Snikkari 2

Rúmligur arbeiðsmarknaður

Arbeiðsmarknaðurin skal hava pláss fyri øllum. Ein rúmligur arbeiðsmarknaður er ein fortreyt fyri bæði trivnaði, menning og einum sterkum samfelagi. Sosial burðardygd snýr seg um at tryggja, at øll hava møguleika at taka lut og leggja sítt íkast.

Í Føroyum hava vit ymiskar stuðulsskipanir, sum geva fleiri møguleika at royna seg á arbeiðsmarknaðinum og menna sínar førleikar. Tað krevur tó, at arbeiðsgevarar taka sína ábyrgd og eru við til at skapa møguleikar fyri fólk, sum hava tørv á einum fótafesti ella einari serligari inngongd til arbeiðslívið.

Tí er tað umráðandi, at arbeiðsgevarar taka lut í uppgávuni at skapa arbeiðspláss og menningarmøguleikar fyri fólk við ymiskum førleikum, royndum og fortreytum. Saman kunnu vit tryggja, at fleiri gerast ein virkin partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum. 

Tøkar skipanir

Arbeiðsgevarar uppliva í dag, at tað kann vera ógreitt, hvørjar skipanir eru tøkar, hvat krøvini eru, og hvørjar skyldur fylgja við. Hetta kann forða fyri luttøku. Tí er tørvur á einum greiðum og atkomuligum yvirliti, sum skapar størri gjøgnumskygni og tryggleika í tilgongdini.

Les meira um hesar skipanir niðanfyri.

Bioanalytikari 2

Starv við lønarískoyti

Skipanin gevur arbeiðsleysum møguleika at fara í starv við lønarískoyti hjá einum arbeiðsgevara, sum er skrásettur í Vinnuskránni

Dscf3056

Virknisvenjing

Skipanin gevur arbeiðsleysum, sum ikki hava rætt til útgjald frá ALS, møguleika at fara í starv hjá einum arbeiðsgevara

Dscf3031 Copy

Arbeiðsroynd

Endamálið við eini arbeiðsroynd er at avklára arbeiðsførleikan hjá borgaranum

Snikkari 2

Yrkisútbúgving

Skipanin gevur borgarum møguleika at fara í læru undir serligum treytum

Fur Rorsmidjur Copy

Arbeiðsvenjing

Skipanin er ætlað borgarum, sum eru í starvi, men hava fingið broyttar lívsumstøður av heilsuligum og/ella sosialum ávum

Fur Malari

Tillagað starv

Tillagað starv er ætlað persónum á vanliga arbeiðsmarknaðinum, sum hava varandi skert arbeiðsføri við í minsta lagi 1/3

Námsfrøðingur

Fyritíðarpensión

Skipanin er ætlað borgarum, sum hava varandi skert arbeiðsføri. Fyritíðarpensjón er býtt í tríggjar bólkar

Te0zgagc

Avtalað løn

Arbeiðsfyriskipan, sum er ætlað fyritíðarpensjónistum, sum kunnu gera avtalu við arbeiðsgevara um fyrifallandi uppgávur

Flakakvinna

Starv við lønarískoyti

Borgarar, sum eru skrásettir arbeiðsleysir og hava rætt til útgjald úr ALS. Talan er ikki um borgarar við skerdum arbeiðsføri

Les meira niðanfyri

Bioanalytikari 2
Hvør umsitur skipanina?

ALS

Hvat er endamálið við skipanini?

Skipanin gevur arbeiðsleysum møguleika at fara í starv við lønarískoyti hjá einum arbeiðsgevara, sum er skrásettur í Vinnuskránni. Endamálið er at styrkja møguleikarnar hjá tí arbeiðsleysa at koma aftur á arbeiðsmarknaðin, til dømis við at royna seg í nýggjari vinnu

Hvønn er skipanin fyri?

Borgarar, sum eru skrásettir arbeiðsleysir og hava rætt til útgjald úr ALS. Talan er ikki um borgarar við skerdum arbeiðsføri.

Hvørjar arbeiðsuppgávur er talan um?

Allar vanligar arbeiðsuppgávur.

Hvussu er arbeiðstíðin?

Starvstíðin er sum høvuðsregla fulla tíð, men 35 tímar um vikuna er eisini í lagi.

Hvussu leingi er skipanin galdandi?

Í mesta lagi 5 mánaðir.

Hvørjar eru lønartreytirnar?

Borgarin fær løn, eftirløn og frítíðarløn á vanligan hátt frá arbeiðsgevara.

Arbeiðsgevarin fær síðani endurrindað eina upphædd, sum svarar til tann stuðul, ið tann arbeiðsleysi hevði fingið frá ALS. Tó fær arbeiðsgevarin ongantíð endurrindað meira enn 80 % av lønini, sum hann rindar tí arbeiðsleysa.

Mesta útgjald úr ALS 1. mai 2026 er kr. 1.064,09 um dagin, tó undantikið leygardagar, sunnu- og halgidagar.

Hvussu við rættindum til feriu?

Borgarin hevur møguleika at halda feriu sambært Frítíðarlógini. Møgulig feria verður avtala við arbeiðsgevan.

Hvørjir kontaktpersónar eru, og hvussu er uppfylging skipað?

Borgarin hevur altíð ein kontaktpersón á ALS (starvsráðgeva) og ein kontaktpersón á arbeiðsplássinum (sambært umsókn).

Starvsráðgevin fylgir viðskiftafólkinum í tiðarskeiðnum, viðkomandi er í starvi við lønarískoyti. Neyðugt er at fáa upplýst, um viðkomandi fær arbeiði ella um viðkomandi heldur áfram í ALS.

Hug at vita meira?

Virknisvenjing

Borgarar, sum eru skrásettir arbeiðsleysir og ikki hava rætt til útgjald úr ALS

Les meira niðanfyri

Dscf3056
Hvør umsitur skipanina?

Almannaverkið, sum viðhvørt útveitir til Dugna

Hvat er endamálið við skipanini?

Skipanin gevur arbeiðsleysum, sum ikki hava rætt til útgjald frá ALS, møguleika at fara í starv hjá einum arbeiðsgevara. Hetta fevnir til dømis um borgarar, sum hava búð í útlandinum og tí ikki hava tjent sær rætt til útgjald frá ALS.

Hvønn er skipanin fyri?

Borgarar sum eru skrásettir arbeiðsleysir og ikki hava rætt til útgjald úr ALS. Borgarin skal lúka treytirnar fyri uppihaldsveiting t.d. at tú ikki eigur ogn yvir 30.000 kr og hevur verið út við einum almannahending. Talan er ikki um borgarar við skerdum arbeiðsføri.

Hvørjar arbeiðsuppgávur er talan um?

Allar vanligar arbeiðsuppgávur.

Hvussu er arbeiðstíðin?

Málið er at borgarin innan stutta tíð megnar 30 tímar um vikuna.

Hvussu leingi er skipanin galdandi?

Í mesta lagi 6 mánaðir.

Hvørjar eru lønartreytirnar?

Borgarin fær eina uppihaldsveiting og eina virknisviðbót áljóðandi 1.000 kr frá Almannaverkinum, sí her: https://www.av.fo/fo/utgjoeld-og-veitingar/arbeidsbugving

Arbeiðsgevarin kann ikki lata lønarsamsýning til borgaran uttan at hetta verður mótroknað í veitingini.

Arbeiðsgevarin fær onga samsýning.

Hvussu við rættindum til feriu?

Borgarin hevur møguleika at halda feriu. Hetta verður avtalað nærri við Almannaverkið.

Hvørjir kontaktpersónar eru, og hvussu er uppfylging skipað?

Borgarin hevur altíð ein kontaktpersón á Almannaverkinum. Um borgarin er komin til arbeiðsplássið umvegis Dugna, er eisini ein kontaktpersónur har.

Tað er ynskiligt, at borgarin eisini hevur ein lokalan kontaktpersón á arbeiðsplássinum, sum tey kunnu venda sær til við ivamálum.

Tá ein avtala skal gerast um virknisvenjing, verður ein byrjanarsamrøða hildin millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran. Arbeiðsgevarin greiðir frá, hvørjar uppgávur eru, og borgarin greiðir frá síni støðu.

Undir virknisvenjingini er reglulig uppfylging millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran. Uppfylging verður avtalað frá ferð til ferð, tó í minsta lagi triðja hvønn mánað.

Hug at vita meira?

Almannaverkið: Les meira her

Dugni: Les meira her

Arbeiðsroynd

Borgarar, sum hava skerdan arbeiðsførleika av likamligum, sálarligum og/ella sosialum ávum

Les meira niðanfyri

Dscf3031 Copy
Hvør umsitur skipanina?

Almannaverkið, sum viðhvørt útveitir til Dugna

Hvat er endamálið við skipanini?

Endamálið við eini arbeiðsroynd er at avklára arbeiðsførleikan hjá borgaranum. Her fær borgarin roynt síni arbeiðsevni bæði við atliti at arbeiðsøki, uppgávur og tímatal. Hetta er vanliga fyrsta stigið hjá borgarum, sum hava tørv á arbeiðsbúgving fyri at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsgevarar kunnu bjóða borgarum arbeiðsroynd uttan at binda seg til eitt fast starv eftir arbeiðsroyndina.

Hvønn er skipanin fyri?

Borgarar, sum hava skerdan arbeiðsførleika av likamligum, sálarligum og/ella sosialum ávum.

Til dømis borgarar sum hava fingið eina sjúku ella verið úti fyri óhappi og tí ikki megna at arbeiða á sama hátt sum áðrenn. Eisini kann vera talan um borgarar sum eru í eini sosialari fastlæstari støðu og hava brúk fyri stuðli fyri at fáa tryggari tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Hvørjar arbeiðsuppgávur er talan um?

Borgarar í arbeiðsroynd kunnu hava ymiskar uppgávur, men tá tey ikki eru partur av vanligu normeringini á arbeiðsplássinum, skulu tey eisini hava hóskandi ábyrgd.

Hvussu er arbeiðstíðin?

Neyðugt er at taka atlit til viðurskiftir hjá tí einstaka borgaranum so sum styttri dagar, ella frí onkran dag um vikuna ella eyka pausir av og á. Almannaverkið mælir til í minsta lagi 10 tímar um vikuna at byrja við og so økir man tímatalið til man finnur maks nivá hjá borgaranum.

Um borgarin er sjúkur so meldar hann seg sjúkan til arbeiðsplássið. Øll uppmøting verður skrásett og skal víðarigevast til Almannaverkið. Skrásetta arbeiðstíðin verður brúkt til at meta um arbeiðsførleikan.

Hvussu leingi er skipanin galdandi?

Í mesta lagi 12 mánaðir fyri hvørt arbeiðspláss. Borgarar kunnu royna fleiri arbeiðsroyndir áðrenn tey finna rætta starvið.

Hvørjar eru lønartreytirnar?

Borgararin fær eina uppihaldsveiting frá Almannaverkinum. Upphæddin er tengd at sosialum viðurskiftum hjá borgaranum, sí her.


Arbeiðsgevarin letur sum útgangspunkt ikki nakra lønarsamsýning. Tó kann borgarin tjena 1.000 kr/mðr útyvir veitingina frá Almannaverkinum uttan at hetta verður mótroknað. Borgarin kann luttaka í sosialum átøkum og ágóðum á jøvnum føti við onnur starvsfólk t.d. útferð, venjing uttan at hetta verður mótroknað.

Arbeiðsgevarin fær onga samsýning.

Hvussu við rættindum til feriu?

Borgarin hevur møguleika at halda feriu. Hetta verður avtalað nærri við Almannaverkið.

Hvørjir kontaktpersónar eru, og hvussu er uppfylging skipað?

Borgarin hevur altíð ein kontaktpersón á Almannaverkinum. Um borgarin er komin til arbeiðsplássið umvegis Dugna, er eisini ein kontaktpersónur har.

Tað er ynskiligt, at borgarin eisini hevur ein lokalan kontaktpersón á arbeiðsplássinum, sum tey kunnu venda sær til við ivamálum.

Um borgarin hevur brúk fyri eyka útgerð, so sum hjálpartól frá til dømis Hjálpartól, Hoyrninini ella Sjóndeplinum, verður hetta umvegis kontaktpersónin á Almannaverkinum.

Tá ein avtala skal gerast um arbeiðsroynd, verður ein byrjanarsamrøða hildin millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran. Arbeiðsgevarin greiðir frá, hvørjar uppgávur eru, og borgarin greiðir frá síni støðu.

Undir arbeiðsroyndini er reglulig uppfylging millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran. Uppfylging verður avtalað frá ferð til ferð, tó í minsta lagi triðja hvønn mánað.

Hug at vita meira?

Almannaverkið: Les meira her

Dugni: Les meira her

Yrkisútbúgving

Borgarar, sum hava skerdan arbeiðsførleika av likamligum, sálarligum og/ella sosialum ávum

Les meira niðanfyri

Snikkari 2
Hvør umsitur skipanina?

Almannaverkið

Hvat er endamálið við skipanini?

Skipanin gevur borgarum møguleika at fara í læru undir serligum treytum, til dømis yvir longri tíð og/ella við stuðli frá Almannaverkinum, tó við somu krøvum sum onnur í læru.

Hvønn er skipanin fyri?

Borgarar, sum hava skerdan arbeiðsførleika av likamligum, sálarligum og/ella sosialum ávum.

Til dømis borgarar, sum hava fingið eina sjúku ella verið úti fyri óhappi og tí ikki megna at arbeiða á sama hátt sum áðrenn. Eisini kann vera talan um borgarar sum eru í eini sosialari fastlæstari støðu og hava brúk fyri stuðli fyri at fáa tryggari tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Hvørjar arbeiðsuppgávur er talan um?

Læruplássið skal vera góðkent sambært kunngerð um yrkisútbúgvingar. Talan kann til dømis vera um handverksútbúgvingar (smiður, timburmaður, frisørur), handils- og skrivstovulæru, og innan matstovuvinnuna kann tað vera kokkur og tænari.

Hvussu er arbeiðstíðin?

Neyðugt er at taka atlit til viðurskiftir hjá tí einstaka borgaranum, og tí kann verða neyðugt at taka læruna yvir longri tíð. Almannaverkið mælir til í minsta lagi 10 tímar um vikuna at byrja við, og so økir man tímatalið, til man finnur maks niveau hjá borgaranum.

Um borgarin er sjúkur, so meldar hann seg sjúkan til arbeiðsplássið.

Hvussu leingi er skipanin galdandi?

Skipanin fevnir um eitt heilt lærutíðarskeið, sum verður skipað undir serligum treytum - t.d. yvir longri tíð.

Hvørjar eru lønartreytirnar?

Í lærutíðini eru vanlig lønar- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti fyri viðkomandi yrki galdandi.

Borgarin fær lærlingaløn frá arbeiðsgevaranum, sum útgangspunkt. Er borgarin yvir 25 ár, kann Almannaverkið rinda munin millum lærlingalønina og upp til minstu løn. Undir heilt serligum umstøðum kann Almannaverkið rinda alla lærlingalønina.

Arbeiðsgevarin fær onga samsýning.

Hvussu við rættindum til feriu?

Borgarin hevur somu treytir og rættindi sum aðrir lærlingar viðvíkjandi feriu.

Hvørjir kontaktpersónar eru, og hvussu er uppfylging skipað?

Borgarin hevur altíð ein kontaktpersón á Almannaverkinum. Um borgarin er komin til læruplássið umvegis Dugni, er eisini ein kontaktpersónur har.

Tað er ynskiligt, at borgarin eisini hevur ein lokalan kontaktpersón á læruplássinum, sum tey kunnu venda sær til við ivamálum.

Um borgarin hevur brúk fyri eyka útgerð, so sum hjálpartól frá til dømis Hjálpartól, Hoyrninini ella Sjóndeplinum, verður hetta umvegis kontaktpersónin á Almannaverkinum.

Tá ein avtala skal gerast um lærupláss, verður ein byrjanarsamrøða hildin millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran. Arbeiðsgevarin greiðir frá, hvørjar uppgávur eru, og borgarin greiðir frá síni støðu.

Umsøkjarin og arbeiðsgevarin skulu skriva undir lærusáttmála, sum Yrkisútbúgvingarráðið skal góðkenna. Somuleiðis skal ein sáttmáli millum Almannaverkið, umsøkjaran og arbeiðsgevaran undirskrivast.

Undir lærutíðini er reglulig uppfylging millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran.

Hug at vita meira?

Almannaverkið: Les meira her

Dugni: Les meira her

Yrkisdepilin: Les meira her

Arbeiðsvenjing

Borgarar, sum hava skerdan arbeiðsførleika av likamligum, sálarligum og/ella sosialum ávum

Les meira niðanfyri

Fur Rorsmidjur Copy
Hvør umsitur skipanina?

Almannaverkið

Hvat er endamálið við skipanini?

Skipanin er ætlað borgarum, sum eru í starvi, men hava fingið broyttar lívsumstøður av heilsuligum og/ella sosialum áðum, sum gera at teir ikki longur megna at arbeiða eins og tey áður hava gjørt.

Við arbeiðsvenjing fáa borgarar møguleika at royna arbeiðsbyrðuna í mun til sínar nýggju arbeiðsførleikar í upp til eitt ár. Meðan borgarin er í arbeiðsvenjing, fær hann byrjunarløn sambært galdandi sáttmála. Almannaverkið og arbeiðsgevarin gera avtalu um, hvussu stóran part av lønini arbeiðsgevarin skal rinda. Tá arbeiðsvenjingin er lokin, er endamálið, at viðkomandi hevur fingið neyðugu førleikarnar at koma í arbeiði undir vanligum treytum uttan stuðul frá Almannaverkinum.

Arbeiðsvenjing er sera lítið brúkt.

Hvønn er skipanin fyri?

Borgarar, sum hava skerdan arbeiðsførleika av likamligum, sálarligum og/ella sosialum ávum.

Til dømis borgarar sum hava fingið eina sjúku ella verið úti fyri óhappi og tí ikki megna at arbeiða á sama hátt sum áðrenn.

Hvørjar arbeiðsuppgávur er talan um?

Tær uppgávur, sum borgarin hevði, áðrenn íkomnu støðuna.

Hvussu er arbeiðstíðin?

Neyðugt er at taka atlit til viðurskiftir hjá tí einstaka borgaranum so sum styttri dagar, ella frí onkran dag um vikuna ella eyka pausir av og á. Almannaverkið mælir til í minsta lagi 10 tímar um vikuna at byrja við og so økir man tímatalið til man finnur maks nivá hjá borgaranum.

Um borgarin er sjúkur so meldar hann seg sjúkan til arbeiðsplássið. Øll uppmøting verður skrásett og skal víðarigevast til Almannaverkið. Skrásetta arbeiðstíðin verður brúkt til at meta um arbeiðsførleikan.

Hvussu leingi er skipanin galdandi?

Arbeiðsroynd er galdandi upp til 12 mánaðir.

Hvørjar eru lønartreytirnar?

Borgarin fær byrjunarløn sambært galdandi sáttmála. Almannaverkið og arbeiðsgevarin gera avtalu um, hvussu stóran part av lønini arbeiðsgevarin skal rinda.

Arbeiðsgevarin kann ikki lata borgaranum aðra lønarsamsýning, uttan at hetta verður mótroknað í veitingini. Tó kann borgarin luttaka í sosialum átøkum og ágóðum á jøvnum føti við onnur starvsfólk, til dømis útferðir og venjing, uttan at hetta verður mótroknað.

Arbeiðsgevarin fær onga samsýning.

Hvussu við rættindum til feriu?

Borgarin hevur somu treytir og rættindi sum onnur starvsfólk viðvíkjandi feriu.

Hvørjir kontaktpersónar eru, og hvussu er uppfylging skipað?

Borgarin hevur altíð ein kontaktpersón á Almannaverkinum. Um borgarin er komin til arbeiðsplássið umvegis Dugna, er eisini ein kontaktpersónur har.

Tað er ynskiligt, at borgarin eisini hevur ein lokalan kontaktpersón á arbeiðsplássinum, sum tey kunnu venda sær til við ivamálum.

Um borgarin hevur brúk fyri eyka útgerð, so sum hjálpartól frá til dømis Hjálpartól, Hoyrninini ella Sjóndeplinum, verður hetta umvegis kontaktpersónin á Almannaverkinum.

Tá ein avtala skal gerast um arbeiðsvenjing, verður ein byrjanarsamrøða hildin millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran. Arbeiðsgevarin greiðir frá, hvørjar uppgávur eru, og borgarin greiðir frá síni støðu.

Undir arbeiðsvenjingini er reglulig uppfylging millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran. Uppfylging verður avtalað frá ferð til ferð, tó í minsta lagi triðja hvønn mánað.

Hug at vita meira?

Almannaverkið: Les meira her

Tillagað starv

Borgarar, sum hava varandi skerdan arbeiðsførleika av likamligum, sálarligum og/ella sosialum ávum

Les meira niðanfyri

Fur Malari
Hvør umsitur skipanina?

Almannaverkið

Hvat er endamálið við skipanini?

Tillagað starv er ætlað persónum á vanliga arbeiðsmarknaðinum, sum hava varandi skert arbeiðsføri við í minsta lagi 1/3. Hetta merkir, at arbeiðsførið er so mikið skert, at viðkomandi í mesta lagi kann arbeiða 2/3 av vanligari arbeiðstíð (26 tímar/viku)

Hvønn er skipanin fyri?

Borgarar, sum hava varandi skerdan arbeiðsførleika av likamligum, sálarligum og/ella sosialum ávum.

Tað ber ikki til at siga hvør vanliga er tann sum kemur í hesa skipan, tí tað kann verða alt frá einum sum hevur menningartarn, einum sum hevur fingið staðfest sjúku sum vaksin, ella ein sum hevur verið eitt nú í einum ferðsluóhappi og fingið álvarsliga mein. Felags fyri øll er tó, at tey eruvarandi skerd við í minsta lagið 1/3. Vanligt er, at skipanin arbeiðsroynd verður prøva áðrenn, fyri at meta um støði og arbeiðsførleikarnar hjá tí einstaka.

Hvørjar arbeiðsuppgávur er talan um?

Tað kann vera øll størv. Undantak er tó ofta arbeiði á fiskavirki, tí tann vinnan er óstøðug. Tá kann tað vera betur við miðal ella lægstu fyritíðarpensjón, umframt at viðkomandi tá eisini kann arbeiða á fiskavirki.

Hvussu er arbeiðstíðin?

Ymiskt, men í mesta lagi 2/3 av vanligari arbeiðstíð, t.v.s. umleið 26 tímar um vikuna.

Hvussu leingi er skipanin galdandi?

Til borgarin fær fólkapensjónsaldur, tá ber ikki til at halda á fram.

Hvørjar eru lønartreytirnar?

Borgarin fær sáttmálaløn fyri tað, sum hann arbeiðir. Um borgarin til dømis hevur 40 % arbeiðsføri, rindar arbeiðsgevarin 40 % av lønini. Afturat lønini fær borgarin eisini eitt lønarískoyti frá Almannaverkinum. Ískoytið er ikki fevnt av sáttmála. Sí roknara. Tað merkir, at starvsfólkið fær tvær lønarflytingar – eina frá arbeiðsgevara og eina frá Almannaverkinum.

Um tillagaða starvið er stovnað áðrenn 1. januar 2021, verður lønarískoyti veitt upp til sáttmálaløn. Um tað er eftir 1. januar 2021, er hægst møguliga lønarískoyti 18.552 kr. um mánaðin, umframt frítíðarløn og eftirlønargjald (roknað eftir arbeiðaralønini).

Løn og lønarískoyti kunnu ikki vera hægri enn tað, sum borgarin forvann áðrenn tillagaða starvið. Um borgarin altíð hevur arbeitt niðursetta tíð, og hetta ikki er orsakað av sjúku ella skaða, er niðursett tíð útgangsstøði fyri lønarískoytinum. Her verður dentur lagdur á arbeiðshistorikkin hjá tí einstaka.

Arbeiðsgevarin fær onga samsýning.

Hvussu við rættindum til feriu?

Borgarin hevur møguleika at halda feriu. Hetta verður avtalað nærri við arbeiðsgevaran.

Hvørjir kontaktpersónar eru, og hvussu er uppfylging skipað?

Borgarin hevur altíð ein kontaktpersón á Almannaverkinum.

Best er um borgarin eisini hevur ein lokalan kontaktpersón á arbeiðsplássinum, sum tey kunnu venda sær til um ivamál.

Um borgarin hevur brúk fyri eyka útgerð so sum hjálpartól,frá t.d. Hjálpatól, Hoyrnini ella Sjóndeplinum, so er hetta umvegis kontaktpersónin á Almannaverkinum.

Tá ein avtala skal gerast um tillagað starv so er ein byrjunasamrøða millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran. Arbeiðsgevarin greiðir frá hvørjar uppgávur eru og borgarin greiðir frá sínari støðu.

Eftirfylgjandi er reglulig uppfylging millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran eftir tørvi.

Hug at vita meira?

Almannaverkið: Les meira her

Fyritíðarpensión

Borgarar, sum eru 18-til fólkapensjónsaldur, og sum hava varandi skerdan arbeiðsførleika av likamligum, sálarligum og/ella sosialum ávum

Les meira niðanfyri

Námsfrøðingur
Hvør umsitur skipanina?

Almannaverkið

Hvat er endamálið við skipanini?

Skipanin er ætlað borgarum, sum hava varandi skert arbeiðsføri. Fyritíðarpensjón er býtt í tríggjar bólkar:

Hægsta fyritíðarpensjón er til teirra, sum eru varandi skerd í øllum vinnum, og sum í mesta lagi megna at arbeiða 5 tímar um vikuna eftir vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum.

Miðal fyritíðarpensjón er til teirra, sum hava varandi minkað arbeiðsføri við í minsta lagi 2/3, og sum tá í mesta lagi megna at arbeiða 12 tímar um vikuna eftir vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum.

Lægsta fyritíðarpensjón er til teirra, sum hava varandi skert arbeiðsføri við í minsta lagi 1/2, og sum megna at arbeiða í mesta lagi 20 tímar um vikuna eftir vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum.

Hvønn er skipanin fyri?

Borgarar, sum eru 18-til fólkapensjónsaldur, og sum hava varandi skerdan arbeiðsførleika av likamligum, sálarligum og/ella sosialum ávum.

Hvørjar arbeiðsuppgávur er talan um?

Talan kann so at siga vera um allar uppgávur, tó avmarkar skerjingin hjá tí einstaka, hvørjar uppgávur viðkomandi megnar at arbeiða við, og hvussu nógv arbeiði kann avgreiðast.

Hvussu er arbeiðstíðin?

Sum fyritíðarpensjónistur kanst tú arbeiða nakað og hava inntøku.

  • Lægsta fyritíðarpensjón: í mesta lagi 20 tímar um vikuna
  • Miðal fyritíðarpensjón: í mesta lagi 12 tímar um vikuna
  • Hægsta fyritíðarpensjón: í mesta lagi 5 tímar um vikuna
Hvussu leingi er skipanin galdandi?

Til fólkapensjónsaldur

Hvørjar eru lønartreytirnar?

Borgarar við fyritíðarpensión fáa eina veiting hvønn mánað frá Almannaverkinum. Upphæddin er lógarásett, sí roknara her: https://www.av.fo/fo/utgjoeld-og-veitingar/fyritidarpensjon-framskundad-pensjon.

Arbeiðsgevarin fær onga samsýning.

Hvussu við rættindum til feriu?

Borgarin hevur møguleika at halda feriu. Hetta verður avtalað nærri við arbeiðsgevaran.

Hvørjir kontaktpersónar eru, og hvussu er uppfylging skipað?

Fyritíðarpensjónistar hava sum so ikki altíð ein kontaktpersón á Almannaverkinum, men eru altíð vælkomnir at venda sær til Almannaverkið á høvuðsnummarinum og fáa fatur á einum sosialráðgeva, sum kann hjálpa.

Um borgarin er komin til arbeiðsplássið umvegis Dugni, er eisini ein kontaktpersónur har, um tað gevur meining og borgarin ynskir tað.

Tað er ynskiligt, at borgarin eisini hevur ein lokalan kontaktpersón á arbeiðsplássinum, sum tey kunnu venda sær til við ivamálum.

Tá ein avtala skal gerast um arbeiði til fyritíðarpensjónistar, verður ein byrjanarsamrøða hildin millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran. Arbeiðsgevarin greiðir frá, hvørjar uppgávur eru, og borgarin greiðir frá síni støðu.

Tá avtalan er gjørd, er eingin víðari uppfylging avtalað.

Hug at vita meira?

Almannaverkið: Les meira her

Avtalað løn

Borgarar, sum hava munandi skert arbeiðsføri og fáa hægstu fyritíðarpensión, men sum hava hug at vera á arbeiðsmarknaðinum

Les meira niðanfyri

Te0zgagc
Hvør umsitur skipanina?

Avtala millum vinnu og fakfeløgini

Hvat er endamálið við skipanini?

Arbeiðsfyriskipan, sum er ætlað fyritíðarpensjónistum, sum kunnu gera avtalu við arbeiðsgevara um fyrifallandi uppgávur, sum tey kunnu luttaka í at útinna. Talan er ikki um vanligu arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkinum, men um fyrifallandi uppgávur, sum samstundis eru gagnligar fyri arbeiðsplássið.

Hvønn er skipanin fyri?

Borgarar, sum hava munandi skert arbeiðsføri og fáa hægstu fyritíðarpensión, men sum hava hug at vera á arbeiðsmarknaðinum.

Hvørjar arbeiðsuppgávur er talan um?

Talan skal vera um arbeiðsuppgávur, sum eru at meta sum fyrifallandi arbeiði á einum arbeiðsplássi á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Sum dømi kann nevnast at hjálpa við at gera mat, hjálpa á eini goymslu ella annað fyrifallandi arbeiði, sum borgarin hevur hug og hegni til.

Hvussu er arbeiðstíðin?

Arbeiðstíðin kann í mesta lagi vera 15 tímar um vikuna.

Hvussu leingi er skipanin galdandi?

Frá 18 ár og til fólkapensjónsaldur

Hvørjar eru lønartreytirnar?

Borgarin við fyritíðarpensión, arbeiðsgevarin og viðkomandi fakfelag gera avtalu um løn og arbeiðstreytir annars.

Borgarin kann í mesta lagi tjena 106.000 kr/ár uttan at blíva mótroknaður í veitingini.

Arbeiðsgevarin fær onga samsýning.

Hvussu við rættindum til feriu?

Borgarin hevur møguleika at halda feriu. Hetta verður avtalað nærri við arbeiðsgevaran.

Hvørjir kontaktpersónar eru, og hvussu er uppfylging skipað?

Fyritíðarpensjónistar hava sum so ikki altíð ein kontaktpersón á Almannaverkinum, men eru altíð vælkomnir at venda sær til Almannaverkið á høvuðsnummarinum og fáa fatur á einum sosialráðgeva, sum kann hjálpa.

Um borgarin er komin til arbeiðsplássið umvegis Dugni, er eisini ein kontaktpersónur har, um tað gevur meining og borgarin ynskir tað.

Tað er ynskiligt, at borgarin eisini hevur ein lokalan kontaktpersón á arbeiðsplássinum, sum tey kunnu venda sær til við ivamálum.

Tá ein avtala skal gerast um avtalaða løn so er ein byrjunasamrøða millum borgaran, Almannaverkið og arbeiðsgevaran. Almannaverkið veitir váttan fyri at borgarin er fyritíðarpensiónist. Arbeiðsgevarin greiðir frá hvørjar uppgávur eru og borgarin greiðir frá sínari støðu.

Tá avtalan er gjørd, er eingin víðari uppfylging avtalað

Hug at vita meira?

Almannaverkið: Les meira her

Varandi Vinna 

Varandi Vinna Ársfundur