Í hjálparpakkunum, sum vórðu settir í verk fyrr í ár, var eitt av átøkunum, at ein afturrindingarskipan varð gjørd fyri privatar arbeiðsgevarar, sum rindaðu løn undir sjúku orsakað av COVID-19. Arbeiðsgevarar fingu afturgoldið lønarútreiðsluna, tó í mesta lagi við einari upphædd, sum svarar til sjúkradagpening. Skipanin varð síðani longd og fer úr gildi 1. mars 2021.
Arbeiðsgevarin hevur ábyrgd av at skipa arbeiðið og at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk. Les meira um hetta á: "Soleiðis tryggi eg arbeiðsplássið best móti coronasmittu"