Dagført av Vinnuhúsinum tann 10. august 2020

Landloyvi

Reglurnar um landloyvi eru nú tøkar á fýra málum.

Í stuttum kann sigast, at sjófólk frá visumskyldugum londum ikki hava rætt til landloyvi, tá ið tey eru í føroyskari havn, uttan so at tey hava fingið visum til Føroyar. Tó er loyvt at vera á kaiøkinum í sambandi við uppgávur, sum hava við skipið og viðlíkahald at gera.

Hevur sjófólkið fingið visum til Føroya og ynskir at fara frá kaiøkinum, skal viðkomandi kannast fyri COVID 19 eins og øll onnur, sum koma til Føroya.

Serligar reglur eru fyri beinleiðis flutning millum floghavn og skip í sambandi við manningarskifti, neyðuga læknavitjan og líknandi neyðugan flutning.

Les nærri í skrivinum frá landfútanum:

 

Skrivið kann lesast á føroyskum, donskum, enskum og russiskum:

Føroyskt - Orientering om landlovsvilkår

Danskt - Orientering om landlovsvilkår

Enskt - Orientering om landlovsvilkår

Russiskt - Orientering om landlovsvilkår