Ráðgevi til Vinnuhúsið


Vilt tú vera við til at bera føroyskt vinnulív framá? So er eitt spennandi starv leyst at søkja í Vinnuhúsinum!

 
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnuhúsið. Arbeiðið fevnir um at
• ráðgeva vinnugreinafeløgum og limum teirra
• samskipa uppgávur fyri nevndir í vinnugreinafeløgum
• gera greiningar og frágreiðingar
• viðgera lógir og kunngerðir
• luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum
• fyriskipa vinnulig tiltøk og átøk
 
Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við aktørar í føroysku vinnuni og við myndugleikar.
 

Vit vænta, at tú
• hevur hóskandi hægri útbúgving sum búskaparfrøðingur, samfelagsfrøðingur ella líknandi
• hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
• hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
• hevur góð samstarvsevni
• dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum
 

Tað er ein fyrimunur um tú hevur gott innlit í føroyskt vinnulív, fyrisiting og politisku skipanina umframt góðan kunnleika til samfelagsviðurskifti. Eisini er tað ein fyrimunur um tú hevur førleikar innan samskifti og miðling.
 

Vit kunnu lova tær eitt áhugavert starv, í einum mennandi arbeiðsumhvørvi og við góðum starvsfeløgum. Løn eftir avtalu.
 

Umsókn við skjølum, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 18. januar kl. 12.00 á industry@industry.fo.
 

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Niels Winther, tlf. 739906.