Bygging 1

Varandi Vinna

Varandi Vinna er eitt netverk, ið hevur sum høvuðsendamál at skapa góðar umstøður fyri burðardyggari framleiðslu í Føroyum.

Netverkið virkar fyri, at fyritøkur kunnu samstarva um førleikamenning og um at skapa betri karmar til burðardygd. Málið er, at føroyskt vinnulív raðfestir burðardygd og ger arbeiðið á ábyrgdarfullan hátt, har bæði umhvørvisliga og sosiala tilfeingið verður gagnnýtt við skynsemi.

Tvey spor
Føroyskar fyritøkur hava í stóran mun somu avbjóðingarnar á hesum øki, og tí kann tað vera sera gagnligt at hittast og umrøða burðardygd í einum føroyskum veruleika. Tað er stórur munur á, hvussu langt fyritøkur eru komnar á burðardygdarøkinum.

Tí verður netverkið skipað í tveimum:

Tey royndu

Sporið er ætlað fyritøkum, sum arbeiða miðvíst við burðardygd.

Fyri at luttaka skulu fyritøkur seta sær krøv um at minka útlátið í vav 1 og vav 2 í tráð við París-sáttmálan og at arbeiða við útláti í vav 3 og seta sær mál.
Fyritøkurnar skulu gera árliga almenna frágreiðing um burðardygd ella ESG-lyklatøl, samstundis sum ovasta leiðsla luttekur á netverkfundum. Soleiðis tryggja vit, at burðardygd verður rótfest og raðfest í fyritøkuni.

IMG 0343

Innleiðsla

Sporið er ætlað fyritøkum, sum eru í holt við at fóta sær á økinum.

Innleiðslunetverkið hevur bara eitt krav, og tað er, at fyritøkan raðfestir burðardygd. Her er endamálið læring og kunning, soleiðis at fyritøkurnar í framtíðini kunnu flyta seg yvir í Varandi Vinnu.
Hetta sporið er gott fyri fyritøkur, sum ikki eru til reiðar at seta sær bindandi mál í burðardygd, men sum vilja læra og fáa kunning og ráðgeving.

IMG 0453

Luttøka og limagjald

Fyritøkur kunnu koma upp í netverkini leypandi gjøgnum árið. Hetta er eisini galdandi fyri fyritøkur, ið vilja flyta seg frá Varandi Vinnu Innleiðslu til Varandi vinnu.

Limagjaldið fyri at taka lut í Varandi Vinnu Innleiðslu er 7.000 kr. um árið. Luttøka í Varandi Vinnu er 10.000 kr. um árið fyri fyritøkur, ið hava upp til 10 mió. kr.  í lønargjaldingum, meðan tað er  20.000 kr. um árið fyri fyritøkur við meira enn 10 mió. kr. í lønargjaldingum.

Serstakur roknskapur verður gjørdur fyri Varandi Vinnu. Limagjaldið fer til at reka netverkið og til verkætlanir í burðardygd, sum gagna luttakandi fyritøkunum. Tað kann eitt nú vera at bøta um karmarnar - t.d. víðarimenning av CO2-roknaranum.

Vinnuhusid 4

Melda til netverkið

Netverkið er opið fyri øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella sum eru limir umvegis eitt annað arbeiðsgevarafelag. Serskild skipan kann verða gjørd fyri fyritøkur, sum ikki kunnu gerast partur av Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Netverksfundir

Tað eru fýra netverksfundir árliga. Virksemið í netverkunum tekur altíð støði í aktuellum avbjóðingum hjá luttakandi fyritøkum.

Á netverksfundunum eru upplegg frá fyritøkum uttanífrá og innanhýsis framløgur, har fyritøkurnar greiða frá gongdini og aktuellum avbjóðingum. Endamálið er at styrkja fyritøkurnar við íblástri og førleikum, sum kunnu nýtast í teirra egna burðardygdararbeiði.

Til netverksfundir hjá Varandi Vinnu kunnu 2-4 fólk fyri hvørja fyritøku luttaka. Tað er krav, at eitt umboð er ovasta leiðsla - t.d. stjóri, fíggjarleiðari og nevndarforfólk.

Varandi Vinna hevur ein árligan fund í juni. Á fundinum verður ársfrásøgn við úrslitum løgd fram. Kósin fyri komandi árið verður sett út í kortið, og stýrið verður valt. Virkisgrundarlagið verður eftirmett, og limagjald ásett.

IMG 0427

Til netverksfundir hjá Varandi Vinnu Innleiðslu kunnu 2-4 fólk fyri hvørja fyritøku luttaka. Fyritøkurnar avgera sjálvar, hvørji starvsfólk luttaka - t.d. ESG-starvsfólk, bókhald og HR-fólk.

IMG 0472

Limafyritøkur

ArtiCon | Arctic Import | Atlantic Airways | Bakkafrost | Bygma Balslev | Betri Banki | Betri Trygging | Búsetur | Effo | Elektron | Faroe Ship | Føroya Banki | Føroya Bjór | Føroya Tele | Gist & Vist | GroAqua | Hiddenfjord | J&K Petersen | KJ | MEST | MTV Byggivirkið | Mowi | Posta | Poul Hansen | Poul Michelsen | Renovent | Sandavágs Timburhandil | Smyril Line | Tryggingarfelagið Lív | Univice | Vága Floghavn | Varðin Pelagic | Vónin 

IMG 0356

Ofta spurdir spurningar

Hvør kann luttaka í Varandi Vinnu?

Netverkið er opið fyri øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella sum eru limir umvegis eitt annað arbeiðsgevarafelag. Serskild skipan kann verða gjørd fyri fyritøkur, sum ikki kunnu gerast partur av Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Hvat er endamálið við Varandi Vinnu?

Varandi Vinna er eitt netverk, sum hevur til endamáls at skapa góðar umstøður fyri burðardyggari framleiðslu í Føroyum.

Málið er, at savna føroyskar fyritøkur í einum netverki, sum hevur fokus á, at finna ítøkiligar loysnir til burðardygga menning – bæði í egnum virksemi og í samfelagnum sum heild. 

Føroyskar fyritøkur hava í stóran mun somu avbjóðingarnar á burðardygdarøkinum, og tí gevur tað góða meining at samstarva og fáa vent evninum í einum føroyskum høpi.

Vit hava ikki arbeitt við burðardygd fyrr – kunnu vit luttaka?

Tað er stórur munur á, hvussu langt fyritøkur eru komnar á burðardygdarøkinum. Tí verður netverkið skipa í tveimum:

  • Varandi Vinna Innleiðsla, sum er til fyritøkur, ið eru í holt við at fóta sær á økinum
  • Varandi Vinna, sum er ætlað fyritøkum, ið arbeiða miðvíst við burðardygd

Fyritøkur, sum eru nýggjar á økinum ella sum ikki eru klárar at seta sær bindandi mál í burðardygd gerast partur av Varandi Vinnu Innleiðslu.

Hvørji krøv eru til Varandi Vinnu Innleiðslu?

Innleiðslunetverkið er til fyritøkur, sum ikki eru klárar at seta sær bindandi mál innan burðardygd. Einasta kravið er, at fyritøkurnar raðfesta burðardygd í egnum virksemi. Endamálið læring og kunning, soleiðis at fyritøkurnar í framtíðini kunnu flyta seg yvir í Varandi Vinnu.

Hvørji krøv eru til Varandi Vinnu?

Tær fyritøkur, ið gerast partur av Varandi Vinnu skulu seta sær felags krøv:

  • Seta sær bindandi mál um at minka útlát í vav 1 og 2 í tráð við París-sáttmálan
  • Arbeiða við útláti í vav 3 og seta bindandi mál
  • Gera árliga almenna frágreiðing um burðardygd (ESG-lyklatøl)
  • Ovasta leiðsla skal luttaka á netverkfundum
Hvat virksemi er í Varandi Vinnu?

Tað eru fýra netverksfundir árliga. Á netverksfundunum eru upplegg frá fyritøkum uttanífrá og innanhýsis framløgur, har fyritøkurnar greiða frá gongdini og aktuellum avbjóðingum. Endamálið er at styrkja fyritøkurnar við íblástri og førleikum, sum kunnu nýtast í teirra egna burðardygdararbeiði.

Netverksfundirnir eru 2-4 tímar.

Hvør kann luttaka til netverksfundirnar?

Til netverksfundirnar hjá Varandi Vinnu Innleiðslu kunnu 2-4 fólk fyri hvørja fyritøku luttaka. Fyritøkur avgera sjálvar, hvørji starvsfólk luttaka (t.d. ESG-starvsfólk, bókhald, HR, osfr)

Til netverksfundirnar hjá Varandi Vinnu kunnu 2-4 fólk fyri hvørja fyritøku luttaka. Tað er krav, at eitt umboð er ovasta leiðsla - t.d. stjóri, fíggjarleiðari og nevndarforfólk.

Er nógv arbeiði millum fundirnar?

Í Varandi Vinnu Innleiðslu er heimarbeiðið millum netverksfundirnar avmarkað. Men tær fyritøkur, sum hava ambitiónir um at flyta seg til Varandi Vinnu, mugu sjálvandi raðfesta burðardygd eitt sindur hægri og tað krevur nakað av arbeiði.

Fyritøkur í Varandi Vinnu hava játtað seg til nøkur felags krøv, og tískil krevur hetta eisini nakað eyka av fyritøkuni.

Verður annað virksemi enn netverksfundirnir?

Virksemið í netverkunum tekur altíð støði í aktuellum avbjóðingum hjá luttakandi fyritøkum. Alt eftir, hvør tørvurin er, kann annað virksemi verða sett á skránna - t.d. arbeiðsfundir og verkætlanir, samstarv við netverk í okkara grannalondum og samskifti við myndugleikar í mun til at betra karmar at reka burðardygga vinnu.

Hvør situr í stýrinum?

Í stýrinum sita umboð fyri Varandi vinnu og Varandi Vinnu Innleiðslu og eitt umboð fyri Vinnuhúsið. Í stýrinum fyri 2025/2026 sita sjey umboð:

  • Anna Kalsø (J&K Petersen Contractors), ið er forkvinna
  • Bjartur Vestergaard Hjaltalin (Búsetur)
  • Ingunn Eiriksdóttir (Betri Trygging)
  • Jón H. Atlason (Hiddenfjord)
  • Mouritz Mohr (MEST)
  • Ulla Joensen (Elektron)
  • Niels Winther (Vinnuhúsið)
Hvat er uppgávan hjá stýrinum?

Stýrið stingur út í kortið tey evni, ið Varandi Vinna og Varandi Vinna Innleiðsla arbeiða við komandi árið. Hesi taka støði í avbjóðingum hjá luttakandi fyritøkum og teimum krøvum, ið eru á økinum.

Stýrið lýsir, hvør týdningarmiklasti boðskapurin hjá netverkinum er, og hvussu til ber at ávirka politisku skipanina fyri at fáa betri umstøður til burðardygd.

Podcast

Vinnukikarin

Hvussu burðardygg er vinnan?

Hvørjar vinnur hava størsta útlátið, og hví heldur vinnan, at grøna orkuskiftið gongur ov seint? Gestur í Vinnukikaranum er Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd.

Komandi tiltøk

Skráin fyri 2. hálvár 2025

ESG-verkstova

Dagur: 20. august 2025
Stað: Bakkafrost
Spor: Varandi Vinna & Varandi Vinna Innleiðsla

Hvussu arbeiða vit á besta hátt við skráseting, soleiðis at arbeiðið verður lætt, samstundis sum vit tryggja gjøgnumskygni? Hvørjar lærdómar hava føroyskar fyritøkur gjørt sær higartil?

Bakkafrost Hq

Útlát í vav 3

Dagur: 17. september 2025
Stað: Føroya Tele
Spor: Varandi Vinna

Hvat umfatar vav 3? Hvar byrja vit, hvørjar eru avbjóðingarnar, og hvussu kunnu vit arbeiða við útláti í vav 3?

Foroyatele

Burturkast

Dagur: 18. september 2025
Stað: Univice
Spor: Varandi Vinna Innleiðsla

Hvussu kunnu vit arbeiða við burturkasti í fyritøkuni? Møguleikar og avbjóðingar á burturkastøkinum í Føroyum.

Univice2

Sosialt (S) og leiðsla (G)

Dagur: 12. november 2025
Stað: Betri Trygging
Spor: Varandi Vinna

Hvussu arbeiða vit ítøkiliga við átøkum og málum? Hvussu rótfesta vit burðardygd og halda motivatiónini uppi?

Betri Trygging

Rótfesta burðardygd í fyritøkuna

Dagur: 13. november 2025
Stað: Vága Floghavn
Spor: Varandi Vinna Innleiðsla

Hvussu halda vit motivatiónini uppi og fáa burðardygd inn í øll lið í fyritøkuni? 

Vagar Airport 2560X1707