Dagført av Vinnuhúsinum tann 11. august 2020

Viðkomandi kunning

Her kanst tú lesa ymsa kunning um COVID-19

Corona.fo

Á heimasíðuni corona.fo fært tú kunning um sjúkueyðkenni, reinføri og ráð, sóttarhald, ferðing, ansing, arbeiði og løn og eisini tilmæli frá myndugleikunum. Harumframt eru viðkomandi hagtøl og tíðindi eisini at síggja.

Corona.fo er eisini á Facebook og á Instagram.


Coronalinjan: 30 40 40

Um tú hevur spurningar um eitthvørt viðvíkjandi coronavirus ella íkomnu støðuni, ber til at ringja á tlf. 30 40 40.

Ivast tú til dømis í, hvussu tú skalt bera teg at í sóttarhaldi, hvussu lønarviðurskifti nú verða skipað, tørvar tær ráðgeving í sambandi við ferðing ella okkurt heilt annað, ert tú vælkomin at ringja til Coronalinjuna.

 

Coronaráðgevingin

Coronaráðgeving við fakfólkum frá millum annað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu ráðgevir almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittubreiðslu.

Fyri at seta teg í samband við ráðgevingina, kanst tú senda ein teldupost til corona@arb.fo. Ella tú kanst ringja til Coronalinjuna, sum setir teg í samband við ráðgevingina.

Coronalinjan hevur telefonnummar 30 40 40.

 

Kommunulæknin og 1870

Um tú ert sjúk/ur ella heldur teg hava sjúkutekin, skal tú venda tær til tín kommunulækna ella til 1870, tá ið kommunulæknin ikki er tøkur.

(Kelda: Løgmansskrivstovan)

 

Who.int

Her er enn meira vitan um coronavirus og COVID-19. Eisini eru plakatir um smittufyribyrging og annað tilfar at finna á síðuni.