Dagført av Vinnuhúsinum tann 1. mai 2020

Stuðul fyri fastar útreiðslur

Løgtingið hevur samtykt eina tíðaravmarkaða skipan, har fyritøkur, sum eru serliga hart ávirkaðar fíggjarliga av COVID-19, fáa partvísan stuðul til tær føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni.

Fyritøkur, sum hava mist 40-60% av umsetninginum í mun til sama tíðarskeið í 2019, fáa stuðul svarandi til 50% av føstu útreiðslunum í tíðarskeiðnum, meðan fyritøkur sum hava mist 60-100% av umsetninginum fáa stuðul svarandi til 75% av føstu útreiðslunum. Stuðulin kan tó ongantíð verða størri enn nominella minkingin í umsetninginum, og kann fyri hvørja fyritøku í mesta lagi vera 80.000 kr/mánaðin. Hevur ein fyritøka fleiri sjálvstøðugar rakstrareindir, kann fyritøkan hava rætt til stuðul fyri hvørja rakstrareind sær.

Aðrar treytir verða eisini settar, eitt nú um mestu stjóraløn og um rindan av vinningsbýti í komandi árum.

Umsóknarfreistin er 30. juni 2020.

Er stuðulsskipanin galdandi fyri allar vinnugreinar og allar fyritøkur?

Skipanin fevnir ikki um fiskivinnu, aling og fiskavirking.

Hon fevnir ikki um fyritøkur ella grunnar, har land ella kommuna eigur meirilutan, ella velur meirilutan av nevndini, og ei heldur um feløg ella grunnar við almannagagnligum ella góðgerandi endamáli.

Um ein fyritøka fíggjarliga er før fyri at rinda tær føstu útreiðslurnar í tíðarskeiðnum, kann hon í mesta lagi fáa 120 tús. kr í stuðli tilsamans fyri 3-mánaða tíðarskeiðið.

Ein fyritøka verður mett at verða fíggjarliga før fyri fyri at rinda føstu útreiðslurnar, um hon sambært seinasta ársroknskap lýkur øll hesi krøv:
1)   eitt gjaldførislutfall (ogn í umferð/stuttfreistað skuld) uppá í minsta lagi 1,2, og

2)   eitt solvensprosent (eginogn frároknað minnilutaáhugamál/ogn tilsamans) upp á í minsta lagi 30%, og

3)   EBITDA faktor (skuld/EBITDA) upp á í minsta lagi*

       a)    4 fyri stuttfreistaða skuld og

       b)    8 fyri langfreistaða skuld, og

4)   positivt úrslit eftir skatt í ársroknskapinum seinastu tvey árini.

* Hetta er orðingin í lýstu kunngerðini. Verður helst rættað til ”í mesta lagi”.
 

Hvørjar eru treytirnar fyri at fáa stuðul?

Umframt at hava mist í minsta lagi 40% av umsetninginum, verða hesar treytir settar:

  • Fyritøkan skal ikki rinda út vinningsbýti fyri inntøkuárini 2020, 2021 og 2022
  • Samsýning o.a. til stjóran skal í 2020 ikki vera meira enn 600.000 kr., íroknað møgulig gjøld frá ALS og dagpeningaskipanini.
  • Fyri sjálvstøðug vinnurekandi skal skattliga yvirskotið ikki verða størri enn 600.000 kr í roknskaparárinum 2020, íorknað møgulig gjøld frá ALS og dagpeningaskipanini.

Fyritøka, sum fær stuðul, rindar stuðulin aftur heilt ella partvís, um fyritøkan hevur yvirskot í roknskaparárinum 2020. Fyri sjálvstøðug vinnurekandi er hetta galdandi, um yvirskotið verður størri enn 600.000 kr., íroknað møguligt gjald frá ALS og dagpeningaskipanini.

Hvussu verður umsetningurin uppgjørdur?

Fyri at fáa rætt til stuðul til fastar útreiðslur, skal umsetningurin verða minkaður, ella væntast at minka, í minsta lagi 40%. Um minkingin er 60% ella meira, hevur fyritøkan rætt til hægri stuðul.

Minkingin í søluni verður gjørd upp soleiðis:

Bólkur 1: Fyritøkur, sum eru stovnaðar áðrenn 1. januar 2019

Hesar fyritøkur skulu samanbera væntaða umsetningin í stuðulstíðarskeiðnum (1.4.2020 til 30.6.2020) við umsetningin frá sama tíðarskeið í fjør (1.4.2019 til 30.6.2019).

Tær skulu eisini upplýsa veruligar fastar útreiðslur frá 1.1.2020 til 31.3.2020 og væntaðar fastar útreiðslur frá stuðulstíðarskeiðnum.

 

Bólkur 2: Fyritøkur, sum eru stovnaðar millum 1. januar 2019 og 11. mars 2020, men sum ongan umsetning hava havt í tíðarskeiðnum 1.4.2019 til 30.6.2019

Hesar fyritøkur skulu samanbera væntaða umsetningin í stuðulstíðarskeiðnum við umsetningin frá 1.12.2019 til 29.2.2020.

Tær skulu eisini upplýsa veruligar fastar útreiðslur frá 1.1.2020 til 31.3.2020 og væntaðar fastar útreiðslur frá stuðulstíðarskeiðnum.

 

Bólkur 3: Fyritøkur, sum eru stovnaðar millum 1. januar 2019 og 11. mars 2020, og sum hava minni enn 20.000 kr. í umsetningi í tíðarskeiðnum 1.4.2019 til 30.6.2019 ella í tíðarskeiðnum 1.12.2019 til 29.2.2020

Hesar fyritøkur skulu samanbera væntaða umsetningin í stuðulstíðarskeiðnum við umsetningin frá eini fíggjarætlan fyri 2020, soleiðis sum fíggjarætlanin var áðrenn Covid-19. Henda fíggjarætlan skal latast TAKS saman við umsóknini.

Tær skulu eisini upplýsa veruligar fastar útreiðslur frá 1.1.2020 til 31.3.2020 og væntaðar fastar útreiðslur frá stuðulstíðarskeiðnum.

Nær er talan um eina sjálvstøðuga rakstrareind?

Fyritøkur, sum hava fleiri sjálvstøðugar rakstrareindir, ið verða riknar frá ymiskum hølum, og sum í innanhýsis roknskapi verða uppgjørdar hvør sær, hava rætt til stuðul til hvørja sjálvstøðuga rakstrareind sær. Tað er tó ein treyt fyri stuðli, at fyritøkan, sum ein eind, hevur mist 40% av umsetninginum ella meira. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um, hvørjar eindir eru sjálvstøðugar rakstrareindir. Kunngerðin er enn ikki lýst.

Hvørjar útreiðslur kunnu roknast upp í føstu útreiðslurnar?

Skjalfestar útreiðslur viðvíkjandi virkseminum hjá fyritøkuni ella sjálvstøðugu rakstrareindini, knýttar at virksemi í Føroyum, sum eru óheftar av søluni og framleiðsluni hjá fyritøkuni, og sum fyritøkan skal rinda, hóast fyritøkan ikki hevur sølu ella framleiðslu eitt tíðarskeið.

Sum dømi kunnu nevnast: orkuútreiðslur (el/hiti/olja), húsaleiga, langtíðarleiga/leasing, vanlig tryggingargjøld, fjarskiftisgjøld, rentuútreiðslur, vegskatt, lisensir og limagjøld. Avskrivingar, avdráttir og starvsfólkaútreiðslur verða ikki roknaðar sum fastar útreiðslur.

Les meira á heimasíðuni hjá TAKS her. 

Hvar søki eg um stuðul til fastar útreiðslur?

Fyritøkur, sum hava V-tal skulu søkja gjøgnum vinnugluggan, www.vinnugluggin.fo.
Sjálvstøðugar rakstrareindir skulu seta seg í samband við TAKS, áðrenn søkt verður, hetta fyri at tryggja at rakstrareindin lýkur treytirnar fyri at vera sjálvstøðug, og fyri at sjálvstøðuga rakstrareindin kann fáa eitt V-tal at søkja við.

Fyritøkur, sum ikki hava V-tal, skulu senda TAKS eitt serligt umsóknarskjal, sum tað ber til at finna á heimasíðuni hjá TAKS her.

Hvar fái eg meira at vita um stuðulsskipanina?

Tú kanst lesa meira um smálutirnar í stuðulsskipanini á hesari heimasíðuni hjá TAKS: https://www.taks.fo/fo/vinna/studulsskipanir/covid-19-studul/

TAKS - COVID-19 STUÐUL