbeiði varar styttri enn 2 tímar, skulu tey hava løn fyri 2 tímar.

Stk. 2. Tá ein arbeiðsdagur endar eftir midnátt, og færri enn 6 tímar eru til næsti dagur byrjar, verður yvirtíð 1 goldin, frá byrjað verður aftur, inntil høvi hevur verið til hvíld í 6 tímar.

Stk. 3. Um arbeitt verður eftir arbeiðsætlan, so skulu starvsfólkini hava arbeiðsætlanina í seinasta lagið 5 dagar áðrenn, hon kemur í gildi.

§ 3
Mattíðir

Stk. 1. Starvsfólk, sum arbeiða fleiri enn 5 tímar um dagin, hava rætt til døgurðasteðg, sum er minst 20 minuttir.

Stk. 2. Um starvsfólk eru til taks hjá arbeiðsgevaranum í steðginum skal henda mattíð ikki dragast frá arbeiðstíðini.

§ 4
Skrivstovuarbeiði og klinikassistentar

Stk. 1. Fyri vanligt arbeiði á skrivstovum er arbeiðstíðin 40 tímar um vikuna og skal vanliga arbeiðstíðin liggja millum kl. 7 á morgni og 18 á kvøldi, frá mánadegi til og við fríggjadag. Miðað verður ímóti, at dagliga arbeiðstíðin er 8 tímar.

Stk. 2. Við flekstíðararbeiði verða ikki goldnar viðbøtur sambært §8.

Stk. 3. Hesar ásetingar viðvíkjandi arbeiðstíð eru eisini galdandi fyri klinikassistentar á tannlæknastovum.

§ 5
Frídagar

Stk.1. Nýggjársaftan, páskaaftan, hvítusunnuaftan, grundlógardagur, ólavsøkuaftan og flaggdagur eru hálvir frídagar.

Stk. 2. Hálvir frídagar kunnu verða lagdir saman til heilar frídagar um semja er um hetta millum arbeiðsgevara og løntaka. Hetta merkir, at hesir heilu frídagar liggja á einum av teimum hálvu frídøgunum, meðan tann hálvi arbeiðsdagurin verður vanligur fullur arbeiðsdagur. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum arbeiðsdegi, verður hetta lønt sum vanligur arbeiðsdagur.

Stk. 3. Allir halgidagar, Jólaaftan og Ólavsøkudagur eru heilir frídagar.

Stk. 4. Verður arbeitt frammanfyri nevndu frídagar ella aftaná kl. 12.00 á nevndu hálvu frídøgum, verður goldin tímaløn + 100%. Tó er grein 8 galdandi fyri teir yrkisbólkar, ið arbeiða forskotna tíð.

Kapittul 3: Løn

§ 6
Almenn lønarviðurskifti

Stk. 1. Lønin er samsvarandi lønartalvu aftast í hesum sáttmála.

Stk. 2. Lønin hjá mánaðarløntum skal gjaldast starvsfólkunum í seinasta lagi seinasta yrkadag í mánaðinum.

Tímalønt fáa løn útgoldna í minsta lagi aðru hvørja viku, um ikki annað er avtalað.

Stk. 3. Tað starvsfólk, ið hevur hægri løn, tá hesin sáttmáli kemur í gildi, verður ikki sett niður í løn.

Stk. 4. Arbeiðsgevari hevur skyldu til at geva starvsfólki sínum lønarseðlar.

§ 7
Tímalønin

Stk. 1. Tímalønin verður útroknað sum samlaða mánaðarlønin hjá viðkomandi dividerað við 173,33.

Stk. 2. Fyri arbeiði út yvir vanligu arbeiðstíðina verður at samsýna við niðanfyri nevndu ásetingum um løn fyri forskotna arbeiðstíð og yvirtíð.

Stk. 3. Tó fáa tímalønt altíð yvirtíðarløn, tá tey hava arbeitt yvir 80 tímar í tvær vikur.

§ 8
Viðbøtur – forskotin tíð

Stk. 1. Fyri arbeiði innan fyri vanliga vikuliga arbeiðstíð uppá 40 tímar verður at samsýna fyri forskotnað arbeiðstíð soleiðis:

Galdandi frá 1. mai 2023
           Kl. 19.30 - 24.00.................................................kr. 7,58       eyka um tíman
           Leygardag kl. 14.30 - 24.00......................kr. 12,51      eyka um tíman
           Sunnu- og halgid. kl 6.30 - 24.00........kr. 15,86      eyka um tíman
           Allar dagar kl. 24.00 – 06.30...................kr. 18,30      eyka um tíman

Galdandi frá 1. mai 2024
           Kl. 19.30 - 24.00................................................kr. 7,89          eyka um tíman
           Leygardag kl. 14.30 - 24.00.....................kr. 13,02        eyka um tíman
           Sunnu- og halgid. kl 6.30 - 24.00.......kr. 16,50        eyka um tíman
           Allar dagar kl. 24.00 - 6.30......................kr. 19,04         eyka um tíman

Viðbøturnar hækka framyvir við sama % stigi sum lønartalvan.

§ 9
Vaktarhald

Stk. 1. Starvsfólk, sum hevur tilkallivakt, verður frá mánadegi til og við fríggjadag kl. 24.00 lønt við 18,18 kr um tíman galdandi frá 1. mai 2023, 18,92 kr um tíman galdandi frá 1. mai 2024. Frá fríggjadegi kl. 24.00 til vanliga arbeiðstíð mánamorgun verður starvsfólk lønt við 37,06 kr. um tíman galdandi frá 1. mai 2023 og 38,55 kr. um tíman galdandi frá 1. mai 2024.

Viðbøturnar hækka framyvir við sama % stigi sum lønartalvan.

Stk. 2. Minsta samsýning til klinikkassistent, sum hevur tilkalluvakt eftir vanligu arbeiðstíðina, er løn fyri 2. tímar.

§ 10
Úrtíðararbeiði

Stk. 1. Fyri úrtíðararbeiði verður at gjalda:
           a.  Fyri teir fyrstu 3 tímarnar:...........................tímaløn + 35% eyka
           b.  Fyri 4. tíman og fylgjandi:..........................tímaløn + 60% eyka
           c.  Sunnu- og halgidagar:.................................tímaløn + 100% eyka

Stk. 2 Skrivstovuarbeiði, sum ikki er fevnt av stk. 3 út yvir 40 tímar um vikuna verður roknað sum yvirtíð sambært stk. 1.

Stk. 3 Yvirtíðarløn verður goldin eftir stk. 1 um:

  1. Arbeitt verður meira enn 11 tímar hvønn dagin, soleiðis at yvirtíðarløn tá verður goldin fyri teir tímar sum fara upp um 8 tímar hendan dag ella

  2. arbeitt verður meira enn 48 tímar eina viku, soleiðis at yvirtíðarløn tá verður goldin fyri teir tímar sum fara upp um 48 tímar hesa vikuna.

    Um starvsfólk hevur arbeitt meira enn 11 tímar ein ella fleiri av døgunum í einari viku, og samstundis hevur arbeitt meira enn 48 tímar í alt í somu viku, so verður tann hægra av frammanfyri nevndu yvirtíðarlønum 1 ella 2 goldin.

Stk. 4. Tað verður bert goldið fyri úrtíðararbeiði, um hetta er útint eftir beinleiðis boðum arbeiðsgevarans ella umboðsfólki hansara.

Stk. 5. Miðað verður ímóti, at arbeiðsgevarin dagin fyri boðar starvsfólki frá, um ætlanin er at yvirtíðararbeiði skal fara fram. Tó hevur arbeiðsgevarin altíð skyldu til við minst 8 daga freist at boða frá yvirtíðararbeiði í samband við uppteljing, langar leygardagar og jólavikuna.

§ 11
Avspáking

Stk. 1. Úrtíðarløn verður sum útgangsstøði útgoldin, men kann sambært avtalu millum arbeiðsgevara og starvsfólk kompenserast við frítíð, ið svarar til úrtíðartakstin.

Stk. 2. Starvsfólk kann eftir ynski, og um arbeiðsgevarin samtykkir, keypa sær eyka frídagar.

Stk. 3. Arbeiðsgevarin tekur, í samráð við starvsfólkið, nærri avgerð um, nær frídagar sambært hesi grein skulu vera hildnir, og fráboðar hetta í góðari tíð t.v.s. vanliga ikki seinri enn 4 dagar frammanundan. Frídagarnir skulu, í tann mun tað er gjørligt, vera í heilum ella hálvum frídøgum og skulu, tá talan er um avspáking av úrtíð, vera av í seinasta lagi 2 mánaðir aftaná, at viðkomandi úrtíðararbeiði er útint um ikki annað er avtalað , sí stk. 1. Frídagar sambært hesi grein kunnu ikki leggjast á dagar, sum eru frídagar annars.

§ 12
Parttíðarsett

Stk. 1. Fyri lutvísa arbeiðstíð verður goldin tímatakstur út frá tí ancienniteti, sum viðkomandi hevur.

Stk. 2. Fólk við lutvísari vikuligari arbeiðstíð frá 15 tímum og uppeftir verða at løna eftir somu reglum sum fólk við fullari viku, og verður lønin at rokna lutfalsliga í mun til 40 tíma vikuna.

Stk. 3. Fyri eykatímar millum kl. 7.30 og 18.00 vanligar yrkadagar og kl. 7.30 og 14.00 leygardagar fær viðkomandi vanligu tímaløn sína, meðan forskotin arbeiðstíð og úrtíðar arbeiði annars verður at samsýna sambært §8 ella §10.

§ 13
Fyribilshjálp

Stk. 1. Fólk, ið verða sett til fyribilshjálp, fáa løn sambært lønartalvuni. Hevur starvsfólk yvirfluttan starvsaldur, skal hesin nýtast sum útrokningargrundalag fyri lønini.

Stk. 2. Sum fyribilsarbeiði er at skilja arbeiði, ið ikki varar longur enn í mesta lagi 3 mánaðar í einum og sama ári. Úrtíðargjøld eru tey somu sum fyri onnur.

§ 14
Persónlig viðbót til klinikassistentar

Um klinikkassistentur eftir áheitan frá arbeiðsgevara tekur serlig førleikamennandi skeið innan yrki eigur at avtalast við starvsbyrjan ella áðrenn farið verður á skeið, um hetta gevur viðbót.

§ 15
Løn fyri skeiðluttøku og eftirútbúgving

Stk. 1. Arbeiðsgevarin avger í samráð við starvsfólkið, hvørji skeið, starvsfólk kunnu luttaka í.

Stk. 2. Á arbeiðsplássum, har tað er álagt starvsfólki at luttaka á skeiði, verða ásetingarnar í vegleiðing til ferðauppgerð fyri tænastuferðir innanlands ávíkavist uttanlands hjá  Fíggjarmálaráðnum at gjalda.

§ 16
Starvsaldur

Stk. 1. Starvsaldur er vanliga tað áramál, sum starvsfólkið hevur arbeitt innan viðkomandi øki.

Stk. 2. Starvsaldurin hjá yrkislærdum og útbúgnum er vanliga tað áramál, sum starvsfólkið hevur verið í arbeiði, ið er treytað av teirri útbúgving, tað hevur.

Stk. 3. Starvsfólkið fær roknaðan fullan starvsaldur, hevur tað í minsta lagi hálvt starv. Er talan um minni enn hálvt starv, verður starvsaldurin roknaður lutfalsliga.

Stk. 4. Til tess at fáa starvstíð frá nýggjum arbeiðsgevara skal starvsfólkið kunna um møguliga starvstíð frá øðrum arbeiðsgevara við setan í seinasta lagi, tá setanarprógvið verður undirskrivað.

Kapittul 4: Setanarviðurskifti

§ 17
Lógarfest starvsfólkaviðurskiftir, frítíðarløn og serstaka frívikan

Stk. 1. Hvat viðvíkur frítíð við løn, so verður víst til galdandi lóggávu, og er sama galdandi fyri sjúku, barnsburð o.t. Víst verður eisini til grein 11, stk. 2 um keyp av frídøgum.

Stk. 2. Fastlønt starvsfólk hevur rætt til eina serstaka fríviku um árið. Kostnaðurin av eini viku er 2,24% av árslønini, og kostnaðurin av einum frídegi er 0,45% av árslønini. Starvsfólk, ið verður sett í starv eftir at innvinningarárið er byrjað, vinnur sær rætt til at keypa frídagar lutfalsliga í mun til nær á árinum, starvsfólkið verður sett í starv. Arbeiðsgevarin ásetir í samráðvið starvsfólkið, nær hesir frídagar skulu takast.

§ 18
Setanarprógv

Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.

§ 19
Lærlingar

Stk. 1. Lærlingur innan økið hjá Samverk verður at løna í samsvar við lønartalvuna.

Stk. 2. Er lærusáttmáli gjørdur fyri styttri tíð enn tey í lønartalvuni nevndu 4 árini, verður talið av lønarbólkum at minka samsvarandi, soleiðis at tað eru teir seinastu satsirnir, ið verða at galda.

Stk. 3. Hvat annars upplæring av lærlingum viðvíkur, so verður víst til galdandi lóggávu um lærlingaviðurskifti.

Stk. 4. Ynskir lærumeistari at siga upp lærling í sambandi við, at hann hevur útstaðið lærutíð sína, so verður hetta at gera við 1 mánaða freist til tann 1. í einum mánaði.

Stk. 5. Fyri úrtíðararbeiði verður øll læruárini goldið lærlingum somu úrtíðarløn, sum galdandi er fyri yrkislærd fólk á 1. anciennitetsstigi.

§ 20
Uppsøgn

Stk. 1. Fyri fólk, ið eru sett sambært hesum sáttmála er uppsagnarfreistin sambært ásetingunum í starvsmannalógini.

Stk. 2. Fyri starvsfólk, ið eru sett sambært hesum sáttmála og ikki eru starvsfólk sambært starvsmannalógini, verður uppsagnartíðin 1 mánað frá øðrum partinum at galda.

Stk. 3. Uppsøgn smbr. stk. 1 og 2 skal vera skrivlig.

Stk. 4. Arbeiðsgevari hevur, tá setan hjá starvsfólkinum endar, skyldu at geva starvsfólkinum prógv um starvstíðina hjá starvsfólkinum.

Kapittul 5: Onnur gjøld

§ 21
Limagjald, lívstrygging og eftirløn

Stk. 1. Fyri limagjald til meginfelagsskapin Samverk verður eitt gjald, ið er 1,75%, tó hægst 400 kr, av lønini frádrigið, áðrenn hon verður útgoldin. Fyri lærlingar er hetta gjald 60 kr. um mánaðin.

Gjaldið verður flutt av arbeiðsgevaranum til Samverk, samstundis sum lønin verður flutt.

Stk. 2. Hin 1. august 2021 hækkar eftirlønargjaldið við 1,26% til 15% í eftirlønargjaldi og lívstrygging. Hesi prosent verða goldin í eftirlønarskipan fakfelagsins, samstundis sum lønin verður goldin.

Stk. 3. Tá starvsfólk eru fylt 67 ár, verður lønarkvotienturin svarandi til eftirlønargjaldið útgoldin sum løn. Sama er galdandi fyri persónar, sum samb. § 1, stk. 5 í eftirlønarlógini eru frítiknir fyri at rinda í eina føroyska eftirlønarskipan.

Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindst samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt

Stk. 4. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til einaferð um mánaðin at senda Samverk inn fullfíggjaðan lista yvir flutt limagjald og gjald til eftirløn/lívstrygging.

Kapittul 6: Skipanarviðurskifti

§ 22
Samstarvsviðurskifti

Stk. 1. Partarnir eru samdir um, at teir hava felags áhuga í, at allir arbeiðsgevarar eru skipaðir sum limir í arbeiðsgevarafeløgunum, og at øll arbeiðsfólk eru skipaði sum limir í fakfelag.

Arbeiðsgevarafelagið arbeiðir fyri at kunna arbeiðsgevarar um teir fyrimunir, sum eru við limaskapi í arbeiðsgevarafelag. Somuleiðis arbeiðir Samverk fyri at kunna starvsfólk um teir fyrimunir, sum eru við limaskapi í fakfelag. Partarnir arbeiða fyri at tryggja, at verandi sáttmálar vera hildnir.

Stk. 2. Partarnir í hesi sáttmálagerð eru á einum máli um at fremja eitt gott samstarv.

Stk. 3. Eisini eru teir samdir um, at arbeiðsgevarin hevur rætt til at leiða, sundurbýta og nýta ta arbeiðsmegi, arbeiðsgevarin heldur vera fyri neyðuni, uttan tó at skerja tær sømdir, ið sáttmálin fyrisetur.

§ 23
Nevndararbeiði og álitismannaskipan

Stk. 1. Nevndarlimir í fakfelag hava rætt til frí frá arbeiði sínum í sambandi við nevndararbeiði, samráðingar og skeiðsluttøku.

Stk. 2. Fráboðan skal gevast arbeiðsgevaranum beinanvegin tá nevndarlimur fær fundarboð.

Stk. 3. Viðvíkjandi skipanini við álitisfólkum, so verður víst til álitismannaskipanina, sum er partur av hesum sáttmála.

§ 24
Arbeiðssteðgur

Stk. 1. Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum til at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg eftir hesum reglum.

Stk. 2. Arbeiðssteðgur kann bert setast í verk um so er, at hann er samtyktur av einum aðalfundi við í minsta lagi 3/4 av atkvøðunum og rættstundis fráboðaður mótpartinum.

Stk. 3. At tað er ætlanin at leggja fyri aðalfund uppskot um arbeiðssteðg, skal kunngerast hinum partinum við serligum innskrivaðum brævi í minsta lagi 1 mánaða frammanundan, at arbeiðssteðgurin sambært uppskoti, er ætlaður at koma í verk, og skal á sama hátt gevast hinum partinum fráboðan um hvørja avgerð fundurin hevur tikið í minsta lagi 14 dagar frammanundan, at arbeiðssteðgurin verður at seta í verk.

Stk. 4. Sum arbeiðssteðgur er her at rokna streika, lock-out, blokada og boycot. Arbeiðssteðgurin kann ikki setast í verk, meðan sáttmálin er í gildi.

Stk. 5. Hóast arbeðssteðgur er lýstur og fráboðaður sambært ásetingunum í hesi grein, kann fráboðaði arbeiðssteðgurin ikki byrja fyrrenn í minsta lagi 48 tímar eftir at samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru endaðar, frá á midnátt at rokna. Er semingsstovnurin komin uppí, ella er semingsstovnurin boðsendur, eru samráðingarnar at meta sum endaðar, tá ið semingsstovnurin er givin við semingsroyndum sínum, og hevur boðað frá tí.

§ 25
Gerðarrættur

Stk. 1. Allar trætur um røttu fatan av sáttmálanum verða avgjørdar av Fasta Gerðarrætti.

Kapittul 7: Aðrar ásetingar

§ 26
Arbeiðsklæðir

Á arbeiðsplássum, har serligur búni verður kravdur, hevur arbeiðsgevarin skyldu at lata slíkan búna.

Kapittul 8: Gildisskeið

§ 27. 
Gildisskeið

Stk. 1. Hesin sáttmáli, ið fær gildið frá 1. mai 2023, kann sigast upp av einum av pørtunum við 3 mánaða freist til ein 1. mai, fyrstu ferð 1. mai 2025.

Stk. 2. Sjálvt um sáttmálin er uppsagdur, og tíðarfreistin fyri endurnýggjan er úti, verður sáttmálin verðandi í gildi til ein nýggjur er góðkendur ella arbeiðssteðgur er settur í verk eftir reglunum í § 24.

Tórshavn, tann. 28. apríl 2023

FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG                          Samverk

Jórun Gardar, samráðingarleiðari             Pætur Niclasen, formaður

Emy Sólvitsdóttir

Palma Petersen

Poula Gaardbo

Eyðgerð Jonhardsdóttir

Álitismannaskipan fyri Samverks-limir

§1

Stk. 1. Á arbeiðsplássum, har 3 ella fleiri fólk arbeiða, kunnu limir í Samverk velja sær álitisfólk, ið verða vald fyri tvey ár í senn.

Stk. 2. Á arbeiðsplássum har 8 fólk ella fleiri arbeiða kunnu limirnir í Samverk eisini velja tiltaksfólk, ið verða vald á sama hátt sum álitisfólkið. Hesi skulu, tá álitisfólk hevur forfall, virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkið.

Stk. 3. Valið av álitisfólki og tiltaksfólki skal góðkennast av arbeiðsgevaranum, ið kann broyta hetta eina ferð, men síðani verður 2. evni at góðtaka. Avgerð arbeiðsgevarans skal verða kunngjørd áðrenn ein vika er farin, annars er valið at rokna sum góðkent. Álitisfólkið kunnar Samverk og arbeiðsgevaran um, hvør er valdur til álitisfólk/tiltaksfólk; valið skal eisini góðkennast av Samverk.

§ 2

Stk. 1. Álitisfólkið er umboð- og tingarfólk hjá Samverk mótvegis leiðsluni og skal gera sítt til, at arbeiðið fer siðiliga fram.

Stk. 2. Leiðslan og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samarbeiði.

Stk. 3. Álitisfólk skulu hava neyðuga kunning um tiltøk, sum ætlanin er at fremja, og sum kunnu hava ávirkan á arbeiðsumstøður teirra.

§ 3

Stk. 1. Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til leiðsluna.

Stk. 2. Á fyritøkum við færri enn 10 fólkum í arbeiði hevur álitisfólkiðe eisini átalurætt viðvíkjandi ótrygd á arbeiðsplássinum. Annars er lóg um arbeiðsumhvørvið galdandi.

§4

Stk. 1. Um álitisfólk, tá samráðing er farin fram, ikki er komið til eina loysn við leiðsluna viðvíkjandi trupulleikum í arbeiðinum, sum Samverks-limir ikki hava kunnað góðkent, skal málið beinanvegin leggjast fyri Samverks-felagið.


Stk. 2. Samverks-limir kunnu ikki leggja arbeiðið niður, fyrr enn nærri boð eru komin frá fakfelag teirra.

§ 5

Stk. 1. Skyldur hjá álitisfólki skulu fremjast soleiðis, at tað sum minst tarnar arbeiðinum. Tá álitisfólk noyðast at fara úr arbeiði fyri at gera skyldur sínar, skal tað verða eftir avtalu við leiðsluna.

Stk 2. Í hesum føri, eins og tá leiðsla boðsendir álisfólk um mál, ið hava við arbeiðsviðurskifti teirra at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina fyri ta tíð, tað er úr arbeiði.

Stk. 3. Tá álitisfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, skal arbeiðsgevari viðgera hesa umsókn við vælvild.  Tó kann í mesta lagi verða søkt fyri 2 fólk annað hvørt ár frá sama arbeiðsgevara.

§ 6

Stk. 1. Uppsagnarfreistin hjá álitisfólki er vanlig uppsagnarfreist + ein mánaði. Við uppsøgnini skal fylgja grundgeving. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi er sama galdandi fyri álitisfólk sum fyri vanligar limir annars.

§ 7

Stk. 1. Verður ósemja um uppsøgn av álitisfólki, skulu feløgini beinanvegin taka upp samráðingar um hendan spurning.

Stk. 2. Um eingin semja fæst millum feløgini verður trætan at viðgerða eftir §13.

Stk. 3. Um arbeiðsgevarin heldur fast við uppsøgn sína, hóast gerðarætturin gongur honum ímóti, ásetur gerðarrætturin tað endurgjald, sum arbeiðgevarin skal gjalda álitisfólkinum. Støddin av hesum endurgjaldi verður at áseta eftir umstøðunum sum heild, men kann tó ikki setast til meira enn tvær mánaðarlønir (út yvir uppsagnarlønina).

§ 8

Stk. 1. Broytingar í hesi álitismannaskipan kunnu bert gerast í sambandi við sáttmála-samráðingar.

§ 9

Stk. 1. Um so er, at ivamál taka seg upp viðvíkjandi hesi skipan, skal samráðing fara fram millum feløgini.

Stk. 2. Fæst ikki semja, verður málið at leggja fyri gerðarrætt sambært §13 í sáttmálanum.

Tórshavn, tann 27. apríl 2017.

Samverk
FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG