Dagført av Vinnuhúsinum tann 21. august 2020

Ferðing til og úr Føroyum í arbeiðsørindum

Øll ferðandi til Føroya skulu kannast á flogvøllinum. Eisini verður tilmælt, at ferðandi testa seg sætta dagin eftir at vera komin til Føroya. Øll ferðandi eiga at vísa serligt varsemi hesa tíðina.

Danska stjórnin hevur boðað frá, at markið verður latið upp fyri ES-limalondum, londunum í Schengen-samstarvinum og Stóra Bretlandi. Ein treyt er kortini, at smittutalið í londunum er lágt – undir 20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar um vikuna.

Hetta merkir, at tað kunnu vera vikuligar broytingar viðvíkjandi teimum londum, sum latið verður upp fyri. Lond verða bólkað í tveir bólkar: karantenulond og loyvd lond. Á corona.fo sæst yvirlit yvir, hvørji lond eru bólkað sum karantenulond og loyvd lond, sí leinkju her.

Lond uttan fyri ES, Schengen og Stóra Bretland eru at rokna sum karantenulond. Ferðafólk búsett í hesum londum kunnu ikki kom til Føroya uttan eitt viðurkenningarvert endamál.

Arbeiðsmegi, sum kemur til Føroyar frá loyvdu londunum verður tilmælt at vísa serligt varsemi og at lata seg kanna aftur seks dagar eftir komu til Føroya.

Tilmælini um sóttarhald, frástøðu, arbeiðandi sóttarhald við meira fyri útlendskari arbeiðsmegi, sum kemur til Føroyar frá einum karantenulandi, er tó óbroytt. Hesi skulu framhaldandi í sóttarhald ella í arbeiðandi sóttarhald.

Í arbeiðsørindum hava tey loyvi at ferðast inn í landið, sum hava eitt starv at røkja í landinum ella eina arbeiðsuppgávu, sum skal loysast á einum arbeiðsplássi í Føroyum

Atgongdin til landið er enn avmarkað fyri karantenulond, og eru tað bert útlendingar, sum hava eitt viðurkenningarvert endamál (anerkendelsesværdigt formål), ið sleppa um markið. Arbeiðsgevarar skulu tí útvega útlendskari arbeiðsmegi, sum skal til Føroyar, eina váttan um, at viðkomandi hevur eitt arbeiði í Føroyum. Á tann hátt væntast, at tað verður lættari at koma gjøgnum marknaeftirlitið.

Tak niður arbeiðsgevaraváttan her.

Sí almennu ferðavegleiðingina her.

Arbeiðsgevarin eigur at umhugsa, um arbeiðið kann leggjast til rættis á annan hátt fyri at fyribyrgja ferðing. Hvussu arbeiðsgevarar skipa arbeiðið komandi tíðina, eigur at gerast við støði í viðurskiftunum í hvørjari fyritøku sær.

Fyritøkan skal hava montør inn til landið. Hvussu gera vit?

Montørar, sum koma til Føroya at arbeiða, eiga at fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum.

Rátt verður til, at montørar, sum eru komnir úr einum karantenulandi, arbeiða avbyrgt frá øðrum starvsfólki í 14 dagar.  

Montørar úr loyvdum londum kunnu fara beint til arbeiðis, tá tey hava fingið eitt negativt svar á COVID-19 kanningina. Mælt verður til at lata seg kanna aftur seks dagar eftir komu til Føroya. Øll ferðandi eiga at vísa serligt varsemi hesa tíðina.

Soleiðis eigur arbeiðsplássið at skipast

Fyritøkan skal hava útlendskt starvsfólk inn til landið. Hvussu gera vit?

Fyritøkan skal fylgja somu mannagongd, sum var galdandi, áðrenn serligu Corona-átøkini.

Starvsfólk, sum koma úr einum loyvdum landi kunnu fara beint til arbeiðis, tá tey hava fingið eitt negativt svar upp á COVID-19 kanningina.

Starvsfólk, sum koma úr einum karantenulandi verða mæld  til at fara í heimauppihald, t.v.s at vera við hús í 14 dagar og ikki hava beinleiðis samband við onnur fólk.

Heimauppihald kann fara fram á arbeiðsplássinum, um tann, sum er í heimauppihaldi, kann avbyrgjast frá hinum starvsfólkunum. Talan kann verða um avbyrgjan á arbeiðsstaði, ferðing í egnum bili, avbyrging á bústaðið, ongar vitjanir í matvøruhandlum e.l.

Soleiðis kann arbeiði skipast

Hvussu skal arbeiðið skipast, tá starvsfólk kemur úr útlandinum?

Tilmælt verður at vera í heimauppihaldi í 14 dagar, men í serligum førum ber til at skipa arbeiðspláss og uppihaldið soleiðis, at hesi kunnu koma beint í arbeiði. Tá skulu hesi atlit takast:

  • Best er, at útlendsk arbeiðsmegi ferðast í bili fyri seg – eisini frá flogvøllinum.
  • Best er, at útlendsk arbeiðsmegi býr fyri seg sjálva og hevur egnan køk og egið vesi.
    • Ber hetta ikki til, verður tilmælt at:
      • Tað verður gjørt reint regluliga, serliga á vesinum, í køkinum og í rúmum, sum verða nógv brúkt.
      • Handklæði, seingjarlín og undirklæði verða vaskað við min. 80 stigum
      • Mint verður á handreinføri.
  • Fáa mat fluttan til bústaðin – ikki fara í matvøruhandlar at keypa.
  • At arbeiðsstaðið er innrættað soleiðis, at útlendsk arbeiðsmegi ikki er nærri enn 1 m við onnur starvsfólk á arbeiðsstaðnum.
  • At amboð, útgerð og klæðir hjá útlendsku arbeiðsmegini verða hildin atskild frá amboðum, útgerð og klæðum hjá øðrum á arbeiðsstaðnum.
    • Ber hetta ikki til, er neyðugt at vaska ella sóttreinsa, áðrenn onnur brúka amboðini, útgerðina ella klæðini.
  • Arbeiðsgevarar eiga at hava mannagongdir, ið tryggja, at útlendsk arbeiðsmegi verður kunnað um, hvørji tilmæli eru í Føroyum í mun til COVID-19 og vandan fyri smittu.
  • Serliga umráðandi er at kunna um:
    • At tey ikki eiga at verða nærri øðrum fólki enn 1 m í longri enn 15min
    • At tey eiga als ikki hava beinleiðis samband við fólk í vandabólki
    • At tey skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á, at ein hevur fingið coronavirus, t.e. fepur o.a.
  • Arbeiðsgevarar eiga at hava mannagongdir tøkar, ið greiða frá, hvussu verður gjørt, um tann útlendska arbeiðsmegin kennir seg sjúka.

Tá heimauppihaldið, sum er 14 dagar, er liðugt, kunnu útlendsku starvsfólkini ferðast á arbeiðsplássinum og uttandura á sama hátt sum onnur í landinum. Tó skulu øll, bæði føroyingar og útlendingar, fylgja leiðreglum, sum myndugleikarnir til eina og hvørja tíð seta í sambandi við coronavirus.

Minst eisini til, at øll, ið koma til Føroya, skulu gjøgnum hert marknaðareftirlit. Neyðugt er hjá arbeiðsgevarum at útvega útlendskari arbeiðsmegi, sum skal til Føroya, eina váttan um, at viðkomandi hevur eitt arbeiði í Føroyum. Á tann hátt væntast, at tað verður lættari at koma gjøgnum marknaeftirlitið.

Øll ferðandi til Føroya skulu kannast á flogvøllinum. Eisini verður tilmælt, at ferðandi testa seg sætta dagin eftir at vera komin til Føroya. Øll ferðandi eiga at vísa serligt varsemi hesa tíðina.

Fyritøkan hevur avtalu við útlendskan skeiðshaldara. Kann hann koma til Føroya?

Ja. skeiðshaldarar, sum koma úr einum loyvdum landið kunnu halda skeið beinavegin, tá tey hava fingið eitt negativt svar upp á COVID-19 kanning. Er talan um longri varandi skeið, verður mælt til at skeiðshaldarin letur set testa seks dagar eftir komu til Føroya.

Skeiðshaldari úr einum karantenulandi eigur tó at fara í 14 dagar heimauppihald, t.v.s. vera við hús í 14 dagar og ikki hava beinleiðis samband við onnur fólk. Eisini er neyðugt, at skeiðið verður skipað eftir tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum.

Fyritøkan sendir starvsfólk til útlandið at arbeiða. Kann hon tað?

Ja. Neyðugt er tó at fylgja ásetingunum í tí landinum, ferðast verður til.

Hvussu við útlendingum, sum skulu heim eftir at arbeiðið í Føroyum er liðugt?

Eru hesi starvsfólk liðug við arbeiðsuppgávuna í Føroyum, verður mælt teimum til at fara aftur til heimland sítt. Arbeiðsgevarin má í hvørjum einstøkum føri kanna, hvussu viðkomandi skal bera seg at, fyri at tað skal lata seg gera.

Almenn ferðavegleiðing