Arbeiðsmegi úr 3. londum

Kunning til arbeiðsgevarar sum seta fólk úr 3. londum í starv

Lóggávan, sum gevur 3. landsborgarum møguleikan at søkja um arbeiðs-og uppihaldsloyvi í Føroyum er donsk lóggáva sum verður verður umsitin av Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI).

Tískil er tað til SIRI, ein skal venda sær um ítøkiligar metingar um ivamál í sambandi við hesi viðurskifti.

Niðanfyri er ein kunning um umsóknarmannagongdina, sum er at meta sum vegleiðandi fyri føroyskar fyritøkur.

Arbeiðsmegi – onnur enn ES borgarar og norðurlendingar
Um arbeiðstakari ynskir at arbeiða í Føroyum, skal hann søkja um loyvi frá Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI), sum viðger umsóknina eftir at hava spurt seg fyri um tørvin á arbeiðsmegi hjá føroysku arbeiðsloysisskipanini ALS (leinkja).

Um neyðugt ber til at søkja sær vegleiðing hjá SIRI, sum er avvarðandi myndugleiki á økinum.

Útlendingastovan kann eisini vegleiða yvirskipað og hjálpa at svara ivaspurningum.

Tað er eisini neyðugt við arbeiðs- og uppihaldsloyvi um talan er um sjálvboðið ella ólønt arbeiði.

Tað skal verða tørvur á arbeiðsmegi
Ein umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður mett út frá eftirspurninginum eftir hesi arbeiðsmegi og førleikum í Føroyum.

Henda meting er grundað á fylgjandi:

  • Um tað er tøk arbeiðsmegi í Føroyum, sum hevur førleikar til at loysa arbeiðsuppgávuna, og um arbeiðið, søkt verður um, er av slíkum slag, at arbeiðs- og uppihaldsloyvi kann viðmælast.
  • Lønar- og setanarviðurskifti skulu verða skipað, sum vanligt er í Føroyum fyri tað arbeiði, sum umsøkjari skal røkja
  • Lønar- og setanarviðurskifti skulu vera eftir vanligum føroyskum viðurskiftum. Tað merkir at løn, frítíð uppsagnartíð v.m. ikki mugu vera verri enn tað, sum er vanligt innan arbeiðsøkið. Talan skal vera um fulltíðarstarv, sum vanliga er 40 tímar um vikuna.
  • Arbeiðstakari skal, tá søkt verður, leggja hjá eitt avrit av setanaravtalu ella ítøkiliga tilboðnum um starv, har løn- og setanarviðurskifti framganga.

Tá SIRI hevur fingið umsóknina um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, sendir SIRI hesa til føroyskar myndugleikar, sum síðani meta, um grundarlag er fyri, at arbeiðs- og uppihaldsloyvi kann viðmælast.

Hvønn rætt fær arbeiðstakari við einum arbeiðs- og uppihaldsloyvi?

Arbeiði
Arbeiðstakari kann bara arbeiða í tí starvi og tí fyritøku, sum viðkomandi hevur fingið loyvi til í arbeiðs- og uppihaldsloyvinum.

Um arbeiðstakari ætlar sær í annað starv, skal arbeiðstakarin søkja um nýtt loyvi, áðrenn viðkomandi kann byrja í nýggja starvinum. Hetta er eisini galdandi, um arbeiðstakari fær bjóðað nýtt starv í somu fyritøku.

Um arbeiðstakari fær eitt starv afturat, skal eisini søkjast um loyvi til tað. Sí meiri um “bibeskæftigelse".

Sosialar veitingar
Arbeiðstakari skal meðan hesin hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum kunna forsyrgja sær og sínari familju.

Arbeiðstakari kann ikki taka ímóti almennum veitingum.

Um arbeiðstakari, ella ein í familjuni hjá viðkomandi, tekur ímóti almennum veitingum, kann arbeiðstakarin missa rættin at verða í Føroyum.

Uppihaldið í Føroyum
Eitt arbeiðs- og uppihaldsloyvi gevur arbeiðstakara rætt til at vera í Føroyum í tíðarskeiðum, sum er ásett í loyvinum frá SIRI.

Arbeiðstakari kann ikki flyta úr Føroyum ella verða burturi úr Føroyum í longri tíðarskeið. Ger arbeiðstakari tað, fellur loyvi burtur, og viðkomandi kann ikki vera í Føroyum.

Um arbeiðstakari hevur búð lógliga í Føroyum í minni enn tvey ár, kann viðkomandi tó vera burtur frá Føroyum í upp til 6 mánaðir.

Hevur útlendingur varandi loyvi kann viðkomandi vera burtur frá Føroyum í upp til 12 mánaðir. Tað ber at søkja um undantak, um t.d. arbeiðsgevarin sendir viðkomandi uttanlands í arbeiðsørindum longri tíðarskeið. Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðuni hjá SIRI.

Loyvistíðarskeið  
Arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum verður givið í upp til eitt ár frá tí degi, at avgerðin at geva loyvi, er givin.

Um arbeiðstakari verður settur í starv í minni enn 1 ár, vil arbeiðs- og uppihaldsloyvið vanliga hava somu longd sum starvssetanin. Um viðkomandi arbeiðstakari vil halda fram at arbeiða í Føroyum eftir hetta tíðarskeiðið, skal viðkomandi søkja um leingjan av sínum arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Tað er sera týdningarmikið, at arbeiðstakari søkir um leingjan av arbeiðs- og uppihaldsloyvi áðrenn verandi loyvi gongur út. Verður umsóknin um leingjan av arbeiðs- og uppihaldsloyvinum send myndugleikum rættstundis, ber til hjá arbeiðstakara at vera verandi í Føroyum, meðan umsóknin verður viðgjørd, hóast loyvið gongur út í hesum tíðarskeiðinum.

Sjálvt um setanin hjá arbeiðstakara er meira enn eitt ár, fær viðkomandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri eitt ár og søkjast skal árliga um leingjan av arbeiðs- og uppihaldsloyvinum.

Tað er sera týdningarmikið, at arbeiðstakari søkir um leinging av loyvinum, áðrenn loyvið gongur út.

Pass
Eitt arbeiðs- og uppihaldsloyvi kann bara galda til 3 mánaðir, áðrenn passið hjá arbeiðstakara gongur út.

Hevur passið styttri gildi enn arbeiðstíðarskeiðið, vil arbeiðs- og uppihaldsloyvið bert verða givið til 3 mánaðir, áðrenn passið gongur út. Tá viðkomandi hevur endurnýggja passið, uppfyllir viðkomandi treytirnar fyri at fáa longt ella fáa nýtt uppihaldsloyvi. Legg merki til, at eitt pass skal hava gildi í minst 3 mánaðir út yvir ætlaða uppihaldið.

Fleiri upplýsingar um krøvini til sjálvt passið, finnast á heimasíðuni hjá SIRI.

Uppsøgn ella skifti í annað starv
Arbeiðs- og uppihaldsloyvi er knýtt til starvið í Føroyum, og starvssetanin er grundarlagið undir loyvinum.

Um arbeiðstakari missir starvið ella skiftir starv, eisini innan somu fyritøku, skal SIRI hava fráboðan um hetta. Arbeiðs- og uppihaldsloyvi er avmarkað til ta setan, sum loyvi er grundað á. Arbeiðstakari kann ikki arbeiða í øðrum størvum enn tí, sum stendur nevnt í arbeiðs- og uppihaldsloyvinum.

Uppsøgn
Um arbeiðstakarin verður uppsagdur, skal hann fráboðað uppsøgnina til SIRI, og arbeiðs- og uppihaldsloyvið verður afturtikið.

Skifta starv
Um arbeiðstakari finnur sær nýtt starv, meðan hann er í arbeiðinum, sum arbeiðs- og uppihaldsloyvið er grundað á, skal viðkomandi søkja av nýggjum við upplýsingum um nýggja starvið.

Til ber ikki at byrja í nýggjum starvi, fyrr enn viðkomandi hevur fingið nýtt arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Umsøkjari skal vita
Umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum skal sum útgangsstøði verða latin danskari umboðsstovu ella líknandi, sum kann taka ímóti umsóknum vegna donsku umboðsstovuna. Í summum londum ber til at geva umsóknina á einari norskari umboðsstovu.

Danska Uttanríkisráðið hevur vegleiðing um, hvar ber til at senda umsóknina.

Sum høvuðsregla er galdandi, at arbeiðstakari skal hava eina setanaravtalu við eina fyritøku. Ávís undantøk eru, t.d. um viðkomandi arbeiðir hjá einari útlendskari fyritøku, sum hevur avtalu við ein føroyskan part um at loysa eina ávísa uppgávu, sum krevur heilt serligar førleikar, tá ber til at koma til Føroya í stutt tíðarskeið at arbeiða (Montørrelgan). Í øllum førum eigur arbeiðsgevari at kunna seg nærri um viðurskiftini við at søkja sær ráðgeving hjá SIRI.

Umsóknarblað til arbeiðs -og uppuhaldsloyvir í Føroyum er FO1 á síðuni ”Du vil ansøge” á heimasíðuni hjá SIRI.

Arbeiðsgevari skal útfylla ein part av umsóknini.

Um SIRI hevur tørv á fleiri upplýsingum, venda tey sær til umsøkjara ella arbeiðsgevara.

Umvegis heimasíðuni hjá SIRI  ber til at søka um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Neyðug skjalprógv
Arbeiðstakari skal hava neyðug skjalprógv tøk, áðrenn byrjað verður at fylla út umsóknina.

Skjølini skulu verða á donskum ella enskum máli, og eru tey umsett frá øðrum máli, skal ein váttan verða á skjølunum um, at umsetingin er autoriserað.

Arbeiðstakari skal leggja við:

  • Avrit av øllum síðum í passinum, eisini blonkum síðum og forsíðu og baksíðu. Passið skal hava gildi í meira enn 3 mánar longri enn tíðarskeiðið arbeiðs- og uppihaldsloyvið, sum søkt verður um.1 stk. passmynd.
  • Avrit av setanaravtaluni við føroyska arbeiðsgevaran við eini frágreiðing um starvi, umframt lønar- og setanarviðurskifti. Setanaravtalan skal ikki verða eldri enn 30 dagar.
  • Avrit av útbúgvingarprógvi og/ella váttan ella skriv um starvsroyndir kann vera eitt krav – um nakar ivi er um hetta, so kann mann seta seg í samband við Útlendingastovuna, áðrenn umsókn verður innlatin.
  • Avrit av skjalprógvi fyri autorisatión, um starvið krevur tað.

Arbeiðsgevari skal leggja við:

  • Eina váttan frá føroysku arbeiðsloysisskipanini, ALS, um at arbeiðsgevari hevur søkt eftir arbeiðsmegi í Føroyum.