Dagført av Vinnuhúsinum tann 11. august 2020

Barnaansing

Nú COVID-19 aftur er í landinum, og smittutalið er í vøkstri, er ymiskt hvussu kommunur handfara støðuna.

Summar kommunur hava valt, at dagstovnar í teirra øki als ikki taka ímóti børnum í eitt ávíst tíðarskeið, aðrar hava valt at seta í verk neyðansing og/ella at brúka eina tilmeldingarskipan. Neyðugt er tí at kunna seg um støðuna hjá avvarðandi kommunu.

Foreldur hava skyldu at møta til arbeiðis, hóast dagstovnar eru stongdir.