Nú ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin, sum í ár verður fríggjadagin 1. oktober.
Limir, sum melda til áðrenn 7. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.
Týsdagin 7. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2021
Tilmeldingarfreistin er týsdagin 28. september 2021.