Organisatiónin avgerandi fyri úrslitið hjá fyritøkuni
Vinnudagurin 2007 í Norðurlandahúsinum 9. november.
Hvønn týdning hevur organisatiónin fyri fyritøkuna? Hvussu læra vit at skilja bygnaðin og samstarvið í fyritøkuni fyri á tann hátt at menna hana og gagnnýta tilfeingið í henni? Hvussu fer organisatiónin at síggja út í framtíðini? Evnið á Vinnudegnum í ár verður organisatión og ávirkan hennara á úrslitið hjá eini fyritøku. Fyrilestrarhaldararnir fara á ymiskan hátt at lýsa hetta evnið og koma inn á, hvussu samfelagsmenningin ávirkar fyritøkur, og hvussu fyritøkurnar eru organiseraðar.
Framløgur:
Tør du blive en vinder?
Mette Bloch, tvífaldur heimsmeistari í rógving, rithøvundur og fyrilestrahaldari
Kenneth Iversen, stjóri í Unimerco
Klaus Æ. Mogensen, framtíðargranskari á Institut fo Fremtidsforskning.
Kiptu sangfuglarnir
Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting
Ársins virkið 2007 varð Eik Banki