Dagført av Vinnuhúsinum tann 4. september 2020

Stuðul fyri fastar útreiðslur til ferðavinnufyritøkur

Løgtingið hevur samtykt eina tíðaravmarkaða skipan, har fyritøkur, sum eru serliga hart ávirkaðar fíggjarliga av COVID-19, fáa partvísan stuðul til tær føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni.

Ferðavinnufyritøkur, sum hava mist 40-60% av umsetninginum í mun til sama tíðarskeið í 2019, fáa stuðul svarandi til 50% av føstu útreiðslunum í tíðarskeiðnum, meðan fyritøkur sum hava mist 60-100% av umsetninginum fáa stuðul svarandi til 75% av føstu útreiðslunum. Stuðulin kan tó ongantíð verða størri enn nominella minkingin í umsetninginum, og kann fyri hvørja fyritøku í mesta lagi vera 10 mió kr. fyri alt stuðulstíðarskeiðið.

Aðrar treytir verða eisini settar, eitt nú um rindan av vinningsbýti í komandi árum.

Stuðulsskipanin er galdandi til 31. august 2020.

Umsóknarfreistin er 31. oktober 2020.

Tað er Taks, sum umsitur skipanina.

Hvørjar útreiðslur kunnu roknast upp í føstu útreiðslurnar?

Nærri reglur um fastar útreiðslur verða ásettar í kunngerð líknandi teimum, sum eru ásettar í stuðulskunngerðini til hjálparpakka 2.

Nú eisini fevnt av hugtakinum ’fastar útreiðslur’:

1) Avskrivingar. Í kunngerðini verða ásettar serligar avskrivingarreglur.

2) Lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk. Í kunngerðini verða ásettar nærri reglur um kjarnustarvsfólk

Meira er at vita, tá ið kunngerðin er lýst.

Hvør kann søkja?

Hetta er ein endurgjaldsskipan til ferðavinnufyritøkur.

Ferðavinnufyritøkur eru sambært lógini gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, tour-operatørar og fyritøkur, ið flyta ferðafólk.

.

Fingið stuðul úr hjálparpakka 2?

Stuðul, sum er fingin úr hjálparpakka 2, verður mótroknaður endurgjaldinum í hesi skipanini

Hvar søki eg?

Á heimasíðuni hjá TAKS liggur umsóknarblað og kunning um skipanina:

https://www.taks.fo/fo/vinna/studulsskipanir/covid-19-studul-til-ferdavinnufyritokur-og-skeinkistod/