Dagført av Vinnuhúsinum tann 11. august 2020

Íløgukapitalur frá Framtak

Løgtingið hevur samtykt at eftirgeva 30 mió. kr. av skuldini hjá Framtak til landskassan.

Eftirgevingin er treytað av, at Framtak í 2020 og 2021 hevur í minsta lagi 30 mió. kr. tøkar til at gera íløgur í verandi, nýtt ella víðkað vinnuvirksemi í ferðavinnufyritøkur á marknaðarligum treytum, og at viðtøkur grunsins verða broyttar samsvarandi.

Framtak er ofta sinnað at veita fígging, har váðin er lutfalsliga stórur. Tað er tó ein treyt, at peningastovnar samstundis veita lán, sum í minsta lagi eru líka stór sum íløgan hjá grunninum, og/ella aðrir íleggjarar skjóta inn eginpening ella ábyrgdarpening í sama mun.

Grunnurin veitir ábyrgdarlán ella ger íløgu í felagið afturfyri partapening. Oftast er tað ein samanseting av báðum.

Framtak heitir á fyritøkur í ferðavinnuni um at seta seg í samband við grunnin fyri at frætta meira um møguleikarnar fyri fígging.

Les nærri á heimasíðuni hjá Framtak