Dagført av Vinnuhúsinum tann 11. august 2020

EKF – veðhald fyri gjaldførislánum

Veðhaldsskipan hjá EKF - Danmarks Eksportkredit skal hjálpa COVID-19 raktum útflutningsfyritøkum”

 

Veðhald fyri gjaldførislán til útflutningsfyritøkur

EKF veðheldur fyri gjaldførislánum til COVID19-raktar útflutningsfyritøkur. Hetta ger tað lættari hjá útflutningsfyritøkum, sum hava avbjóðingar við gjaldførinum, at fáa lán frá einum fíggingarstovni. EKF veðheldur fyri upp til 80% av einum møguligum tapi, sum ein fíggingarstovnur fær av at veita gjaldførislán.

Les meira um skipanirnar á heimasíðuni hjá EKF, www.ekf.dk/coronavirus

 

 

Hvørji eru krøvini annars fyri at fáa veðhald fyri gjaldførisláni?

Í høvuðsheitum eru krøvini fyri at kunna fáa veðhald fyri gjaldførislán hesi:

Fyritøkan skal hava mist ella vera í vanda fyri at missa í minsta lagi 30 % av søluni orsakað av COVID-19.
Sølan frá útflutningi skal vera í minsta lagi 10% av samlaðu søluni hjá fyritøkuni. Sum útflutningur verður eisini roknað søla til aðrar útflutningsfyritøkur og til útlendsk ferðafólk.
Fyritøkan skal vera kredittverdug
Virksemið hjá fyritøkuni skal verða umhvørvisliga og sosialt burðardygt.

Les meira á www.ekf.dk um ítøkiligu krøvini.

Hvar skal eg venda mær um veðhald frá EKF?

Tú skalt venda tær til tín banka um tú ert áhugað/ur í skipanunum hjá EKF.

EKF