1) Dagpeningur verður veittur í sambandi við sóttarhald.
Lógin um dagpening vegna sjúku er broytt til eisini at fevna um persónar, sum eru settir í sóttarhald av heilsumyndugleikunum, ella sum heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19.
2) Arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum, sum hava skyldu til at rinda løn undir sjúku, fáa afturrindaðar lønarútreiðslur. Arbeiðsgevarar fáa bert afturrindað eina upphædd svarandi til tað, sum løntakarin hevði havt rætt til, um hann leyk treytirnar í lógini um dagpening vegna sjúku”.
3) Sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar kunnu fáa útgjald frá sjálvbodnari trygging dagin eftir, at umsókn um trygging er latin Almannaverkinum.
4) Arbeiðsgevarin skal ikki afturrinda landskassanum dagpening, tá fráveran skyldast COVID-19.
5) Fólkapensjonistur, sum er fyri inntøkumissi, tí hann er smittaður við COVID-19 ella settur í sóttarhald, fær rætt til dagpening vegna sjúku.”
Arbeiðsgevari váttar á umsóknarblaði, at starvsfólk hevur boðað arbeiðsgevaranum frá, at tað av heilsumyndugleikunum er sett í sóttarhald ella av heilsumyndugleikanum er mælt til at fara í sóttarhald.
Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá almannaverkinum https://www.av.fo/fo/utgjold-og-veitingar/sjukradagpengar/
Ein persónur er í mun til dagpengaskipanina tilmæltur at fara í sóttarhald, tá ein læknaligur myndugleiki hevur mælt persóninum til at fara í sóttarhald. Myndugleikarnir mæla vanliga hesum persónum til at fara í sóttarhald:
Les meira um sóttarhald her
Arbeiðsgevarin skal senda eina umsókn um afturrindan til Almannaverkið í seinasta lagi 90. dagin eftir 1. fráverudag.
Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum www.av.fo.
Fyri at fyribyrgja at heilsuverkið í hesum komandi tíðarskeiðinum verður lagt undir eyka trýst, verður treytin um læknaváttan, sum annars altíð skal fáast til vega í sambandi við dagpening, ikki galdandi fyri mál, ið viðvíkja COVID-19. Í hesum málum verður ein váttan frá arbeiðsgevara javnsett við læknaváttan.
Almannaverkið kann tó biðja um læknaváttan, um tað verður mett neyðugt.