YTF - Elektron

Starvssáttmáli 2023 - 2025
Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF
galdandi fyri Elektron

§ 1.
Sáttmálaøkið

Stk. 1. Hesi sáttmálin fevnir um tey starvsfólk, sum eru limir í YTF og sum starvast á Elektron (hereftir nevnt fyritøka), sum eru starvsmenn ella hava eina starvsmannalíknandi støðu, smb. løgtingslóg nr. 13 frá 20 mars 1958 við seinni broytingum.

Sáttmálin fevnir tó ikki um:
            a. Reingerðar- og kantinustarvsfólk.

            b. Fyribils sett starvsfólk, hvørs setan ikki varir longri enn 3 mánaðir.

            c. Starvsfólk, sum serligur sáttmáli er gjørdur fyri, starvsfólkið og fyritøkuna
                millum, ella sum annars við seravtalu partanna millum eru undantikin
                hesum sáttmála. Tílíkir sáttmálar ella seravtalur kunnu bert gerast fyri
                leiðandi starvsfólk og/ella serfrøðingar, og vil fyritøkan tryggja, at hesi
                starvsfólk ikki hava vánaligari kor, enn tey, sum eru ásett í sáttmálanum við
                YTF.

                Fyritøkan kann tó víkja frá sáttmálanum, tá ið talan er um arbeiðstíð,
                samsýning fyri møguliga yvirtíð og rættinum til arbeiðsgevaragoldnað
                eftirløn.

Fyri slík leiðandi starvsfólk og/ella serfrøðingar kann samsýningin fyri møguligt meir­arbeiðið – við atlitið til hvussu starvið er háttað – heilt ella partvíst vera íroknað lønini.

Stk. 2. Fyri næmingar er sáttmálin galdandi og annars ásetingar í løgtingslóg nr. 94 frá 29. december 1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum, og somuleiðis løgtingslóg nr. 107 frá 29. december 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið við møguligum seinni broytingum.

§ 2.
Setan í starv

Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg nr. 20. frá 8. mai 2008 um setanarprógv.

§ 3.
Flokkingar o.a.

Sí skjal 1.

§ 4.
Arbeiðstíð

Stk. 1. Arbeiðstíðin hjá starvsfólkunum (døgurðasteðgur og møgulig onnur frítíð ikki íroknað) er 37 tímar um vikuna.

Starvsfólk eiga rætt til 30 min. samanhangandi døgurðasteðg. Døgurðasteðgurin verður roknaður sum frítíð, sum starvsfólkið frítt kann ráða yvir. Í teimum førum, tá ið tað er álagt starvsfólki at vera til taks í døgurðasteðginum, verður døgurðasteðgurin at rokna upp í arbeiðstíðina.

Stk. 2. Flekstíð er sett í verk á Elektron. Sí skjal 3.

§ 5.
Starvsfólkasamrøða

Stk. 1. Á hvørjum ári hevur leiðslan eina starvsfólkasamrøðu við hvør starvsfólk sær.

Stk. 2. Starvsfólkasamrøðan skal innihalda eina meting av menningini hjá starvsfólkinum og framtíðar menningarmøguleikum. Vísandi til protokollat um eldrapolitik skulu, tá talan er um starvsfólk eldri enn 60 ár, eisini møguligar tillagingar í starvsinnihaldi, eftirløn og arbeiðstíð eisini verða viðgjørdar.

Stk. 3. Starvsfólkasamrøðan skal somuleiðis fevna um lønarsamráðingar, har lønin hjá starvsfólkinum komandi árið verður ásett. Víst verður til flokkingar og minstu lønirnar í skjali 1.

Stk. 4. Mánaðarlønin hækkar sambært sáttmálanum.

§ 6.
Tímaløn

Tímalønin verður roknað soleiðis:

Mánarløn * 12    .
52 * vikuarbeiðstíð

§ 7.
Yvirtíð

Yvirtíð á Elektron

Stk.1. Fyritøkan kann áleggja yvirtíðararbeiði, tvs. arbeiðið útyvir ásetingarnar í §4 um arbeiðstíð og uttanfyri ásettar vaktir smb §22.

Talan er um skipað yvirtíðararbeiði, um fyritøkan í dagligu tilrættisleggingini av arbeiðinum áleggur ávíst tal av yvirtíðararbeiðstímum, uttan at hetta er neyðugt vegna bráðfeingis háarbeiðsbyrðu.

Tá ið yvirtíðararbeiði verður álagt, eigur leiðslan at virða, um eitt starvsfólk av persónligum grundum í ávísum føri ikki kann átaka sær yvirtíðararbeiði.

Stk. 2. Áløgd yvirtíð[1] verður samsýnd í lutfallinum 1:1½ (1 tími yvirtíð gevur 1 tíma og 30 min.). Talið av yvirtíðararbeiðstímum verður gjørt upp seinast í hvørjum mánaði.

Stk. 3. Yvirtíðararbeiði verður annaðhvørt avroknað við avspáking, ella avroknað kontant. Um avroknað verður kontant, verður upphæddin goldin í seinasta lagi seinast í mánaðinum eftir uppgerðina.

Stk. 4. Avspáking, smb. stk. 3, verður veitt sum frítíð í mánaðinum eftir uppgerðina, uttan so at onnur avtala verður gjørd.

Stk. 5. Avspáking smb. skjal 3 (meirarbeiði) verður veitt sum frítíð smb. skjal 3.

Stk. 6. Frítíðin verður løgd eftir avtalu og verður hildin sum heilir ella hálvir frídagar.

Stk 7.  Er yvirtíðararbeiðið eftir kl. 19.00, fær starvsfólkið mattíð í 30 minuttir. Mattíðin verður roknað upp í arbeiðstíðina.

Stk. 8.  Fyri parttíðarsett starvsfólk verður yvirtíðararbeiði, ið avtalað verður gjørd um við tann parttíðarsetta, avroknað eins og fyri fulltíðarsett.

§ 8.
Ávísing av løn

Stk. 1. Lønin verður forútgoldin í seinasta lagi síðsta arbeiðsdag í undanfarna mánaði.

Stk. 2. Mánaðarlønin er minsta løn og lønarískoyti.

Stk. 3. Minsta lønin í skjal 1 broytist við sáttmálaúrslitinum.

Stk. 4. Avloysarar verða løntir afturút hvønn mánað, og lønin verður ávíst í seinasta lagi síðsta dag í mánaðinum.

§ 9.
Eftirløn og trygging

Stk. 1. Starvsfólk á Elektron, hava arbeiðsgevaragoldna eftirløn, ið er 18% av mánaðarlønini. Eftir avtalu kann eftirlønin, sum liggur omanfyri lógarásetta eftirlønargjaldið, verða útgoldin og umroknað sum løn.. Umrokningin skal taka hædd fyri meirkostnaðinum, sum í løtuni er: feriuískoyti, ALS-gjald, barsilsgjald, AMEG, gjald fyri Vinnusjúkugrunnin og lønarhæddaravgjald.

Í 2021 er hetta tilsamans 9,61%, sum svarar til 8,77% av lønarútreiðslunum hjá Elektron. 91,23% eru sostatt eftir til løn.

Stk 2. Næmingar fáa sum útgangsstøði ikki eftirløn, men um løgtingslóg um tvungna eftirløn verður sett á stovn, verður tað eftirlønarprosent, sum ásett verður, arbeiðsgevaragoldin.

Stk. 3
Vanlukkutrygging
Fyritøkan tryggjar sambært lógskyldugari vanlukkutrygging øll starvsfólk í samband við likamligar og sálarligar skaðar, ið standast av arbeiðsávum. Endurgjald til starvsfólk í samband við deyða ella avlamni verður avroknað sambært veitingaryvirlitinum frá Føroya Vanlukkutrygging.

Sí Vanlukkutryggingarlógina, Løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 12. mai 2015.

Stk. 4.
Samlagstrygging
Fyritøkan teknar samlagstrygging fyri starvsfólk, sum eru limir í YTF. Onnur starvsfólk kunnu eisini tekna seg til tryggingina.

Stk. 5.
Trygging fyri hættisligum sjúkum
Fyritøkan teknar trygging í sambandi við hættisligar sjúkur fyri starvsfólk, sum eru limir í YTF. Onnur starvsfólk kunnu eisini tekna seg til tryggingina.

Stk. 6.
Viðgerðartrygging
Fyritøkan teknar trygging í sambandi við viðgerðartrygging fyri starvsfólk, sum eru limir í YTF. Onnur starvsfólk kunnu eisini tekna seg til tryggingina.

Stk. 7.
Allar tryggingar eru arbeiðsgevaragoldnar og tryggingargjaldið verður lagt afturat A-inntøkuni.

Stk. 8.
Partarnir eftirmeta tryggingarnar til sáttmálasamráðingarnar fyri at tryggja, at hesar eru kappingarførar.

§ 10.
Barnsferð og ættleiðing

Stk 1.
Barnsburðarfarloyvi
Treytirnar í sambandi við barbsburð og ættleiðing verða ásettar í løgtingslóg nr 171 frá 12. desember 2020 við møguligum seinni broytingum.

Undir fráveru sambært omanfyri nevndu lóg verður veitt starvsfólkunum full løn uttan miss í lønaraldri. Møguleiki er at avtala longri farloyvi uttan løn.

Stk. 2.
Ættleiðing                                                                                          
Eru tjóðskaparlig krøv um hjáveru innan ættleiðing frá ávísum londum hevur starvsfólk rætt til farloyvi í ásettu tíðina, uttan miss í lønaraldri. Tó eru upp til 4 vikur við fullari løn.

§ 11.
Sjúka

Stk. 1. Viðvíkjandi løn til burturstødd vegna sjúku verður víst til Starvsmannalógina. Tó kann uppsøgn ikki verða gjørd sambært § 5, 2. stk í Starvsmannalógini.

Stk. 2. Starvsfólk, ið ansa doyggjandi í heiminum, kunnu eftir umsókn fáa heilt ella partvíst farloyvi.

§ 12.
Sjúk børn

Stk. 1. Starvsfólk hava frí uttan lønarfrádrátt at ansa sjúkum barni, sum er undir 18 ár og sum er heima, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi 10 dagar um árið samanlagt. Eigur starvsfólk 2 børn ella fleiri undir 18 ár, kann tað fáa frí upp til 20 dagar um árið.

Stk. 2. Verður sjúkralega barnsins longri enn áður nevndu 2 dagar, kann starvsfólkið eftir umbøn fáa farloyvi uttan løn í upp til 5 arbeiðsdagar afturat.

Stk. 3. Verður neyðugt við longri farloyvi til ansan av sjúkum barni, kann fyritøkan játta farloyvi uttan løn móti framvísan av læknaváttan.

Stk. 4. Verður barn, sum er undir 18 ár innlagt á sjúkrahús, og brúk er fyri foreldrunum, verður farloyvi við løn givið upp til 8 dagar. Tað sama er galdandi, um barnið verður útskrivað innan 8 dagar og krevur framhaldandi sjúkrarøkt heima. Verður farloyvið longur enn 8 dagar, kann fyritøkan játta farloyvi uttan løn.

§ 13.
Uppsøgn

Stk. 1.  Í sambandi við uppsagnir og uppsagnarfreistir er Starvsmannalógin galdandi. Tó kann uppsøgn ikki verða givin sambært § 5, 2. stk. í Starvsmannalógini.

Víst verður til álitismannaskipanina, har serligar reglur eru galdandi í sambandi við uppsøgn av starvsfólkum.

Stk. 2.  Starvsfólk ið hevur fylt 35 ár, sum verða søgd úr starvi og hava verið í starvi í fyritøkuni í minst 12 ár, fáa serstakt eftirlønargevandi endurgjald, soleiðis:

Fylt 35 ár:..........1 mánaðarløn
Yvir 40 ár:..........2 mánaðarlønir
Yvir 45 ár:...........3 mánaðarlønir
Yvir 50 ár:...........4 mánaðarlønir.

Fráfaringarsamsýning verður eisini útgoldin starvsfelaga, sum hevur havt minst 2 setanarskeið í fyritøkuni, har tey síðstu tilsamans eru minst 12 ár og núverandi setanarskeið er minst 6 ár.

Verður starvsfólk uppsagt, sum er sett niður í løn innanfyri seinastu 6 mánaðarnir, skal ein møgulig fráfaringarsamsýning roknast av lønini áðrenn niðurflytingina.

Stk. 3. Fyritøkan hevur skyldu til, í góðari tíð, vanliga 3 dagar, at senda YTF og Føroya Arbeiðsgevarafelag avrit av øllum uppsøgnum av starvsfólki, sum hesin sáttmáli fevnir um.

Stk. 4. Fyri trygdarumboð galda somu uppsagnartreytir sum fyri álitisfólk.

§ 14.
Eftirsitiløn

Doyr starvsfólk í tænastutíðini, verður eftirsitiløn útgoldin í 3 mánaðir, til møguligan hjúnafelaga/samliva ella børn undir 18 ár, sum tað uppiheldur. Eftirsitilønin er seinast útgoldna mánaðarlønin. Lønin í mánaðinum, tá ið starvsfólkið doyr, verður ikki roknað við í eftirsitilønina.

§ 15.
Frítíð & fastir frídagar

Stk. 1. Mánaðarlønt starvsfólk hava rætt til frítíð sambært løgtingslóg um frítíð við løn.

Stk. 2. Um so er, at starvsfólk eftir áheitan frá fyritøkuni, halda summarfrí uttanfyri tíðarskeiðið 01.05. - 30.09, verður frítíðin longd við eini helvt av tí parti, ið hildin verður uttan fyri 01.05. - 30.09.

Stk. 3. Frítíðarískoyti sambært frítíðarlógini, verður flutt í frítíðargrunnin, samstundis sum lønin verður flutt.

Stk. 5.
Eyka frítíð
Frá frítíðarárinum 2006/2007 hava starvsfólk, umframt tað p.t. lógarásettu frítíð, rætt til eyka frítíð sambært hesum reglum.

Starvsfólk hava rætt til 5 eyka dagar frítíð, soleiðis at tann árliga frítíðin verður tilsamans 30 (arbeiðs-)dagar. Starvsfólk hava rætt til ein hálvan dag afturat, sum verður latin 1. mai á hvørjum ári.

Hesir eyka dagar frítíð innvinnast, og haldast, stigvíst soleiðis, at fyri hvørjar 73 dagar tænasta í frítíðarárinum, innvinnist 1 eyka dagur frítíð.

Parttíðarsett, sum ikki arbeiða hvønn dag, og starvsfólk í farloyvi uttan løn, hava rætt til eitt lutfalsligt tal av eyka frítíðardøgum.

Hesir eyka dagar frítíð kunnu ikki haldast fyrr enn teir eru innvunnir. Við uppgerð av frítíð skal tann lógarásetta frítíðin á 25 dagar vera roknað sum hildin fyrst. Tann 30. dagurin kann soleiðis í fyrsta lagi haldast í mars mánað.

Við fráferð verður frítíðarløn einans útroknað við grundarlag í tí ikki hildnu lógarásettu frítíð á 25 (arbeiðs-)dagar. Um so er, at talið av frítíðardøgum, ið eru tilgóðar við fráferð, fer upp um talið av innvunnum, lógarásettum døgum til frítíð, verða avlopsdagar til frítíð samsýndir við 0,38% av árslønini hjá viðkomandi.

Ikki hildnir frítíðardagar fella burtur, tá ið frítíðarárið er farið, uttan so at starvfólkið og leiðslan hava avtalað at flyta frítíðardagarnir til fylgjandi frítíðarár.

Stk. 6. 
Fastir frídagar
Flaggdagur, Ólavusøkuaftan, Ólavsøkudagur, jólaaftan, nýggjársaftan, Grundlógardagur og allir halgidagar eru heilir frídagar.

§ 16.
Nevndarfundir & útbúgvingargrunnur

Stk. 1.
Nevndarfundir
Nevndarlimir í YTF hava rætt til frítíð við løn, at møta til nevndarfundir og aðrar fundir í sambandi við yrkisfelagsarbeiðið. Tó í mesta lagi 11 dagar árliga, umframt møguligar sáttmálasamráðingar.

Nevndarlimir í YTF hava eisini rætt til í arbeiðstíðini at luttaka á skeiðum í sambandi við yrkisfelagsarbeiði, tó í mesta lagi 1 viku í miðal árliga.

Loyvi krevst frá fyritøkuni í hvørjum einstøkum føri.

Stk. 2.
Útbúgvingargrunnur

Til útbúgvingargrunnin letur Elektron 1% av 1/12 av lønum uttan gjøld undir starvsfólkaútreiðslunum sambært roknskapinum hjá felagnum árið fyri, og verður gjaldið flutt felagnum fyrst í juli. YTF bindur seg at geva FAG árligan roknskap yvir, hvussu upphæddin í útbúgvingargrunninum verður nýtt

Útbúgvingarstuðulin verður goldin eftir 1. juni, tá roknskapurin fyri undanfarna árið er latin Føroya Arbeiðsgevarafelag, tó í seinasta lagi síðst í juni mánaði. Víst verður til reglugerð um útbúgvingargrunn, skjal 8.

§ 17.
Luttøka í fundar- og skeiðtiltøkum

Stk. 1.  Skeið, sum starvsfólk eru biðin um at taka lut í, verða roknað upp í arbeiðstíðina. Undantikin eru bert internatskeið, ið verða hildin mánadag - fríggjadag, og verður bert normaltímatalið íroknað fyri fulltíðarsett.

Stk. 2.  Um álagt verður starvsfólki at taka lut í internatskeiðum í Føroyum, ið verða hildin leygardag - sunnudag, verða tey at rokna sum 2 frígongudagar fyri hvønn skeiðdag.

Stk. 3. Fyritøkan rindar ferðaútreiðslur aftur og fram. Er talan um skeið uttanlands, verða hesi samsýnd eftir reglugerðini "Vegleiðing til ferðafrásøgn til uttanlandsferðir" hjá Føroya Landsstýri.

Stk. 4. Um fyritøkan bjóðar inn til kunnandi fundir ella onnur fundar-/skeiðtiltøk, sum leiðsan ikki metir tað vera neyðugt hjá starvsfólkunum at luttaka í, er eingin møtiskylda, og eingin løn verður latin, sjálvt um tiltakið fer út um vanliga arbeiðstíð.

§ 18.
Tænastuferðir

Stk. 1.
Ferðingartíð
Tá starvsfólk verður boðsent til arbeiðis aðrastaðni enn á tí vanliga arbeiðsstaðnum, verður ferðingartíðin, í tann mun hon er longri enn tann tíð, tað tekur starvsfólki at koma til vanliga arbeiðsstaðið, roknað sum arbeiðstíð. Yvirtíð verður ikki roknað av ferðingartíðini. Ferðingartíðin millum tvey arbeiðsstøð í vanligari arbeiðstíð verður roknað upp í vanligu arbeiðstíðina.

Stk. 2.
Koyring í egnum bili
Fyri koyring í egnum bili verður latin samsýning eftir reglum, ið galda fyri tænastumenn. Starvsfólk, ið noyðast at koyra nógv, fáa avtalu við fyritøkuna um aðra samsýning.

Stk. 3.
Tænastuferðir
Fyri tænastuferðir innanlands og uttanlands verður avroknað sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins og eftir "Vegleiðing fyri ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands".

Stk. 4.
Takstir í sambandi við útbúgving og eftirútbúgving
Fyri útbúgving og eftirútbúgving verður avroknað sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins og eftir "Vegleiðing fyri ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands".

§ 19.
Flytisamsýning

Stk. 1
Flytiendurgjald
Hevur arbeiðsgevarin givið boð um starvsflyting í aðra bygd/kommunu, og starvsflytingin ikki er í sambandi við útnevnan til hægri starv, endurrindar arbeiðsgevarin skjalprógvaðar útreiðslur í sambandi við flyting av leysafæ v.m.

Verður starvsfólk flutt, rindar arbeiðsgevarin eftir nærri avtalu neyðugu ferðaútreiðslurnar, mat og vistarhald sambært almennu reglunum um tænastuferðir í einum tíðarskeiði svarandi til uppsagnartíðina.

Stk. 2.
Fyribils tænasta í hægri starvi
Starvsfólk, sum fyribils røkja hægri starv í 1 viku samfelt ella meira, verða í hesum tíðarskeiðið lønt við somu løn, sum tey høvdu fingið, um tey vóru sett í starvið.

Tað áliggur ovastu leiðslu at kunna starvsfólka funktiónina og starvsfólkið um broyttu lønina.

§ 20.
Næmingar

Víst verður til ta til eina og hvørja tíð galdandi Yrkisútbúgvingarlóg.

Næmingar fáa 25 arbeiðsdaga frítíð tað fyrsta heila frítíðarárið (02. mai - 01. mai) eftir setan. Er næmingurin komin í starv fyri 1. august í einum frítíðarári, er sama galdandi hetta frítíðarárið. Næmingar, ið eru komnir í starv 1. august - 31. desember, fáa 8 arbeiðsdaga frítíð hetta frítíðarárið.

Víst verður annars til lóg um lærlingar.

§ 21.
Álitisfólk & samstarvsnevnd & trygdarásetingar

Stk. 1 
Álitismannaskipan
Starvsfólk kunnu velja álitisfólk sambært avtalu um álitisfólk, sí skjal 5.

Stk. 2 
Samstarvsnevnd  
Sett kann verða á stovn samstarvsnevnd sambært avtalu um samstarvsnevnd.  Sí skjal nr. 6.

Stk. 3 
Trygdarviðurskifti
Sett verður á stovn skipan við trygdarumboðum sambært arbeiðsumhvørvislógini løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020.

Trygdarumboðini fáa frí við løn til at luttaka á skeiðum og øðrum fundum í sambandi við álitisstarvið. Tó í mesta lagi 8 arbeiðsdagar árliga.

Loyvið krevst frá fyritøkuni í hvørjum einstøkum føri.

Aðrar trygdarásetingar
Skal starvsfólkatalið minkast, verður tað í mest møguligan mun gjørt við náttúrligari frágongd.

Áðrenn starvsfólkatalið møguliga verður minkað meira enn tað, ið verður rokkið við nát­túr­ligari minking, skal málið viðgerast í samsvari við ásetingarnar í avtaluni um samstarvsnevnd við tí endamáli at finna útvegir fyri at minka um talið á uppsøgnum og bøta um støðuna hjá teimum, ið uppsøgd verða.

Í hesum sambandi verður dentur lagdur á tørvin hjá starvsfólkunum at kenna seg trygg.

Møguleikarnir fyri:eftirløn fyri tíð, avmarking av yvirarbeiði, starvsflytingum, umskúling og møguligum øðrum arbeiði til tey starvsfólk, ið verða rakt av niðurskurðum, skulu viðgerast.

Er ella verður persónsmeting tikin í nýtslu, ella menningarsamrøður, effektivitetsmátingar av hvørjum starvsfólki sær, ella tílíkt, skulu allar skrásetingar á teldu ella á kortum, ið verða gjørdar við hesum upplýsingum sum grundarlag, vísast stavsfólkinum, ið skal hava høvi til at gera viðmerkingar til tær.

§ 22.
Viðbøtur

Stk. 1 Tiltøkuvakt merkir, at starvsfólkið uttan fyri arbeiðstíð sína, men innan fyri eitt nærri ásett tíðarskeið, er til taks at svara upp á fyrispurningar og kann verða tilkallað at loysa arbeiðsuppgávur á virkinum. Miðað skal verða fram ímóti, at hvørt einstakt starvsfólk ikki verður álagt tiltøkuvakt meira enn 80 ferðir um árið.

Stk. 2 Tiltøkuvakt, sum í mest møguligan mun skal býtast javnt millum starvsfólkið, skal varskógvast í seinasta lagi 24 tímar frammanundan. Ein einstøk vakt kann í mesta lagi vara 16 tímar. Tiltøkuvaktir verða samsýntar soleiðis: [2]

Tiltøkuvaktar-peningur

Gerandisdag pr vakt til kl. 24.00 og frá kl. 06.00 til kl. 08.00

Gerandisdag pr. vakt út í eitt til kl. 07.00

Vikuskifti pr. vakt til kl. 24.00 og frá kl. 06.00 til kl. 08.00

Vikuskifti pr. vakt út í eitt til kl. 07.00

Roknað av minstu løn fyri flokk B í skjal 1

1,41%

1,98%

2,96%

3,95%

Starvsfólk, sum hava vakt út í eitt til kl. 07.00 undan einum yrkadegi, fáa avroknað tilkall á ein av nevndu háttum:

  1. Gjald verður veitt fyri øll tilkall
  2. Tilkallipeningurin verður avroknaður soleiðis, at starvsfólk fær frí í 3,5 tímar við løn næsta yrkadag og hevur tá bert rætt til gjald fyri tilkall og telefonviðtalur í tíðarskeiðinum aftaná kl. 21.00 yrkadagar.

Avrokningarháttur verður avtalaður á virkinum.

Stk. 3a Fyri telefonsamrøðu millum kl. 16.45 og 24.00 verður latið hálvur tími, tó í mesta lagi ein tími fyri hvønn tíma. Fyri telefonsamrøðu millum kl. 24.00 og 08.00 verður latið ein tími, tó í mesta lagi tveir tímar fyri hvønn tíma. Í mesta lagi fimm tímar kunnu latast fyri eitt samdøgur.

Stk. 3b Tilkalling verður lønt fyri tíðina starvsfólkið verður tilkallað, til tað er heima aftur. Løn verður latin fyri í minsta lagi 1 tíma, um tiltøkuvakt er áløgd, og annars fyri í minsta lagi 2 tímar - í báðum førum tó í mesta lagi frá tí, starvsfólkið verður tilkallað, til ta tíð, tá vanliga dagliga arbeiðstíðin hjá viðkomandi byrjar.

Samsýningin fyri tilkalling verður tímaløn + 100%. Hetta er galdandi fyri tilkalling bæði yrkadagar, vikuskifti, og halgidagar.

Stk. 4. Viðbøtur, sum verða lætnar einsæris umframt tær omanfyristandandi, skulu avtalast fyri nærri tilskilað tíðarskeið. Viðbótin er eftirlønargevandi, tó ikki um viðbótin er galdandi í 12 mánaðir ella styttri.

§ 23.
Gildiskoma og uppsøgn

Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. juni 2023.

Sáttmálin kann uppsigast við 4 mánaðar freist til 31. mai, tó í fyrsta lagi 31. mai 2025.

Tórshavn tann        23. mai 2023

Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag                                      Fyri YTF
Jórun Gardar, samráðingarleiðari                          Durita Kjærbo, forkvinna

Skjal 1: Flokkingar og minsta løn

Stk. 1
Útbúgvingarætlan
Teoretisk og praktisk víðari- og eftirútbúgving av starvsfólkunum hevur stóran týdning bæði fyri tað einstaka starvsfólkið og fyri fyritøkuna.

Útbúgving av starvsfólkunum skal tískil støðugt verða lagað eftir bæði tørvinum hjá fyritøkuni og eftir evnum og ynskjum hjá tí einstaka starvsfólkinum. Útbúgvingarspurningurin skal takast upp við hvørt einkult starvsfólk einaferð um árið.

Stk. 2
Farloyvi til útbúgving
Starvsfólk, sum hava starvast í fyritøkuni í minsta lagi 2 ár, kunnu, tey árini tey ikki eru undir aðrari útbúgving í samráð við fyritøkuna, fáa farloyvi til útbúgving uttan lønarmiss í mesta lagi 1 viku. Tá ið farloyvið verður lagt til rættis, skal hetta verða lagað eftir arbeiðinum í fyritøkuni.

Stk. 3
Starvsfólk kunnu fáa farloyvi uttan løn í styttri tíðarskeið, um tað ikki stríður ímóti áhugamálum hjá Elektron.

Stk. 4
Flokking
Øll størv verða býtt upp eftir funktión, og fyri hvørja funktión er ásett ein minstaløn.

A. Fyrisiting
Skrivstovufólk v.m. (Bókhald og móttøkufólk)

Minsta lønin galdandi frá 1. juni 2023 er 24.851,40 kr.
Minsta lønin galdandi frá 1. juni 2024 er 25.855,40 kr.

B. Menning
Uppgávan hjá einum mennara er, sjálvstøðugt ella saman við einum verkætlanarbólki/

arbeiðsbólki, at byggja system upp í smálutum. Mennarin kann taka lut í arbeiðinum at avmarka verkætlanirnar og kann taka lut í analysu- og bygnaðarstiginum fram til og við, tá ið systemini ella partar av teimum eru liðug og skulu roynast og avhendast - tað veri seg nýmenning ella broytingar í verandi applikatiónum. Mennarin kann harafturat hava sambandið við brúkararnar av systemunum.

Minsta lønin fyri menning galdandi frá 1. juni 2023 er 31.518,85 kr.
Minsta lønin fyri menning galdandi frá 1. juni 2024 er 32.792,21 kr.

C. Operatørur
Operatørurin ansar maskinunum í samsvari við reglurnar fyri hesar og tryggjar avgreiðslu av framleiðsluni eftir fastløgdu koyrsluætlanini.

Operatørurin hevur eftirlit við maskinunum og handlar eftir boðum teirra.

Operatørurin kann taka ímóti og gera tilfar til raksturin klárt og kann taka sær av at eftirviðgera og senda tilfarið. Operatørurin kann, um neyðugt og eftir nærri leiðreglum, gera broytingar í koyrsluætlanini o.t. fyri at tryggja best møguliga avgreiðslu av framleiðsluni.

Minsta lønin fyri operatørar galdandi frá 1. juni 2023 er 24.851,40 kr.

Minsta lønin fyri operatørar galdandi frá 1. juni 2024 er 25.855,40 kr.

D. Rakstur og support
Starvsfólk innan rakstrar- og support hava eftirlit við inn- og útdata, gera koyrsluætlanir til maskinurnar, ger koyrslur til framleiðsluna klárar, stendur fyri program- og datasøvnum, skráseting av royndum og framleiðslu og skráseting av datasøvnum, tekur lut í arbeiðinum at skráseta raksturin og fylgir upp trupulleikum, ið stinga seg upp við programmum í framleiðslu.

Starvsfólkið innan rakstur og support kann taka lut, tá ið nýggj og broytt program verða roynd og sett í verk í framleiðslu, og tá trygdarskipanir verða royndar. Starvsfólkið kann eisini taka lut í menning av verkætlanum.

Rakstrarráðgevin kann haraftrat taka lut, tá ið tólbúnaður (hardware) verður innlagdur, linjunet verða bygd upp og í fyrisiting av datasøvnum.

Minsta lønin fyri rakstur og support galdandi frá 1. juni 2023 er 26.669,80 kr.
Minsta lønin fyri rakstur og suppost galdandi frá 1. juni 2024 er 27.747,26 kr.

E. System
Systemprogrammørurin planleggur, byggir upp, viðlíkaheldur og roynir stýrisystemini og hjálpiprogrammini, sum eru neyðug fyri at tryggja, at maskinurnar verða útnyttaðar til fulnar.

Systemprogrammørurin byggir upp og viðlíkaheldur databasur og virkar sum ráðgevi hjá programmørunum í sambandi við serliga fløkjasligar programmeringstrupulleikar.

Systemprogrammørurin kann taka lut í arbeiðinum at planleggja og leggja tólbúnað (hardware) inn, og at byggja linjunet upp.

Minstalønin fyri menning galdandi frá 1. juni 2023 er 31.518,85 kr.
Minsta lønin fyri menning galdandi frá 1. juni 2024 er 32.792,21 kr.

F. Søla/marknaðarføring
Uppgávurnar hjá sølu- og marknaðarfólki er at fasthalda kundarelatiónir og tryggja meiri sølu til verandi og nýggjar kundar.

Uppgávurnar fevna um luttøku í allari søluprosessini líka frá marknaðarføring av fyritøkuni og produktum tess til og við uppfylgjandi service tá ið vøran er seld. Hetta fevnir um: at gera sølu og marknaðar ætlanir (produktstrategiir, vm), sum verða regluligar uppfylgdar. Søluvitjanir til fyritøkur. Marknaðaranalysur/kanningar (kundar og kappingarneytar og annað), gera tilboð og svara fyrispurningum frá komandi kundum. Gera og viðlíkahalda produktbrochurur, heimasíður, tíðindabrøvum og intranetinum. Gera nøgdsemiskanningar millum kundarnar og standa fyri ráðstevnum og kundafundum.

Minsta lønin fyri sølu/marknaðarføring galdandi frá 1. juni 2023 er 29.094,32 kr.
Minsta lønin fyri sølu/marknaðarføring galdandi frá 1. juni 2024 er 30.269,73 kr.

G. Teknik
Teknikarin klárger edv-útgerð. Herundir innlegging av operativsystemum og nýtsluskipanum. Teknikarin hevur ábyrgdina av fyribyrgjandi hardwarearbeiði og umvælir edv-útgerð. Herundir sjálvtøkur.

Minsta lønin fyri teknikarar galdandi frá 1. juni 2023 er 29.094,32 kr.
Minsta lønin fyri teknikarar galdandi frá 1. juni 2024 er 30.269,73 kr.

H. KT-trygd
KT-trygd kann verða definerað sum tann samlaða mongdin av verjutiltøkum, sum skal tryggja tann dagliga raksturin og minimera feilir (í skipanum, trygdarhendingar o.tíl.)

KT-trygd fæst við at verkseta, yvirvakja, endurskoða og leypandi dagføra hóskandi verjutiltøk, so sum politikkir, praksis, leiðreglur, fyrisitingarlig tiltøk o.a.

Vegna stjóran umsitir trygdarfunktiónin trygdina á Elektron saman við øðrum starvsfólkum, og veitir ráðgeving v.m. viðvíkjandi KT-trygd til kundar.

Minsta lønin fyri trygd galdandi frá 1. juni 2023 er 29.94,32 kr.
Minsta lønin fyri trygd galdandi frá 1. juni 2024 er 30.269,73 kr.

Skjal 2: Allýsing av hugtøkum í sáttmálanum

Orðalisti:


Mánaðarlønin:
Minsta lønin + lønarískoyti
Eftirløn: Verður roknað av mánaðarlønini
Viðbót: Tiltøkuvakt, tilkall, telefonviðtalur og tíðaravmarkað viðbót
Løn: Minsta lønin
Yvirtíð: Arbeiði útyvir ásetingarnar um arbeiðstíð og sum er álagt av arbeiðsgevara
Meirarbeiði: Arbeiði útyvir vanliga arbeiðstíð, ið ikki verður roknað ella samsýnt sum yvirtíð

Skjal 3: Flekstíðarskipan

Flekstíðarskipan er innførd í Elektron fyri at starvsfólkið í størri mun kann tilrættisleggja sín arbeiðsdag eftir uppgávunum. Nærri ásetingar um flekstíðarskipanina vera settar av virkinum í samráð við samstarvsnevndina.

Skjal 4: Protokollat um eldrapolitikk

Protokollat um eldrapolitikk: Partarnir eru samdir um, at ein virkin eldrapolitikkur er til frama fyri bæði fyritøku og starvsfólk. Tað áliggur leiðslunum í fyritøkunum, sum henda semja viðvíkur, at arbeiða fyri at fáa eldrapolitikk innførdan á arbeiðsplássum, har hetta ikki longu er galdandi.

Endamálið við einum eldrapolitikki er at geva hesum starvsbólki serligan ans, veita teimum møguleikar og tilboð, sum eru í tráð við teirra lívs- og yrkisstøðu og støðuna hjá fyritøkuni.

Sum meginregla merkir hetta, at fyritøkan setur orku av til at kanna hvønn tørv og hvørji ynski, hesin starvsbólkur hevur, og viðger í hvønn mun fyritøkan kann ganga hesum ynskjum og tørvi á møti.

Hetta kann gerast við at bjóða eldrasamrøður til starvsfólk eftir ávísan aldur. Ein eldrapolitikkur kann innihalda nøkur heilt ítøkilig tilboð viðvíkjandi niðursettari arbeiðstíð, feriudøgum e.o. fyri starvsfólk, sum eru 60 ár og eldri.

Skjal 5: Avtala millum FAG og YTF um álitisfólk

§ 1.
Val av álitisfólkum

Stk. 1 Limir í YTF hava rætt til at velja álitisfólk sambært niðanfyri nevndu reglum.
Stk. 2 Vald verða 2 álitisfólk.

§ 2.
Valbæri

Álitisfólkini skulu veljast millum starvsfólk við royndum og innliti í viðurskiftum hjá fyritøkunum.

Bert starvsfólk í føstum starvi kunnu veljast til álitisfólk. Royndarsett starvsfólk, starvsfólk í tíðaravmarkaðum starvi ella starvsfólk í uppsøgdum starvi, kunnu ikki veljast til álitisfólk. Valbærið heldur uppat, tá uppsøgnin fer fram. Næmingar kunnu ikki veljast til álitisfólk.

§ 3.
Valtíð

Stk. 1 Regluligt val av álitisfólki verður hildið annað hvørt ár (ólíka árstal) í november mánaði at taka við 1. januar árið eftir. Afturval kann fara fram.

§ 4.
Mannagongd í sambandi við val

Stk. 1 Val sambært § 3 verður fyriskipað av YTF. Álitisfólk eru vard frá tí løtu, úrslitið av valinum fyriliggur, og fyritøkan er skrivliga  kunnað um úrslitið.

Stk. 2 Í fráboðanini sambært stk. 1 skal standa dagfesting, tá valið fór fram, navn og starvsheiti hjá valda.

Stk. 3 Møguligt mótmæli móti valinum skal vera “YTF” í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir móttøku av skrivligu fráboðanini um úrslitið av valinum. Er ósemja, verður málið lagt fyri fasta gerðarrættin.

§ 5.
Val av felags álitisfólki

Stk 1. Eru fleiri enn 4 álitisfólk í eini fyritøku/samtakið velja álitisfólkini  sínámillum eitt felagsálitisfólk. Felagsálitisfólkið hevur til uppgávu at samskipa samstarvið millum einstøku álitisfólkini og leiðsluna í fyritøkuni.

Stk 2. Val av felagsálitisfólki fer fram beint eftir at álitisfólkini eru vald, smb. § 4, og freistin fyri at mótmæla, smb. somu §, er farin. Felagsálitisfólkið tekur við 1. januar árið eftir.

§ 6.
Virki álitisfólksins

Stk. 1. Álitisfólkið umboðar limirnar og hevur rætt til at leggja fyrispurningar, klagur og tilmæli fyri leiðsluna. Er álitisfólkið ikki nøgt við avgerðina hjá leiðsluni, stendur tað viðkomandi frítt at heita á felagsálitisfólkið um at taka sær av málinum.

Stk. 2. Viðvíkur eitt mál bert einum limi ella einstøkum limum í felagnum, leggur hesin/leggja hesi sjálv málið fyri leiðaran av eindini ella varaleiðaran. Tey hava tó rætt til at heita á álitisfólkið um at gera tað. Leiðslan á Elektron kann altíð seta seg beinleiðis í samband við einstaka limin. Tá limir eru vorðnir kunnaðir um tey viðurskifti, ið hava týdning í málinum, hevur viðkomandi møguleika til at senda boð eftir álitisfólkinum, smb. stk. 1.

Stk. 3. Í sambandi við lækking í løn hjá einum limi, verður álitisfólkið kunnað frammanundan. Kunning verður framd í so góðari tíð – vanliga 7 dagar áðrenn – at álitisfólkið er so væl fyri sum møguligt at røkja áhugamálini hjá limunum.

At felagsálitisfólkið ella álitisfólkið luttekur í orðaskiftinum við leiðsluna treytar samtykki frá liminum. Er slík luttøka ikki farin fram, kunnar leiðslan eftirfylgjandi um úrslitið frá orðaskiftinum

Felagsálitisfólkið/álitisfólkið hevur rætt til at kunna YTF um lønarlækkingina

YTF hevur rætt til, um fakrættarliga vegin, at reisa málið, um lønarlækkingin er í stríð við sáttmálan. Um málið bara snýr seg um eina meting av persónliga avrikinum hjá einum limi, kann málið bara reisast við samtykki frá viðkomandi limi.

Stk. 4. Uppsøgn er treytað av, at álitisfólkið er kunnað frammanundan, her verður sæð burtur frá burturvísing. Kunning skal vera latin í so góðari tíð – vanliga7 dagar áðrenn – at álitisfólkið er so væl fyri sum møguligt at røkja áhugamálini hjá limunum. Freistin er treytað av at tilgongdin er væl fyriskipað og fullfíggja yvirlit, sum nágreinar alt, sum skal fara fram, fyriliggur.

§ 7.
Samstarv og kunning

Stk. 1 Álitisfólkið skal sum lið millum starvsfólkið og leiðsluna virka fyri røkt og fremjan av friðarligum og góðum samstarvi.

Stk. 2 Tað áliggur álitisfólkinum og leiðsluni sínámillum at kunna hvørt annað um viðurskifti í fyritøkunum, sum verða mett at hava ella fáa týdning fyri arbeiðs- og starvsfólkaviðurskiftini, herímillum kunning um til- og frágongd og flytan av starvsfólki.

Stk. 3 Verður framd broyting, sum kann væntast at hava ella fáa týdning fyri arbeiðsviðurskiftini hjá starvsfólki, skal álitisfólkið kunnast so tíðliga sum gjørligt, og áðrenn tað verður sett í verk, hava møguleika til at seta fram síni sjónarmið.

Stk. 4 Umrøður millum leiðsluna á deildini og álitisfólkið fara fram, tá annar av pørtunum ynskir tað. Sama er galdandi við umrøðum millum leiðslu fyritøksins og felagsálitisfólkið.

Stk. 5. Álitisfólkið skal fremja virki sítt sum talsmaður fyri limirnar við fyriliti fyri áhugamálum limanna og fyritøksins

§ 8.
Umstøður fyri arbeiðinum hjá álitisfólkum

Stk. 1 Tað arbeiðið, sum álitisfólkið ger á Elektron fyri at fremja virki sítt, kann verða gjørt í arbeiðstíðini, men tó soleiðis, at tað nervar arbeiðið minst møguligt. Um álitisfólkið fer frá arbeiði sínum fyri at røkja skyldur sínar, skal hetta framman undan vera avtalað við leiðaran á staðnum ella varafólk hansara. Fer álitisfólkið frá arbeiði sínum uttan at hava havt møguleika fyri at avtala tað við leiðaran/varafólkið frammanundan, skal henda frávera fráboðast sum skjótast.

Partarnir eru samdir um, at álitisfólk kunnu nýta høli og amboð hjá fyritøkuni

Stk. 2 Til grundútbúgving og eftirútbúgving av álitisfólki, letur fyritøkan frí við løn til luttøku í viðkomandi skeiðvirksemi. Útbúgvingin skal ikki órógva arbeiðsgongdina, og verður gjørd nærri reglugerð hesum viðvíkjandi.

Stk.3 Til fakfelagsarbeiði letur fyritøkan frí við løn upp til 10 arbeiðsdagar árliga til hvørt álitisfólk.

Stk. 4 Í samband við sáttmálasamráðingar fáa álitisfólk frí við løn í tann mun tað er neyðugt

§ 9.
Uppsøgn av álitisfólki

Stk. 1. Álitisfólk kunnu ikki verða uppsøgd, uttan at uppsøgnin fyrst hevur verið til viðgerðar ímillum fyritøkuna og YTF. Omanfyri nevnda regla viðvíkjandi uppsøgn av álitisfólkum hevur framhaldandi gildi 18 mánaðir aftaná, at viðkomandi er givin í hesum álitisstarvi sínum.

Stk. 2. Verður álitisfólk sagt úr starvi, skal hetta vera grundað á tvingandi orsøkir.

Metir fyritøkan, at tað er neyðugt at siga viðkomandi úr starvi, skulu samráðingar takast upp um hetta við felagið, áðrenn uppsøgnin fer fram.

Heldur fyritøkan fast við uppsøgnina, verður endurgoldið samb. stk. 3.

Stk. 3 Uppsagnartíð og endurgjald sambært § 13 í sáttmálanum og sambært starvsmannalógini skulu tvífaldast, tó minst 6 mánaðir.

§ 10.

Omanfyri nevndu ásetingar eru eisini galdandi fyri nevndarlimir, trygdarumboð og samstarvsnevndarlimir.

Tó eru trygdarumboð og samstarvsnevndarlimir ikki umfataðir av ásetingini í § 8 stk. 4.

Skjal 6: Avtalur um samstarvsnevndir

§ 1.
Inngangur

Stk. 1 Sambært avtalu millum Elektron og YTF er  sett á stovn samstarvsnevnd stytt SN. Har fleiri fyritøkur eru í sama móðurfelag, kann ein høvuðssamstarvsnevnd verða sett á stovn.

Stk 2 Fyri SN skal gerast ein starvsskipan, sum ásetur hvussu SN verður myndað, og hvussu arbeiði í SN verður skipað. Starvsskipanin verður gjørd av samstarvsnevndini og góðkend av YTF. Góðkend starvsskipan verður partur av Starvsfólkahondbókini.

§ 2.
Endamál, arbeiði og uppgávur hjá SN

Stk. 1
Endamál
Samstarvsavtalan hevur til endamáls at bøta um kappingarføri og rakstrarúrslit hjá fyritøkuni eins og at fáa arbeiðsgleði millum starvsfólkið og mest møguligan starvstryggleika. Hetta verður gjørt við at viðgera meiningar og uppskot, sum kunnu vera partur av grundarlagnum fyri avgerðunum hjá leiðsluni, og gjøgnum kunning.

Stk. 2
Uppgávur
SN skal vera eitt forum at tosa um:

a) vanlig viðurskifti, sum hava týdning fyri starvs- og starvsfólkaviðurskifti, so sum útbúgving, eftirútbúgving, umskúling, nýtslu av tøkni v.m. eins og grundreglur fyri tilrættaleggjan av hesum,

b) arbeiðsstøðuna í fyritøkuni.

c) broytingar í virksemi, rationaliseringstiltøk og bygnaður/broytingar, sum kunnu hava týdning fyri trivnaðin og tryggleikan hjá starvsfólkinum.

A-bólkurin syrgir fyri, at givin verður ein slík kunning í SN um fíggjarstøðu fyritøkunar at limirnir hava neyðugu fortreytirnar fyri skikkaðir at kunna meta um tey evni, ið verða viðgjørd í SN.

Stk. 3
Arbeiðsháttur
SN skal blandast uppí so tíðliga sum gjørligt, soleiðis at sjónarmiðini hjá B-bólkinum kunnu vera við í avgerðargrundarlagnum hjá leiðsluni.

Partarnir eru samdir um at royna at fáa semju í stóran mun um tey viðurskifti, sum tosað verður um í SN.

Stk. 4
Óviðkomandi fyri SN
SN viðger ikki spurningar, sum viðvíkja stovning, leingjan, uppsøgn, tulking ella tillaging av sáttmálum, ella sum heild spurningar, sum náttúrliga hoyra til arbeiðsøkið hjá YTF. Somuleiðis fæst SN ikki við spurningar um viðurskifti og umstøður hjá einkultpersónum.

§ 3.
Meginregla fyri arbeiðinum hjá SN

A. Upplýsingar til SN
Latið verður SN teir upplýsingar, ið eru neyðugir fyri arbeiðið í SN sambært § 2.

SN hevur skyldu til at viðgera fingnar upplýsingar í trúnaði.

B. Tryggleiki og trivnaður hjá starvsfólki
Tað hevur stóran týdning bæði fyri fyritøkuna og starvsfólkið, at hvør einstakur starvsfelagi kennir seg nøgdan við tað dagliga arbeiðið, og mest møguligan tryggleika í starvinum.

Eitt týdningarmikið ráð fyri at náa hetta mál er, at kunning fer fram so hvørt millum leiðslu og starvsfólk um viðurskifti, ið hava týdning fyri fyritøkuna, starvsfólkið og samstarvið millum leiðsluna og starvsfólk.

Hevur fyritøkan ætlanir um tiltøk, sum hava ávirkan á trivnaðin og tryggleikan hjá starvsfólkinum, skal leiðslan í fyritøkuni so tíðliga sum gjørligt kunna SN um nevndu viðurskifti. Hendan kunning skal umfata endamál, hvussu og í hvønn mun hetta fer fram, eins og eina meting av fylgjunum av tiltøkunum.

Eru  ætlanir um bygnaðarbroytingar, ið broyta viðurskiftini hjá starvsfólki, skal  hetta viðgerast í SN í góðari tíð áðrenn møguligar broytingar verða framdar.

Hevur YTF grundaðan varhuga av bygnaðarbroytingum, kunnu tey taka málið upp við SN.

C. Tøkni
Tá tøkni verður innførd ella broytt, er tað uppgávan hjá SN at viðgera tøkniligu og fíggjarligu fylgjurnar og fylgjurnar hetta hevur fyri starvsfólkið. Fyritøkan eigur tí, so tíðliga sum gjørligt, at kunna SN um tey nevndu viðurskiftini. Hendan kunning skal umfata endamál, hvussu og í hvønn mun hetta fer fram, eins og eina meting av fylgjunum av broytingunum.

SN eigur tí at tosa um útbúgving, rokering, umskúling ella annað arbeiði fyri tey starvsfólk, ið verða ávirkað av broytingunum.

D. Uppskot frá starvsfólkunum
Nevndin metir um og gevur møguligt tilmæli til leiðsluna á fyritøkuni um uppskot, sum eru komin inn frá ella gjøgnum ein lim í SN um betran av arbeiðshættum og arbeiðsviðurskiftum til gagns fyri fyritøkuna og starvsfólkið.

Uppskot frá starvsfólki, sum eru mett at vera hóskandi at viðgera í SN, verða sett fram gjøgnum ein av limunum í SN, fyri at SN kann gera eina meting av, um uppskotið eigur at vinna frama.

§ 4.
Útbúgving og frídagar í sambandi við arbeiði í SN

Stk. 1 Fyri at røkja arbeiðið í SN kann vera tørvur á supplerandi útbúgving fyri B-bólkin í nevndini. fyritøkan gevur møguleika fyri, at B-bólkurin kann taka lut í relevantari útbúgving. Avtala hesum viðvíkjandi verður gjørd millum YTF og starvsfelagan, og letur fyritøkan frídagar við løn.

§ 5.
Serkøn

Tá viðurskifti verða viðgjørd, sum krevja eina serstaka bakgrundsvitan, kann SN, um semja er um tað, lata serkønar starvsfelagar, ið ikki eru limir í SN, luttaka á SN fundinum.

§ 6.
Útreiðslur

Stk. 1 Elektron rindar útreiðslurnar í samband við virksemi hjá nevndini og letur høli til hetta virksemið.

Dømi um Starvsskipan fyri samstarvsnevndir.

1. Samstarvsnevndin (frameftir kallað “Nevndin”) er myndað av tveimum bólkum:

A-bólkurin: Stjórnin tilnevnir 4 limir. Í minsta lagi ein skal vera úr stjórnini hjá fyritøkuni. Hinir limirnir skulu veljast millum leiðarar í fyritøkunum. Leiðarar niður til og við dagligir leiðarar kunnu veljast í A-bólkin.

B-bólkurin: Øll onnur starvsfólk á lønarlistanum í fyritøkuni velja sínámillum 2 limir og 2 varalimir. Álitisumboðini velja sínámillum 2 limir og 2 varalimir. Valið er fyri 2 ár í senn. Afturval kann verða.

Formaðurin í nevndini er úr A-bólkinum. Næstformaðurin er úr B-bólkinum.

Starvsfólk á Starvsfólkadeildini skipa fyri vali av starvsfólkaumboðum. Valið fer fram ólíka ár í november mánaði, at taka við í januar, samstundis sum álitisumboð verða vald.

2. Nevndin hevur regluligar fundir einaferð hvønn ársfjórðing ikki seinni enn 6. viku í ársfjórðinginum. Fundardagar verða ásettir fyri 1 ár í senn á fyrsta fundi í einum ári.

3. Um tað ikki hevur verið gjørligt at hildið regluligan ársfjórðingsfund, ásetir formaðurin, eftir avtalu við næstformannin, ein nýggjan dag fyri fundin. Hesin nýggi fundur skal verða so skjótt, sum til ber.

4. Fundir útyvir teir regluligu ársfjórðingsfundirnar verða fráboðaðir av formanninum, tá hann heldur hettar verða neyðugt, ella tá minst helvtin av nevndarlimunum ynskja tað.

5. Formaðurin boðar øllum limum skrivliga til fundar. Vanliga skal hetta gerast við einari viku freist.

6. Saman við fundarboðum skal ein fundarskrá, ið formaðurin og næstformaðurin hava avtalað, fylgja við.

7. Formaðurin leiðir fundirnar. Í teimum førum, har formaðurin ikki er til staðar, verður fundurin leiddur av øðrum limi úr A-bólkinum.

8. A- og B-bólkurin velja skrivara í felag. Valið er fyri 2 ár í senn. Afturval kann verða.

Berst skrivaranum frá, verður annar valdur í hansara stað av fundarluttakarunum.

Skrivarin hevur ábyrgdina av gerðabókini hjá nevndini.

9. Fundirnir verða vanliga hildnir í Tórshavn. Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi 2/3 av limunum eru til staðar.

10. Eftir fundin verður fundarfrágreiðing skrivað, har tíð, stað, skrá og nøvnini á fundarluttakarunum verða nevnd. Stuttur samandráttur fyri hvørt evni á dagsskránni verður orðaður. Fundarfrágreiðingin verður send limunum innan 7 dagar til viðmerkingar. Viðmerkingar eiga innan freist, ásett av skrivaranum, at vera skrivaranum í hendi. Skrivarin tillagar frágreiðingina samsvarandi viðmerkingunum, og letur formanni og næstformanni hana til góðkenningar og undirskriftar.

Um formaðurin ikki hevur luttikið á fundi, skrivar tann, sum leiddi fundin, undir í hansara stað. Um næstformaðurin ikki hevur luttikið á fundi, ger hann av, hvør skal undirskriva vegna seg.

Fundarfrágreiðingin verður goymd í gerðabókini.

11. Nevndin hevur ábyrgdina av, at starvsfólkini í fyritøkunum verða kunnað um tað arbeiði hjá nevndini, ið ikki verður viðgjørt í trúnaði.

Kunningin eigur at verða løgd á atkomuligum stað so skjótt sum fundarfrágreiðingin er undirskrivað.

12. Nevndarlimunum er áløgd tagnarskylda – eisini eftir at teir eru farnir úr samstarvsnevndini – um upplýsingar, sum teir hava fingið í trúnaði.

Skjal 7: Høvuðsavtala millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF

§1

Henda høvuðsavtalan hevur gildi fyri limir í YTF  hvørs lønar- og setanarviðurskifti eru ásett í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF.

§2

Rætturin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, LÍV Holding, Eik Banka, Norðoya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa og P/F Elektron at leiða og býta arbeiðið út verður framdur eftir sakligum leiðreglum – herundir við neyðugum atliti til áhugamálini hjá starvsfólkunum – og annars í samsvari við tær til eina og hvørja tíð galdandi lógir og tær millum partarnar inngingnu avtalur og sáttmálar .

§3

Partarnir viðurkenna, at tað stendur starvfólkunum frítt at vera limir í felagi og at luttaka í arbeiði felagsins eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum í sáttmálunum og avtalunum.

§4

Kollektivir sáttmálar um lønar- og setanarviðurskifti fyri starvsfólk í fyritøkunum nevndar í §2  kunnu bara gerast millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF.

§5

Í tí tíðarskeiði, sáttmálin er galdandi, kann arbeiðssteðgur ikki setast í verk. Við arbeiðssteðg er at skilja verkbann, verkfall, blokada og boykott og eisini skipað avfólkan av fyritøkunum nevndar í §2 ella pørtum av nevndu fyritøkum. Í sama mun sum higartil kann samhugaarbeiðssteðgur setast í verk.

§6

Tá ein sáttmáli um lønar- og setanarviðurskifti er uppsagdur, skal beinanvegin farast undir samráðingar um nýggjan sáttmála. Er semja ikki fingin í lag - tann dag sáttmálin fer úr gildi- um nýggjan sáttmála at koma í gildi samstundis sum higartil galdandi sáttmálin fer úr gildi, skulu ásetingarnar í sáttmálanum, sum fór úr gildi, framvegis fylgjast, til nýggjur sáttmáli er samtyktur og settur í gildi, ella arbeiðsstegður er settur í verk sambært ásetingunum í § 7.

§7

Stk. 1. Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum til at ordra arbeiðssteðg sambært ásetingunum í stk. 2 - 4.

Stk2. Arbeiðssteðgur av eini hvørji orsøk ella í ein hvønn mun kann bara verða ordraður eftir at verða viðtikin á einum til hetta endamál lógliga innkallaðum fundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella í YTF  samsvarandi viðtøkum felagsins.

Stk3Ætlanir um ein slíkan fund, sum nevndur í stk. 2, um uppskot um arbeiðssteðg, skulu fráboðast hinum partinum í seinasta lagi 1 mánað, áðrenn arbeiðssteðgurin eftir ætlan verður settur í verk. Fráboðanin um avgerðina frá fundinum skal latast í seinasta lagi 14 dagar, innan møguligur arbeiðssteðgur verður settur í verk. Hendan fráboðan skal so innihalda nærri upplýsingar um arbeiðssteðgin.

Stk4. Fráboðan sambært stk. 3, 1. og 2. punkt skal vera skrivlig – møguliga um telefax ella elektroniskt samskifti – og skal, um hon verður fráboðað tann dagin freistin er, vera hinum partinum í hendi innan kl. 12.00. Ætlar hin parturin eftir hetta at geva fráboðan um arbeiðssteðg sama dag at verða settur í verk samstundis, skal slík fráboðan vera tí fyrra partinum í hendi innan kl. 24.00 sama dag. Fráboðan kann ikki latast leygardagar, sunnudagar, halgidagar og frídagar sambært sáttmála.

Stk. 5. Tá ósemjan er av, fer starvsfólkið til arbeiðis aftur á tí staði, viðkomandi starvaðist beint áðrenn ósemjan byrjaði, og tað áliggur báðum pørtum at viðvirka til at fáa vanlig og friðarlig arbeiðsviðurskifti aftur.

§8

Skt 1. Ordraður arbeiðssteðgur sambært § 7 kann fevna um starvsfólk fevnd av hesi høvuðsavtalu, tó ikki starvsfólk sum eru, deildarleiðarar/tænastuábyrgdarar.

Stk2. Fylgjandi tal av starvsfólki kann krevjast at vera hildin uttan fyri luttøku í einum arbeiðssteðgi:

Tryggingarfelagið Føroyar:............................5 starvsfólk og harafturat 2 sýnsmenn
LÍV Holding:..............................................................1 starvsfólk
Eik Banki:....................................................................12 starvsfólk
Norðoya Sparikassi:............................................2 starvsfólk
Suðuroyar Sparikassi:........................................1 starvsfólk
P/F Elektron:............................................................6 starvsfólk

Treytin er, at:
Starvsfólk, sum sambært hesi grein vera hildin uttan fyri luttøku í einum arbeiðssteðgi, kunnu bert ordrast til neyðugt arbeiði fyri:

  • at varðveita ella bjarga skaddar lutir
  • at minka um vandan fyri at skaðin gerst størri
  • bráðneyðugt at fyribyrgja  skaða
  • at varðveita útbúnað og skipanir
  • at røkja vaktarhald fyri bráðneyðugar dagliga funktiónir, t.d. clearing, back-office og likviditetsrapportering.
  • fyri Elektron at tryggja raksturin og ikki menning, nýuppsetingar, broytingar, fyrispurningar, útskriving og pakking.

Onnur undantøk kunnu verða givin, um Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF eru samd um hetta.

Umboð fyri YTF sleppa undir arbeiðssteðgi inn á Elektron at hava samrøður við tey starvsfólk, sum sambært stk. 2 f) eru til arbeiðis.

§ 9

Geva samráðingarnar um nýggjan sáttmála einki úrslit, eru partarnir samdir um, at spurningurin skal viðgerast eftir reglunum hjá "Semingsstovninum", sb. lóg nr. 39 frá 13. mai 2013  við seinni broytingum. Partarnir vátta, at teir ætla at halda reglurnar í nevndu lóg.

§ 10

Stk. 1. Tulking av:

  • hesi høvuðsavtalu millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF sáttmálum viðvíkjandi lønar- og arbeiðsviðurskiftum avtalaðir millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF,
  • øðrum sáttmálum/avtalum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, kann av báðum pørtum - eftir samráðingar uttan úrslit - leggjast fyri Fasta Gerðarrætt, sí eisini §11.

§ 11

Stk. 1. Gerðarrætturin kann døma tann ella tey, ið hava luttikið í sáttmálastríðnum, eina bót, sum skal ognast klagaranum. Er sáttmálabrotið um ikki at hava goldið eina skylduga peningaupphædd, kann dómurin í staðin fyri bót vera rindan av hesi peningaupphædd. Um annað ikki er viðtikið frammanundan, kann einum felag sum so bara vera álagt rættarlig ábyrgd, um tað hevur luttikið virkið í klagaða málinum.

Stk. 2. Bótin verður ásett við fyriliti fyri øllum viðurskiftunum í málinum, herundir fíggjarorku partanna, og við hóskandi fyriliti fyri í hvønn mun avtalu- ella sáttmálabrotið hevur verið fyrigeviligt frá avtalu- ella sáttmálabrótarans síðu. Tá mett verður um arbeiðssteðg, sum er í stríð við sáttmálan, skal fyrilit takast fyri, um tað frá mótpartsins síðu fyriliggja viðurskifti av slíkum slag, at arbeiðssteðgurin verður hildin at vera rímilig reaktión. Bótin kann annars fella heilt burtur, um linnandi umstøður eru, og skal fella burtur, um atburður í stríð við sáttmálan frá mótpartsins síðu verður mettur at geva rímiliga orsøk til arbeiðssteðgin. Harafturat skal bótin fella burtur, um tað verður prógvað, at ein arbeiðssteðgur er elvdur av trivnaðar orsøkum, sum mótparturin hevur ábyrgdina av. Bót kann ikki verða áløgd teimum luttakarum í einum arbeiðssteðgi, sum hava tikið upp aftur arbeiðið, áðrenn felagsfundur hevur verið hildin, ella hava fylgt einum tilmæli frá hesum fundi um beinanvegin at fara aftur til arbeiðis, uttan so at tað verður prógvað, at eingin rímilig orsøk er til arbeiðssteðgin, ella hesin verður hildin at vera liður í eini skipaðari atgerð.

§ 12

Stk. 1. Henda høvuðsavtala kemur í gildi tann 1. november 2016, og er galdandi, til hon við 6 mánaða fráboðan verður uppsøgd av einum av pørtunum at fara úr gildi, tá ein oktober mánaði endar, tó í fyrsta lagi at fara úr gildi tann 31. oktober 2018.

Stk. 2. Tann av pørtunum, sum hevur ynski um broytingar í høvuðsavtaluni, skal 6 mánaðir innan uppsøgnina boða hinum partinum frá, soleiðis at samráðingar verða tiknar upp við tí endamáli, at fáa semju og harvið sleppa undan uppsøgn av høvuðsavtaluni.

Stk. 3. Eru samráðingar um endurnýggjan av høvuðsavtaluni eftir uppsøgn av hesari ikki lidnar innan hon fer úr gildi, er høvuðsavtalan framvegis galdandi, inntil tann galdandi kollektivi sáttmálin millum partarnar er avloystur av einum nýggjum.

Tórshavn, tann 15. juni 2016

Vegna YTF:                                                               Vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag:
Fróði Danielsen, formaður                                     Marita Rasmussen, samráðingarleiðari
Johannes Ejdesgaard, næstformaður
Tommy Jacobsen        
Asbjørg Arge
Annika Justinussen     
Durita Kjærbo                                  


 

Skjal 8. Reglugerð fyri útbúgvingargrunn

  • Til útbúgvingargrunn lata fyritøkurnar útbúgvingarstuðul sambært sáttmálanum
  • YTF letur Føroya Arbeiðsgevarafelag árligan greinaðan roknskap yvir, hvussu upphæddin í útbúgvingargrunninum er nýtt. Roknskapurin skal fyrilyggja í seinasta lagi 1. juni fyri árið frammanundan.
  • Inngoldna upphæddin skal brúkast til at útbúgva og endurútbúgva álitisfólk og nevndarlimir.
  • Er inngoldna upphæddin ikki brúkt, skal hendan støðlast til komandi ár.
  • Broytingar í hesi reglugerð kunnu gerast undir sáttmálasamráðingunum.


[1] Er ikki at skilja sum meirarbeiði. Innanhýsis reglur verða gjørdar fyri fleksskipan.

[2] Vakt út í eitt til kl. 07.00 merkir, at vaktarhaldið er uttan steðg, frá tí tað byrjar til tað endar kl. 7 á morgni.