Dagført av Vinnuhúsinum tann 12. august 2020

COVID-19 skipanir hjá Vækstfonden

Føroyskar fyritøkur kunnu fáa COVID-19 veðhald frá danska Vækstfonden

Smærri og miðalstórar føroyskar fyritøkur, ið vænta at missa í minsta lagi 30% av umsetninginum sum avleiðing av COVID-19 smittuspjaðingini, kunnu søkja danska Vækstfonden um at veðhalda fyri nýggj lán, rakstrarkredittir og trygdir frá vanligum fíggingarstovnum.

Veðhald frá Vækstfonden kann sostatt gera tað lagaligari hjá smærri og miðalstórum føroyskum fyritøkum at fáa vanliga fígging frá fíggingarstovni.

Les meira um COVID-19 skipanirnar hjá Vækstfonden á www.vf.dk/covid-19

Fakta um COVID-19 veðhald frá Vækstfonden

-   Veðhaldið rindar 80% av møguligum tapi hjá fíggingarstovni.
-   Veðhaldið hevur upp til 6 ára gildistíð.
-   COVID-19 veðhaldsskipanin er galdandi til 31. desember 2020.
-   Umsóknarfreistin er í seinasta lagi 15. desember 2020.

Hvørji krøv eru annars fyri at fáa COVID-19 veðhald

Vækstfonden lýsir smærri og miðalstórar fyritøkur, sum fyritøkur, ið:

-   hava færri enn 250 ársverk og
-   hava ein árligan umsetning, sum ikki fer upp um 372 mió. kr. og/ella ein árligan javna á í mesta lagi 320 mió. kr. Tað merkir, at ein fyritøka, har umsetningurin ella javnin ikki fer upp um ásettu mørkini, er ein smærri ella miðalstór fyritøka sambært Vækstfonden.

Harumframt veitir Vækstfonden bert veðhald til fyritøkur, ið verða mettar kredittverdugar, tá ið søkt verður.

Hvar skal eg venda mær fyri at fáa veðhald frá Vækstfonden

Tú skalt venda tær til tín egna banka fyri at søkja um veðhald frá Vækstfonden. Tað ber ikki til at venda sær beinleiðis til Vækstfonden.