Dagført av Vinnuhúsinum tann 1. juli 2020

Lønarískoyti

Lønarískoyti til heimsend starvsfólk og til sjálvstøðug vinnurekandi, sum hava mist inntøku, orsakað av COVID-19.

Løgtingið hevur samtykt tíðaravmarkaðar broytingar í ALS-lógini, sum veitir lønarískoyti til persónar á privata arbeiðsmarknaðum, sum heilt ella partvíst verða heimsendir orsakað av COVID-19 tiltøkunum kring heimin. Starvsfólkini verða ikki søgd úr starvi og varðveita harvið tilknýtið til fyritøkuna. Tað er tí lættari at byrja aftur, tá støðan aftur verður vanlig.

Eisini er ein líknandi skipan gjørd fyri sjálvstøðug vinnurekandi.

Ein serlig skipan við einum lægri lønarískoyti fyri starvsfólk eldri enn 66 ár er eisini sett í verk.

Skipanirnar við lønarískoyti hava fingið gildi við afturvirkandi kraft frá 12. mars 2020 og fara úr gildi aftur 31. august 2020.

COVID-19 skipanin hjá ALS er bert galdandi fyri persónar, sum eru í stuðulsskipanini áðrenn 1. juli 2020. Hetta merkir, at nýggjir persónir ikki kunnu koma inn í skipanina eftir 1. juli 2020.

 

Hava starvsfólk rætt til lønarískoyti í feriuni?

Fólk, sum halda frí, hava ikki rætt til lønarískoyti í feriuni. Fyri at hava rætt til lønarískoyti skal starvsfólk vera sent heim av arbeiðsgevaranum. Tá persónur heldur frí – t.d. summarfrí – so er persónurin ikki longur at meta sum heimsendur og lýkur tí ikki treytirnar fyri at fáa lønarískoyti. Tað merkir, at tá starvsfólk, sum arbeiðsgevari hevur meldað inn í serligu korona-skipanina hjá ALS, halda frí, so hava tey ikki rætt til lønarískoyti.

Tað er tí sera umráðandi, at arbeiðsgevarin sigur ALS frá, tá starvsfólk fara í feriu. Eitt serligt oyðublað skal útfyllast, tá starvsfólk halda feriu, oyðublaðið finnur tú her https://www.als.fo/korona/umsoknarblod/

Vart skal gerast við, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at boða ALS frá, nær starvsfólk heldur frí. Boðar arbeiðsgevarin ikki ALS frá rættstundis, koma broytingarnar ikki við í komandi útgjaldinum, og verður tað tí goldið ov nógv út í lønarískoyti av órøttum, verður tað kravt aftur frá arbeiðsgevaranum. Hetta er eisini galdandi fyri aðrar upplýsingar um broytingar í setanarviðurskiftunum, sum ávirka útgjaldið av lønarískoyti.

Fáa starvsfólk útgjald frá ALS í uppsagnartíðini?

Løgtingið hevur samtykt at leingja serligu korona-skipanina hjá ALS fram til 31. august 2020. Tó eru nakrar broytingar gjørdar í skipanini.

Ein broyting er, at starvsfólk, sum eru søgd úr starvi, ikki longur kunnu fáa lønarískoyti úr korona-skipanini í uppsagnartíðini. Tað merkir, at arbeiðsgevari, sum hevur sagt fólk úr starvi, sjálvur eigur at rinda starvsfólki løn í uppsagnartíðini og annars halda aðrar skyldur í uppsagnartíðini.

Í hesum sambandi er tað sera umráðandi, at arbeiðsgevarar boða ALS frá, um teir hava sagt starvsfólki, sum eru í korona-skipanini, úr starvi og um so er, hvørji starvsfólk talan er um, hvør uppsagnardagurin er, og nær uppsagnartíðin er úti.

Heitt verður á arbeiðsgevarar at boða frá alt fyri eitt, um starvsfólk verða søgd úr starvi. Lógin heimilar ikki ALS at rinda fólki, ið eru søgd úr starvi, lønarískoyti aftan á 30. juni 2020. Ov nógv útgoldið lønarískoyti verður kravt aftur frá arbeiðsgevaranum hjá viðkomandi starvsfólki, og tí er tað sera týdningarmikið, at arbeiðsgevarin fráboðar rætt og til tíðina.

Hvørjar eru treytirnar fyri lønarískoyti?

Øll starvsfólk, sum lúka hesar treytir, eru fevnd av einari skipan við lønarískoyti:

  • Hava bústað í Føroyum
  • Eru fylt 16 ár
  • Eru heimsend heilt ella partvíst (koyrd niður í tið) hjá privatum arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 tiltøkunum kring heimin
Eru útlendingar fevndir av skipanini?

Øll starvsfólk hjá privatum arbeiðsgevara, sum lúka treytirnar fyri útgjaldi, eru fevnd av skipanini, bæði føroyingar og útlendingar.

Eru sjófólk fevnd av skipanini?

Ja, skipanin fevnir bæði um tey, sum starvast á landi og á sjónum.

Eru stjórar fevndir av skipanini?

Ja, stjórar eru eisini fevndir av skipanini.

Skalt tú hava goldið inn í ALS-skipanina fyri at fáa útgjald úr nýggju skipanini?

Nei, tað er ikki ein treyt fyri útgjaldi, at tú hevur goldið inn í ALS-skipanina.

Hvussu nógv kann starvsfólkið fáa í lønarískoyti, um tað verður heimsent?

Um starvsfólkið er 16-66 ár:

Starvsfólkið fær lønarískoyti á 115,38 kr/tíman, í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Hetta svarar til í mesta lagi 20 tús. kr. um mánaðin í miðal. Lønarískoytið kann tó frá útgjaldsskeiðnum 20. apríl og frameftir ikki verða hægri enn tann vikuløn, persónurin í miðal hevði rætt til í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2020 til 12. mars 2020 sambært tágaldandi starvsavtalu við arbeiðsgevara.

Dømi 1: Starvsfólkið hevur áðrenn COVID-19 arbeitt fulla tíð og forvunnið 30.000 kr. um mánaðin.

  • Heimsent uttan løn:
    • Endurgjaldið úr ALS: í miðal 20.000 kr. um mánaðin.
    • Løn frá arbeiðsgevara: 0 kr.
  • Sett niður í hálva tíð:
    • Endurgjaldið úr ALS: í miðal 10.000 kr um mánaðin (½ x 20.000)
    • Løn frá arbeiðsgevara: 15.000 kr. um mánaðin (½ x 30.000)
    • Tilsamans 25.000 kr.

Dømi 2: Tímalønt starvsfólk, sum hevur arbeitt 30 tímar um vikuna.

  • Verður heimsent uttan løn:
    • Endurgjaldið úr ALS: 3.461,40 kr/vikuna (30 tímar x 115,38 kr/t)
  • Verður sett niður í tíð, so tað arbeiðir 8 tímar um vikuna:
    • Vikuliga endurgjaldið úr ALS: 2.538,36 kr/vikuna (30-8 tímar = 22 tímar x 115,38 kr/t). Harumframt 8 x tímaløn frá arbeiðsgevara

Lærlingar og onnur undir yrkisútbúgving fáa í mesta lagi lønarískoyti svarandi til tað, sum tey hava rætt til sambært galdandi sáttmála.

Um starvsfólkið er eldri enn 66 ár:

Er starvsfólkið 67 ár ella eldri, er lønarískoytið 57,69 kr/tíman, í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Ískoytið kann tó ikki verða hægri enn tann vikuløn, persónurin í miðal hevði rætt til í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2020 til 12. mars 2020 sambært tágaldandi starvsavtalu við arbeiðsgevara. Treytirnar annars eru nakað tær somu sum fyri lønarískoyti til onnur starvsfólk.

Hvat merkir tað, at skipanin fær gildi við afturvirkandi kraft?

Lógarbroytingarnar vórðu samtyktar í Løgtinginum 18. mars, men fáa gildi frá 12. mars. Hetta hevur við sær, at starvsfólk, sum heilt ella partvíst eru heimsend, kunnu fáa lønarískoyti frá 12. mars at rokna.

Hvussu er støðan, um starvsfólkið verður sagt úr starvi?

Um starvsfólkið verður sagt úr starvi, eru tað vanligu reglurnar í ALS-skipanini, sum eru galdandi.

Eftir 30. juni verður lønarískytið ikki veitt í uppsagnartíðini, um starvsfólk verða søgd úr starvið.

Hvussu søki eg um lønarískoyti til starvsfólkið?

Tú skalt sum arbeiðsgevari søkja um lønarískoyti vegna starvsfólkið ella starvsfólkini. Tú finnur oyðubløð og vegleiðing á www.als.fo/korona

Eg eri sjálvstøðug vinnurekandi. Er skipanin við lønarískoyti eisini galdandi fyri meg?

Ja, um tú teknar eina trygging, verður skipanin eisini galdandi fyri teg frá tí degi, tú teknar tryggingina. Tryggingin kostar 3.000 kr um árið.

Stuðulin er 115,38 kr um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Stuðulin verður veittur í sama lutfalli, sum virksemið minkar. Frá útgjaldsskeiðinum 20. apríl og frameftir kann vikuligi stuðulin tó ikki vera hægri enn tann skattskylduga inntøkan, sum tann sjálvstøðugi vinnurekandi hevur haft teir seinastu 12 mánaðarnar fyri 12. mars 2020. Tú kanst venda tær til ALS um hetta.

Tú teknar tryggingina á vanligan hátt, við at útfylla umsóknarblað, sum tú finnur her.

Um so er at tú bæði hevur rætt til lønarískoyti sum starvsfólk hjá einari fyritøku og sum sjálvstøðug vinnurekandi, kanst tú frá útgjaldsskeiðinum 20. apríl og frameftir í mesta lagi fáa mánaðarligt lønarískoyti á 20.000 kr tilsamans úr báðum skipanum.

 

Kann eg sum arbeiðsgevari biðja eitt heimsent starvsfólk koma til arbeiðis, heilt ella partvíst?

Ja, um tú biður eitt heimsent starvsfólk møta, hevur tað skyldu at møta. Tað kann verða nakrar tímar ella meira varandi. Tú hevur skyldu at rinda starvsfólkinum løn fyri tímarnar, tað arbeiðir, og starvsfólkið verður so mótroknað í lønarískoytinum frá ALS (les nærri um mótrokning aðra staðni á hesari síðuni). Verður starvsfólkið boðsent til arbeiðis, skalt tú  upplýsa tað fyri ALS alt fyri eitt, so ALS er ført fyri at mótrokna í lønarískoytinum.

Kann ein heimsendur løntakari hava aðra inntøku enn lønarískoytið frá ALS?

Ja, ein heimsendur løntakari kann væl hava aðra inntøku enn lønarískoytið frá ALS. Í ávísum førum kann onnur inntøka tó hava við sær, at mótroknað verður í lønarískoytinum frá ALS.

 

Inntøka frá arbeiðsgevaranum, sum hevur heimsent starvsfólkið

Um starvsfólkið er heilt ella partvíst heimsent, og tú sum arbeiðsgevari ynskir at leggja eina upphædd omaná lønarískoytið (t.d. fyri at knýta starvsfólkið nærri at fyritøkuni meðan tað er heimsent), ber hetta til, og starvsfólkið verður ikki mótroknað í lønarískoytinum frá ALS fyri hesa upphædd.

Um tú sum arbeiðsgevari fær tørv á at boðsenda heimsenda starvsfólkið at koma til arbeiðis, hevur starvsfókið skyldu at møta. Lønin fyri teir tímarnar, sum starvsfólkið arbeiðir, verða tó mótroknaðir í ALS-gjaldinum.

Tað er talið á tímum, sum starvsfólkið arbeiðir, sum eru avgerandi fyri, hvussu mótroknað verður í lønarinntøkuni.

Dømi: Tú hevur heimsent eitt starvsfólk, sum vanliga hevur arbeitt 40 tíma viku, men tú fært tørv á, at boðsenda starvsfólkið til arbeiðis, at arbeiða 8 tímar í einari viku.

Vanliga lønarískoytið frá ALS er kr. 4.615,20 (40 tímar*115,38 kr/t) um vikuna.  Um starvsfókið arbeiðir 8 tímar í teirri vikuni, trekkir ALS sum útgangsstøði kr. 923,04 frá lønarískoytinum ta vikuna (8 tímar*115,38 kr/t). Samlaða lønarískoytið fyri ta vikuna verður so kr. 4.615,20 – kr. 923,04 = kr. 3.692,16. Harumframt rindar tú starvsfólkinum løn fyri teir 8 tímarnar, tað hevur arbeitt.

 

Inntøka frá øðrum arbeiðsgevarum

Um eitt starvsfólk arbeiðir fyri aðrar arbeiðsgevarar enn tann arbeiðsgevaran, sum hevur heimsent starvsfólkið, verður lønarískoytið skert, um samlaða inntøkan frá lønarískoytinum og lønarinntøka frá øðrum arbeiðsgevarum, sum ikki hava heimsent starvsfólkið, tilsamans fer upp um 27.000 kr um mánaðan.

Mótroknað verður soleiðis:

Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin fer upp um 27.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við 50 oyrum.

Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin fer upp um 37.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við einari krónu.

Tá samlaða A-inntøkan frá arbeiðsgevara, sum ikki hevur heimsent starvsfólkið, fer upp um 32.000 krónur um mánaðin, dettur rætturin til lønarískoyti burtur.

 

 

 

Er skipanin eisini galdandi fyri lærlingar?

Skipanin fevnir eisini um lærlingar og onnur undir yrkisútbúgving, men hesi fáa í mesta lagi lønarískoyti svarandi til tað, sum tey hava rætt til sambært galdandi sáttmála.