Dagført av Vinnuhúsinum tann 10. apríl 2020

Avrokning av MVG og tollkreditt útsett

MVG-avrokningin fyri fyrsta ársfjórðing útsett frá 10. mai til 15. november, og gjaldsfreistirnar fyri tollkreditt 28. apríl, 28. mai og 28. juni eru útsettar 3 mánaðar

Fyri at bøta um gjaldførið í vinnuni, er avrokningin av MVG og tollkreditti útsett.

 

Útsett MVG-avrokning

Freistin fyri at lata inn MVG-uppgerð og fyri at avrokna MVG fyri fyrsta ársfjórðing er útsett frá 10. mai til 15. november 2020.

 

Útsettar freistir fyri at gjalda tollkreditt

Gjaldsfreistirnar fyri tollkreditt fyri vørur móttiknar í mars, apríl og mai er útsettar soleiðis:
Gjaldsfreistin 28. apríl er útsett til til 28. juli 2020

Gjaldsfreistin 28. mai er útsett til 28. august 2020

Gjaldsfreistin 28. juni er útsett til 28. september 2020”

 

Hvat um eg eigi MVG til góðar?

Um tú eigur MVG til góðar, kann hetta verða útgoldið sum vanligt, í tráð við reglurnar í kap. 9 í MVG-lógini.