Depositphotos 321924520 XL

Burðardygd

Burðardygd er eitt strategiskt týdningarmikið øki hjá føroyskum fyritøkum. At kunna vísa á, í hvønn mun burðardygd er ein partur av virkseminum, kann ávirka áhugan at keypa vørur ella tænastur frá fyritøkuni, fíggingartreytir og áhugan hjá starvsfólki at starvast hjá fyritøkuni. Vinnuhúsið veitir kunning og ráðgeving so tað gerst lættari hjá føroyskum fyritøkum at arbeiða við burðardygd.

At arbeiða við burðardygd er ein máti at framtíðartryggja fyritøkuna. Kundar, íleggjarar og starvsfólk seta í størri mun krøv til gjøgnumskygni í virkseminum, at fyritøkur taka atlit til lokalsamfelagið og at tær ikki hava neiliga ávirkan á umhvørvið.

Fyri at stuðla fyritøkum í hesum arbeiði, veitir Vinnuhúsið ráðgeving um burðardygd. Burðardygd fevnir um nógv ymisk øki, og tí kann tað tykjast torført at vita í hvørjum enda fyritøkan skal byrja og hvussu hetta arbeiðið skal skipast. At máta burðardygd er eisini nýtt fyri tey flestu og tað eru ymisk atlit at taka hædd fyri tá virksemið og tess ávirkan skulu skjalprógvast.

Vinnuhúsið skipar eisini fyri førleikamenning og netverkum innan burðardygd, har føroyskar fyritøkur kunnu koma í samband við aðrar fyritøkur við líknandi avbjóðingum og soleiðis geva hvør øðrum íblástur og sparring.

Set teg í samband við okkum um tær tørvar ráðgeving innan burðardygd ella hevur tørv á kunning um ávís viðurskifti innan hetta økið.

Burðardygd læstur partur

Vegleiðingar

Les meira her

Skærmbillede 2024 02 12 084121