Dagført av Vinnuhúsinum tann 05. januar 2021

Avbyrging, sóttarhald ella heimauppihald

Hetta eru trý ymisk hugtøk, sum tú skalt fyrihalda teg til.

Avbyrging: 

Tú hevur fingið staðfest coronavirus, og tá skalt tú vera avbyrgd/ur frá øðrum í minsta lagi 10 dagar, so tú ikki smittar onnur.

  • Tú avbyrgir teg frá øðrum
  • Tú fert ikki til arbeiðis, ørindi ella av matrikklinum, har tú ert avbyrgdur
  • Tú hevur ikki beinleiðis samband við onnur fólk – heldur ikki húsfólk

Ber ikki til at avbyrgja teg heima við hús, kanst tú fara aðrastaðni, t.d. í summarhús. Ber tað ikki til, kann Heilsumálaráðið hjálpa tær at finna eitt stað at vera, sum oftast í gistingarhús.

Læknin skal staðfesta, um tú er frísk/ur. Tá ið tú er frísk/ur, kanst tú aftur ferðast frítt í samfelagnum.

Sóttarhald:        

Tú hevur verið í beinleiðis sambandi við ein persón, sum hevur fingið staðfest Corona.

Tá skalt tú í sóttarhald og verður avbyrgd/ur frá øðrum í 10 dagar. Teir 10 dagarnar eru frá tí degi, tú seinast hevði samband við tann smittaða. 

  • Tú avbyrgir teg frá øðrum
  • Tú fert ikki til arbeiðis ella ørindi
  • Tú hevur ikki beinleiðis samband við onnur fólk – heldur ikki húsfólk
  • Tú kanst fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru. Halt teg frá øðrum.

Ber ikki til at avbyrgja teg heima við hús, kanst tú fara aðrastaðni, t.d. í summarhús e.l. Ber tað ikki til, kann Heilsumálaráðið hjálpa tær at finna eitt stað at vera, sum oftast í gistingarhús.

Tú skal vera serliga varug/ur við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á, at tú hevur fingið coronavirus, t.e. fepur ilt í hálsinum, vøddapínu, turran hosta o.a. Hevur tú sjúkueyðkenni, skalt tú ringja til kommunulækna ella læknavaktina.

Hava myndugleikarnir heitt á teg um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at tú eisini letur teg kanna á 6. degi. Ein negativ kanning á 6. degi loysir teg tó ikki úr sóttarhaldinum.

Heimauppihald:

Tað verður mælt til, at øll, sum koma til Føroya, og sum verða kannað á flogvøllinum ella við bryggju, fara í sokallað heimauppihald til kanningarúrslitið á sætta degi er tøkt.

Tað vil siga, at:

  • Tú ert heima við hús, men minst til at halda frástøðu á 2 metrar og hava gott reinføri, tá ið tú ert saman við familjuni/húsfólkinum
  • Tú fært ikki vitjan.
  • Skalt tú arbeiða, skal tað gerast heimanifrá.
  • Tú kanst fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru. Halt teg frá øðrum.

Tú skalt tú sjálv/ur syrgja fyri heimauppihaldinum.

Myndugleikarnir mæla staðiliga til, at tú eisini kannar teg 6. dagin eftir komu. Hendan kanning er ókeypis á kanningarstøðunum hjá sjúkrahúsverkinum.

Tú skalt eisini vera serliga varug/ur við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á, at tú hevur fingið coronavirus, t.e. fepur, ilt í hálsinum, vøddapínu, turran hosta o.a. Hevur tú sjúkueyðkenni, skalt tú ringja til kommunulækna ella læknavaktina.

Um tú fært sjúkueyðkenni, er tað sera týdningarmikið, at tú letur teg kanna.

Ferðing

Øll óneyðug ferðing til og úr Føroyum verður frámæld í løtuni. 

Heitt verður á øll, sum koma til Føroya úr útlandinum, um at lata seg kanna tríggjar dagar fyri fráferð. Kanningin eigur í minsta lagi at vera 72 tímar gomul. 

Øll ferðandi skulu kannast við komu til Føroya.

Hetta er eisini galdandi fyri allar føroyingar, búsitandi í Føroyum, ið hava verið uttanlands. Harumframt verður sum nevnt mælt til, at øll ferðandi lata seg kanna aftur seks dagar eftir komu til Føroya, og at øll ferðandi eiga at fara í heimauppihald til kanningarúrslitið á sætta degi er tøkt.

Karantenulond

Kemur tú úr einum karantenulandi við hættisliga høgum smittutrýsti, eigur tú umframt at lata teg kanna á 6.degi at vera serliga varin í 10 dagar eftir komu til Føroya. Í stuttum ert tú saman við so fáum sum til ber, føðingardagar mugu bíða, og tú kemur ikki saman við øðrum í stórum fjøldum. Tú eigur heldur ikki at fara til arbeiðis uttan so, at tú kanst vera avskorin frá fólki. 

Harumframt mæla myndugleikarnir til serligt varsemi í 10 dagar eftir komu, um tú ert komin úr einum landi við høgum smittutrýsti (t.e. meira enn 50 fyri hvørji 100.000 íbúgvar. Her eigur tú at leggja tær í geyma at halda almennu frástøðutilmælini á 1 til 2 metrar, kravið um reinføri, spritta hendur og ikki savnast í størri fjøldum.

Føroyskir útisiglarar og føroyingar, sum arbeiða ella mynstra í einum karantenulandi við høgum smittutrýsti, skulu lata seg kanna á flogvøllinum við komu til landið ella á bryggjuni við fráferð, og skulu síðani beinleiðis í heimauppihald tá tey koma til Føroya. Tey skulu verða verandi í heimauppihaldi til tey hava fingið negativt úrslit av seinnu kanningini, sum skal takast 6. dagin eftir heimkomu.

Tú finnur upplýsingar um innferð úr ymiskum londum til danska kongaríkið her: Entry into Denmark | | Coronasmitte.dk

 

  Kelda: www.corona.fo

  • Starvsfólk hava ikki rætt til løn, um tey fara í sjálvboðið sóttarhald
  • Skilt verður ímillum tvungið, tilmælt og sjálvboðið sóttarhald ella heimauppihald
  • Set teg í samband við landslæknan ella ring á 304040, um tú hevur illgruna um smittu
Kann arbeiðsgevari krevja, at fólk arbeiða heimanífrá, meðan fólk eru í sóttarhaldi ella heimauppihaldi?

Um til ber at arbeiða heimanífrá, skulu fólk gera tað.

Arbeiðsgevarin fær ikki afturrindað lønarútreiðslur til persón, sum hevur rætt til løn undir sjúku, um til ber at røkja arbeiðið heimanífrá.

Hvussu við løn, um starvsfólk fær Covid-19?

Um starvsfólk eru smittað við COVID-19, eru tey sjúk, og tey hava tá rætt til løn undir sjúku sambært sáttmála ella sjúkradagpening sambært dagpeningalógini.

Rætturin til dagpening vegna sjúku er vegna Covid-19 víðkaður til eisini at fevna um persónar, ið av heilsumyndugleikunum eru settir í sóttarhald ella av heilsumyndugleikunum hava fingið tilmæli um at fara í sóttarhald. Talan er um eina serskipan, sum er galdandi til 28. februar 2021. Henda serkipan fevnir eisini um eina afturrindanarskipan til privatar arbeiðsgevarar, sum gjalda løn undir sjúku. Arbeiðgevarar fáa afturgoldið lønarútreiðsluna, tó í mesta lagi við eini upphædd, sum svarar til sjúkradagpening.

Hvussu við løn teir fyrstu 6 dagarnar eftir heimkomu?

Um starvsfólk ikki kann vera til arbeiðis, tí møguleikar eru ikki fyri, at viðkomandi kann vera avskorin frá øðrum fólki og møguleiki ikki er at arbeiða heimanífrá, so hevur arbeiðsgevararin ikki skyldu at rinda starvsfólkinum løn. Talan er tá um eitt heimauppihald.

Um starvsfólkið hevur verið í útlandinum í arbeiðsørindum, hevur arbeiðsgevarin hinvegin skyldu at rinda starvsfólkinum løn, tí starvsfólkið ger eftir boðum arbeiðsgevarans og kann ikki lastast fyri, at tað ikki er møguligt at arbeiða avskorin frá øðrum ella heimanífrá.

 

Hvussu er við útlendskari arbeiðsmegi og sóttarhaldi?

Arbeiðsfólk, sum koma til Føroya úr einum karantenulandi, skulu í arbeiðs-heimauppihald í 10 dagar. Heimauppihald fyri arbeiðsmegi kann uppfyllast soleiðis:

  • Arbeiðarar skulu bara vera á arbeiðsplássinum, t.e. einki samband við fólk, sum búgva í Føroyum. Er talan um ein bólk, sum er komin samstundis til landið, kunnu hesi arbeiða og búgva saman
  • Tá arbeiðarar ikki eru til arbeiðis, skulu hesir halda seg inni, har hesir búgva
  • Arbeiðsgevarin (ella tann, sum hevur ábyrgdina av arbeiðarunum í Føroyum) skal tryggja, at útlendingarnir hava møguleika at lúka treytirnar í punktunum omanfyri. Tað merkir, at arbeiðsgevarin skal syrgja fyri flutningi millum bústað og arbeiðspláss, og fyri mati og øðrum neyðsynjarvørum.
corona.fo