Eisini má arbeiðsgevarin tryggja sær, at útlendsku starvsfólkini skilja tilmælini, sum myndugleikarnir hava fráboðað.
Um so er, at starvsfólk av útlendskum uppruna mugu í sóttarhald, má arbeiðsgevarin tryggja, at hesi hava nøktandi liviumstøður.
Á heimasíðuni www.corona.fo er kunning, sum tit kunnu brúka. Kunningin er eisini á enskum máli.
Atgongdin til landið er nú avmarkað, men enn ber til at ferðast í arbeiðsørindum. Øll ferðandi skulu gjøgnum passeftirlit í Vága Floghavn og eisini í Kastrup. Arbeiðsfólk skulu veita prógv fyri, at tey hava arbeiðsørindi í Føroyum.
Heitt verður á útlendska arbeiðsmegi um at hava pass, arbeiðsloyvi og arbeiðskontrakt/setanarbræv til reiðar við passeftirlit, so tað verður lættari at koma gjøgnum marknaeftirlitið.
Útlendingar, sum hava ein bústað í Føroyum og eru millum 16 og 67 ár, eru fevndir hjálparpakkanum.
Ja. Útlendingar kunnu koyrast heim við útgjaldi frá ALS. Treytirnar eru, at viðkomandi:
Tað er einki krav um, at mann skal hava rindað inn til ALS frammanundan.
Útlendskur arbeiðstakari kann koma til Føroya at arbeiða, um viðkomandi hevur eitt týdningarmikið starv at røkja í landinum ella eina týdningarmikla arbeiðsuppgávu, sum skal loysast á einum arbeiðsplássi í Føroyum. Mett verður um hetta í hvørjum einstøkum føri.
Útlendingar, sum koma til landið, skulu fylgja tilmælunum frá heilsumynduleikunum. Sí leinki niðanfyri.
Tilmælt verður at vera í heimauppihaldi í 14 dagar, men í serligum førum ber til at skipa arbeiðspláss og uppihaldið soleiðis, at hesi kunnu koma beint í arbeiði. Tá skulu hesi atlit takast:
Tá heimauppihaldið, sum er 14 dagar, er liðugt, kunnu útlendsku starvsfólkini ferðast á arbeiðsplássinum og uttandura á sama hátt sum onnur í landinum. Tó skulu øll, bæði føroyingar og útlendingar, fylgja leiðreglum, sum myndugleikarnir til eina og hvørja tíð seta í sambandi við coronavirus.
Minst eisini til, at øll, ið koma til Føroya, skulu gjøgnum hert marknaðareftirlit. Neyðugt er hjá arbeiðsgevarum at útvega útlendskari arbeiðsmegi, sum skal til Føroya, eina váttan um, at viðkomandi hevur eitt arbeiði í Føroyum. Á tann hátt væntast, at tað verður lættari at koma gjøgnum marknaeftirlitið.
Tað er umráðandi, at útlendsk starvsfólk verða kunnað um støðuna og tey tiltøk, sum myndugleikarnir hava sett í verk. Skilir starvsfólkið ikki føroyskt, eigur arbeiðsgevarin at syrgja fyri, at starvsfólkið fær neyðugu kunningina. Um so er, at starvsfólk av útlendskum uppruna mugu í sóttarhald, má arbeiðsgevarin tryggja, at hesi hava nøktandi liviumstøður.