Dagført av Vinnuhúsinum tann 23. mars 2020

Soleiðis tryggi eg arbeiðsplássið best móti coronasmittu

Tak ábyrgd, og hjálp við at fyribyrgja smittu.

Tí er neyðugt at fylgja øllum tilmælum frá myndugleikum undir teiginum Reinføri og Ráð á www.corona.fo.

Tað er skilagott at skipa dagliga arbeiðið í smærri bólkar ella vaktir á arbeiðsplássinum, soleiðis at spjaðing av smittu verður tálmað. Hetta fyri at starvsfólk kenna seg trygg, samstundis sum framleiðslan verður tryggjað.

Tilmæli frá heilsumyndugleikum

Reinføri á arbeiðsplássum

  • Mælt verður til, at øll fólk, sum kunnu, arbeiða heimaífrá
  • Er neyðugt at fara til arbeiðis, er tað tó sera týdningarmikið við góðum reinføri
  • Byrja arbeiðsdagin við at vaska tær væl um hendurnar og nýt hondspritt
    • Hondspritt skal í minsta lagi innihalda 70% spritt
  • Vaska hendurnar regluliga gjøgnum arbeiðsdagin
  • Halt fyri munn og nøs, tá hostað ella njóst verður ella njós í ermuna
    • Um lummaturriklæði, eingangs ella ikki, verða nýtt, skulu tey burturbeinast, og hendur skulu vaskast
  • Tað, sum vit øll nerta við á arbeiðsplássinum, má haldast reint. Tað veri seg handtøk, ljóskontaktir, vaskikranar, kaffimaskinur og prentarar osfr.
  • Verð við til at gera tað lætt at halda arbeiðsplássið reint. Hetta kann millum annað gerast við at hava skriviborðið ruddiligt, tá tú fert frá arbeiðsplássinum.
  • Vaska tína arbeiðsstøð við spritti, vaskiklúti ella vanligum vaskievnum eftir loknan arbeiðsdag.

Tilmæli frá heilsumyndugleikum

Tilmæli um í mesta lagi 10 fólk eigur helst at vera fylgt. Er ikki møguligt at fylgja tilmælinum um, at í mesta lagi 10 fólk eru saman í senn (t.d. á flakavirkjum), er serliga umráðandi at hava serlig fyrilit og fyrivarni.

So vítt møguligt verður mælt til:

Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar), tí coronavirus smittar skjótt og lætt

  • Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis
  • Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini
  • Vaska/spritta millum hvørja vakt
  • Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná
  • Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og skulu vera heima, um tey merkja sær okkurt
Hvussu skipi eg vaktir/bólkar?

Tá ein skipar vaktir/bólkar á arbeiðsplássinum, skal hugsast um, at um ein persónur í hesari vaktini/bólkinum fær staðfest corona, so eru sannlíkindi fyri, at fleiri á vaktini ella í bólkinum verða smittað ella sett í sóttarhald, rættiliga stór.

Vaktirnar/bólkarnir mugu skipast soleiðis, at framleiðslan kann halda áfram, sjálvt um ein vakt/bólkur verður settur í sóttarhald.

Eitt gott hugskot er at hugsa um, hvussu tøtt familju- ella vinarbond eru ímillum starvsfólkini í teimum ymisku vaktunum/bólkunum. Um hesi umgangast privat, er vandin fyri smittu ímillum vaktirnar/bólkarnar størri.

Takið atlit til lyklastarvsfólk

Starvsfólk, ið eru í vandabólki ella hava húsfólk í vandabólki, eiga at fylgja tilmælunum frá Landslæknanum.

Kunnu vaktirnar/bólkarnir vera inni í stórum framleiðsluhøli saman?

Ja, um frástøðan er meira enn 2 m til eina og hvørja tíð. Neyðugt er at hugsa um, hvussu tætt starvsfólkini, ið ikki eru bólkað saman, standa. Standa hesi tættari enn 2 m, so er vandi fyri at fleiri bólkar verða gjørdir til ein.

Kunnu vaktirnar/bólkarnir brúka somu slúsu, skiftingarrúm og vesi?

Ja, um bert ein bólkur er inni í senn, og tað verður vaskað og sóttreinsað ímillum. Her er serliga neyðugt at hugsa um handtøk, vesibrettir og allastaðni, har starvsfólk brúka sínar hendur.

Kunnu vaktirnar/bólkarnir brúka somu útgerð, amboð og klæðir?

Nei. Um so er, at neyðugt er at brúka somu útgerð, amboð ella klæðir, er neyðugt at vaska og sóttreinsa ímillum. 

Hvussu verður pausan skipað?

Bert ein vakt/bólkur kann fara í pausu í senn. Hugsa um ikki at sita tættari enn 2 m og vaska og sóttreinsa ímillum. Serliga har hendur hava nortið.

Kunnu øll møta til arbeiðis í senn?

Nei. Helst skulu vaktirnar/bólkarnir skipast soleiðis, at neyðugt er bert við einari vakt/bólki at starta framleiðsluna upp. Haldið møtitíðirnar ymiskar, so bert ein vakt/bólkur kemur til arbeiðis í senn. Vaskið og sóttreinsið ímillum, har hendur hava nortið. Minnist til stempulklokkuna.

Tilmæli frá heilsumyndugleikum Kunning um arbeiðsumhvørvi og corona Kunning um heilsufrøðilig viðurskiftir og corona