Arbeiðsmegi úr ES londum

Ríkisborgarar úr londum uttanfyri Norðurlond skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum.

Tá arbeiðsloysið er minni enn 3,5 % ber til at seta ES-borgarar í starv frá degi til annan, um fyritøkan hevur undangóðkenning. Hetta er tó treytað av, at søkt verður um arbeiðsloyvi seinast sama dag, sum arbeiðstakarin byrjar í starvi.

Niðanfyri er nærri vegleiðingar um undangóðkenning, arbeiðsloyvir og treytir.

Søk um undangóðkenning
Um ein fyritøka ynskir at gerast undangóðkend til at seta í starv arbeiðsmegi úr ES-londum, skal fyritøkan søkja um undangóðkenning hjá SIRI - Styrelsen for International Rekruttering og Integration.

Á heimasíðu teirra er umsókn, sum skal fyllast út. Oyðublaðið eitur: FO/AR7 

Á oyðublaðnum verður greitt frá, hvussu farast skal fram.

Hesi skjøl skulu leggjast við umsóknini:

  • Váttan frá Skráseting Føroya um at fyritøkan er skrásett í Føroyum
  • Limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, fyri at vátta, at fyritøkan er bundin at fylgja sáttmálunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum (kann umbiðjast á industry@industry.fo og upplýs V-tal)
  • Váttan frá TAKS um, at fyritøkan er skattskyldug í Føroyum

Tá umsóknin er fylt út, skalt tú senda hana saman við skjølunum omanfyri soleiðis:

  1. Trýst á leinkjuna her: https://www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular
  2. Vel: "Sådan søger du"
  3. Fylg síðani vegleiðingini

Til ber eisini at lata umsóknina inn á løgreglustøð í Føroyum saman við skjølunum nevnd omanfyri.


Á heimasíðuni hjá SIRI er vegleiðing til, hvussu tú søkir: Soleiðis søkir tú

Sambært heimasíðuni hjá teimum, tekur málsviðgerðartíðin 0-10 dagar..

Arbeiðstakarin kann ikki byrja at arbeiða fyrr enn undangóðkenningin er í lagi. Harumframt skal SIRI ella løgreglan hava fráboðan um, hvar viðkomandi skal starvast.

GG: Undangóðkenningin skal dagførast hvørt ár. Tá er sama mannagongd galdandi, og tit skulu hava nýtt limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Søk um arbeiðsloyvi
Tá ið fyritøkan hevur fingið játtandi svar upp á undangóðkenningina, skal ein umsókn sendast til SIRI ella latast løgregluni, áðrenn klárt er hjá arbeiðstakara at byrja í starvinum.

Til ber at senda umsókn og skjøl beinleiðis til Styrelsen for International Rekruttering og Integration á heimasíðuni www.nyidanmark.dk.

Arbeiðstakari og arbeiðsgevari fylla í felag oyðublaðið út. Oyðublaðið eitur: FO/AR8

Tá oyðiblaðið er fylt út, verður tað sent soleiðis:

  1. Trýst á leinkjuna her: https://www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular
  2. Vel: "Jeg har spørgsmål eller skal sende dokumenter til sag vedrørende ophold på Grønland eller Færøerne"
  3. Vel: "Jeg er ansøger" og fyll síðan oyðublaðið út

Tá umsóknin er send, er klárt hjá arbeiðstakara at byrja at arbeiða.

Arbeiðstakarin skal flyta kommunu fyri at fáa føroyskt p-tal. Viðgerðartíðin kann verða heldur long, men eitt fyribils p-tal verður útvegað, til øll viðurskifti eru komin upp á pláss.

Endurnýggja undangóðkenning
Undangóðkenningin er galdandi í eitt ár og skal tí endurnýggjast eina ferð um árið.

Hetta fer fram á sama hátt, sum tá søkt verður um undangóðkenning.

Limaprógvið fæst við at skriva til industry@industry.fo. Vinarliga send V-tal við.

Setanarviðurskifti hjá útlendskari arbeiðsmegi
Setanarviðurskifti hjá útlendskari arbeiðsmegi eru tey somu, sum hjá føroyskari arbeiðsmegi, í mun til arbeiðsmarknanðarlóggávu og sáttmála- og lønarviðurskifti.

Starvsrættarligu viðurskiftini hjá útlendskum starvsfólkum eru tey somu, sum hjá øðrum starvsfólkum.

Tá farið verður úr starvi
Tá starvsfólk, sum eru sett eftir skipanini um undangóðkenning, fara úr starvi, missir viðkomandi rættin arbeiðs- og uppihaldsloyvið í Føroyum.

Hetta skal fráboðast til SIRI - Styrelsen for International Rekruttering og Integration (sama mannagongd, sum tá søkt verður um arbeiðsloyvi. Fyll út og skriva boð í kassan “spørgsmål eller besked”).

Skiftir starv
Um ein útlendingur, sum hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir hesi skipan, skiftir arbeiðið, skal nýggj fráboðan sendast til https://www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular

Er fyritøkan, sum skift verður til, undangóðkend til at seta í starv arbeiðsmegi úr ES londum, ber til at byrja at arbeiða beinanveg.