Ársins Virki og Ársins Átak eru afturvendandi á Vinnudegnum, og stórur spenningur er altíð um, hvør vinnur heiðurin hesaferð.
Endamálið við at velja Ársins Virki og Ársins Átak er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgaranum.
Heiðurin sum Ársins Virki verður latin virki ella fyritøku, sum hevur verið støðug ella vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarlig úrslit seinastu árini. Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vøru- og tænastumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava elvt til menning og vøkstur.
Heiðurin sum Ársins Átak verður latin virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Í 2016 fingu KJ Hydraulik og Sheep View heiðurin sum ávikavist Ársins Virki og Ársins Átak.
Ársins Virki | Ársins Átak | |
2000 | Havsbrún | ikki valt |
2001 | Tórshavnar Skipasmiðja | North Atlantic Fish Fair |
2002 | Vónin | Teitur Lassen |
2003 | Vaðhorn | Formula.fo, Total View |
2004 | Reyni Service | Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord |
2005 | Faroe Marine Products | Fariga Seafood |
2006 | Thor | Vinnuvitan |
2007 | Eik Banki | ikki valt |
2008 | ArtiCon | Decision3 |
2009 | Bakkafrost | Tórshavnar Matfestivalur |
2010 | Tavan | Vilt í Suðuroy |
2011 | Vónin | Jákp Zachariassen |
2012 | Luna | Varðin Pelagic |
2013 | Vest Pack | KOKS |
2014 | Skansi Offshore | MEST & PAM OFFSHORE SERVICE |
2015 | Bakkafrost | Defined Energy |
2016 | KJ Hydraulik | Sheep View |
Vinnarin av Ársins Virki 2016
Vinnarin av Ársins Átak 2016